-Foreldur eiga at halda eitt vakið eyga við hvar børn teirra eru um kvøldarnar, men samstundis er tað bara gott, at børn og ung sjálvi sleppa at royna seg í samfelagnum frá heilt ungum aldri. Tað heldur Óli Rubeksen, sum er ráðgevið hjá SSP í Føroyum.
Kanningin Ungfólk í Føroyum vísir, at tey ungu í Føroyum sleppa at vera seinni úti um kvøldið og um náttina enn tey ungu í Íslandi.
Blaðið sigur, at tey ungu í Førouyum tykjast at hava størri frælsi at vera úti saman við vinum, og tað eru ikki øll foreldur sum vita, hvat tey ungu takast við, tá ið tey ikki eru heima.
- Børn og ung í Føroyum hava í stóran mun góða atferð, og trívast væl. Men týdningarmikið er, at foreldur fylgja við í hvar teirra børn gera uttanfyri heimið. Tað heldur Óli Rubeksen
Hoyr samrøðuna við Óla Rubeksen við at trýsta á pílin undir myndini.