- Tað kemur slett ikki upp á tal, at fiskimaðurin enn einaferð skal rinda fyri at sleppa til arbeiðis, um talan verður um at leggja eitt tilfeingisgjald á fiskivinnuna.
Tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag,í samrøðu við Rás2, nú nevndin í felagnum hevur meldað út, at skal talan vera um at rinda nakað fyri at sleppa at fiska, so skal tað heldur vera ein loyvisskattur, sum reiðaríini rinda - og ikki eitt tilfeingisgjald, ið bara fiskimaðurin rindar.
- Botnurin er langt síðan náddur fyri, hvat okkara fiskimenn vilja góðtaka aftur fyri tað, teir kunnu forvinna undir teimum umstøðum, sum teir mugu arbeiða og búleikast undir, sigur Jan Højgaard,
Trýst á her pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Jan Højgaard.