Tað vakti ans fyri hálvumøðrum ári síðani, tá skotskir myndugleikar løgdu hald á føroyska skipið Christian í Grótinum, ið tá var statt í Hetlandi. Illgruni var tá um, at føroyingar høvdu brutu galdandi ES-lóggávu um virking av fiski umborð á fiskifari.
Reiðaríið varð tá álagt eitt sektaruppskot á 20.000 bretsk pund, ið reiðaríið góðtók. Eftir ætlan skuldi rættarfundur verða í januar, men varð útsettur.
Fyrr í summar upplýsti Eyðun Rasmussen, at talan var um eina ósemju um tulkingina av ES-reglum.
- Málið er eitt sindur ullint, tí tað botnar í eini tulking av ES-reglum. Tað er eitt stríð um hvat vit hava loyvi til og hvat vit ikki hava loyvi til at gera við fiskin umborð. Vit meta, at vit kunnu hagreiða hann umborð, meðan teir meta, at hann skal frystast alt fyri eitt, segði hann í samrøðu við in.fo í juli.
Málið gjørdist haaktuelt aftur í dag, tá hetlendska fiskimannafelagið fanst at føroyska trolaranum Jupiter, ið teir ákæra fyri at hava fiskað ov nógva makrel í ES-sjógvi.
Tá in.fo tosaði við Eyðun Rasmussen fyrr í dag, upplýsti hann, at málið enn koyrir sína gongd.
- Sakin koyrir enn, men verður áhaldandi útsett. Vit vita ikki hvat tað er, ið myndugleikarnir kanna. Vit fáa onkrar teldupostar av og á, har spurt verður inn til ting, men sjálvt málið verður bara útsett. Tað má sigast, at hetta er ein løgin framferðarháttur hjá skotskum myndugleikunum.
Ein ávís ónøgd hevur verið millum hetlendskar og skotskar fiskimenn eftir, at ES, Norra og Føroyar gjørdu eina fiskivinnuavtalu um makrelveiðu. Avtalan gjørdi, at kvotan hjá ES og Norra minkaði við 22 prosentum, meðan tann hjá føroyingum vaks við 7 prosentum.