- Vit hava eftirhondini gjørt íløgur fyri útvið 300 milliónir krónur á Tvøroyri. Alt økið við havnalagið er lagt út til vinnulív, og tí er tað sera harmiligt, at slíkt skal forpurra alt.
Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic, sum enn ikki hevur roknað uppá fíggjarliga missin av strandaðu útbyggingarætlanini.
- Tað fyrsta sum hendir er sjálvandi, at ætlaðu útbyggingarnar steðga. Vit kunnu ikki virðisøkja so nógv sum ætlað, og tá goymslurnar eru fullar má virkið liggja stilt, sigur Bogi Jacobsen.
Stjórin á Varðin Pelagic vísir á, at ætlanin alla tíðina hevur verið at byggja út.
- Eg veit ikki, hvat vit nú gera. Eg vóni bara at vit og skil ræður, sigur Bogi Jacobsen.
Hoyr Boga Jacobsen tosa um avleiðingina fyri Varðin Pelagic her: