- Brandur veit hvat eg meini við

- Manningin er biðin at siga við fólk, at bilar, sum standa ov nær nýggju atløguni, verða sleipaðir burtur, sigur Harry Jensen.

- Vit hava fingið boð um, at bilar, sum standa ov nær atløguni, verða sleipaðir burtur, sigur borgarstjórin í Skúvoyar kommunu.

- Eg ætli mær ikki í nakað kjak í fjølmiðlunum um umstøðurnar hjá Sildberanum Úti í støð á Sandi, men ein viðmerking má til kortini. At Sildberin hevur fingið eitt annað pláss, ger einki, tí hann liggur væl, har hann nú liggur, eisini fyri ferðafólkið.

Tað sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu.

Hann ásannar tó, at fólk, sum ferðast um Skúvoyarfjørð, hava havt ein trupulleika, síðan atløgan hjá Sildberanum er vorðin ein onnur. Trupulleikin er nevniliga parkeringsviðurskiftini á havnalagnum.

- Her er eingin avmerking og eingi skelti. Tí eru fólk eitt sindur í iva, tá tey skulu seta bilar frá sær.

Harry Jensen vísir á, at manningin á Sildberanum hevur fingið boð um at siga við fólk, at um tey seta bilarnar ov nær har, sum Sildberin nú liggur, so verða teir sleipaðir burtur.

Borgarstjórin vísir á, at trý starvsfólk hjá Strandfaraskipum Landsins vóru í Skúvoy nakað fyri jól og tosaðu um ymiskt í samband við Sildberan.

- Tá hesi vóru á veg umborð á Sildberan Úti í Støð á Sandi, kom maður leypandi og segði, at um tey settu bilin við nýggju atløguna, varð bilurin sleipaður burtur, tá tey komu aftur úr Skúvoy.

Harry Jensen heldur, at um borgarstjórin í Sands kommunu sigur hetta ikki vera sætt, ger hann tað, sum ikki er loyvt at gera á tingsins røðarapalli.

- Brandur Sandoy hevur sjálvur verið har, so eg rokni við, hann veit, hvat eg meini við, sigur Harry Jensen.

Borgarstjórin í Skúvoyar kommunu sigur seg annars fegnast um, at okkurt verður gjørt við nevndu trupulleikar.