Eftir ætlan skuldi 3. viðgerð av málinum um Framtaksgrunnin vera í tinginum fyrrapartin í gjár, men tað varð av ongum. Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur orsøkina vera at málið skal kannast enn [...] fingið skriv frá Búskaparmálaráðnum í Danmark, har sagt verður, at tann treytin, sum fimm tingmenn settu fram, um at siga nevdarlimir úr starvi, ikki er í samsvar við andan í grunnaskipanini. - Vit ynsktu eisini [...] Tað merkir, at tær treytir sum vit seta í tinginum, skulu verða gjøgnumførligar, sigur Suni Jacobsen. Eftir hvat skilst, so eru tað danir, sum hava lagt seg út í málið. Teir vilja ikki góðtaka treytirnar
vánaligar umstøður. Hetta er støðan hjá hondbóltinum í Vági í løtuni. Kirsten Ludvig, formaður í hondbóltsdeildini, sigur, at hondbólturin í Vági hevur verið í einum aldudali, men er nú partvís á veg uppeftir [...] kvinnuliðið hjá VB komið uppaftur í bestu deildina, eftir at tað rykti niður í fyrrárið og spældi í 2. deild í fjør. Tað er einasta vaksnamannalið, VB hevur nú. Annars hevur VB lið í øllum teimum yngru deildunum [...] niður í aðru deild í fyrrárið men flutti uppaftur í fjør. Tíverri hevur ikki gingið so væl. Tær hava tapt tríggjar dystir og bara vunnið ein. Tað tykist ikki, sum um tær eru nóg væl fyri at spæla í fyrstu
inum í Øravík, at hon varð undirskrivað. Sjálvt skjalið er skrivað á trimum vikuskiftisfundum hetta seinasta árið, einum á Viðareiði, einum í Havn, og tí seinasta í Øravík seinasta vikuskiftið Í skjalinum [...] letur seg gera at seta tey í verk. Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava rokkið flestu av málunum, sigur formaðurin í sjónvarpsnevndini. Hann sigur [...] heldur hetta skjal hava so stóran týdning fyri hvønn einasta føroying, at vit prentaðu tað í fullum líki í blaðnum í gjár. Hava trilvað seg fram Tað, at sjónvarpið ikki hevur havt eitt greitt mál at halda
blokkin. Hjá okkum í Føroyum ráða vit fult yvir inntøkunum tó at tær skulu dragast frá blokkinum, um olja verður funnin. Motzfeldt var annars sera áhugaður í at vita, hvat innihaldið er í tí uppskoti, sum [...] at vit í Útnorði kunnu hava ein fyrimun av einum ella øðrum samstarvi eitt nú á umhvørvisøkinum. Umboðini fyri báðar javnaðarflokkarnar vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini [...] eitt gott land. Latið okkum hvør í sær og eisini í felag røkja hesi góðu lond. Saman kunnu vit gera nógv gott fyri bæði londini sigur Motzfeldt, sum fegin sær samstarvið í Útnorði ment enn meira.
Olympiska Nevnd Føroya varð stovnað í 1982. Í fyrstu nevndini sótu Niels Juel Arge, ið varð formaður, Tórmóður Djurhuus og Heðin Mortensen. Fyrsta arbeiðið, ið gjørt varð, var at evna til lógir fyri felagsskapin [...] formenn verið í ONF: Torleif Sigurðsson, Torgerð Nielsen og Magni Arge. Seinasti aðalfundurin var í 1992, og tvey ár seinni legði táverandi nevndin frá sær, og síðani hevur onki virksemi verið í ONF. Eyka [...] Eykaaðalfundur Í 1995 varð ein roynd gjørd at halda eykaaðalfund fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag aftur í ONF, men tá møttu bert 3 umboð á fundin, so har gjørdist onki tá. Nú mikukvøldið varð aftur ein
fiski til avreiðingar í Føroyum. So má okkurt setast í staðin, og ein avloysari fyri hendan møguleikan kundi verið at havt fleiri avreiðingarstøð. Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna [...] fundi um, at rætt hevði verið at fingið skipaðar móttøkur ymsastaðni í landinum soleiðis, at ráfiskakeypararnir í felag kundu tikið í móti fiski á støðum, har krani var, og til bar at fáa ís. Hesum tóku [...] málinum tá. Chris Jan Michelsen sigur í viðmerking til tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri segði í leygardagsblaðnum, at til ber at fáa meira av virðisøkingini í føroyskar lummar. Vit eiga at lata nøkur
verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta [...] stórt arbeiði í hetta. Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um. Politisk semja -Vit í javnaðarflokkinum [...] eindømi ella í hvussu so er sera rár hending í tingini, so vóru tingmenn úr øllum flokkum samdir um, at hetta uppskotið var væl gjøgnumarbeitt og vildu tí geva tí eina positiva og góða viðgerð í nevnd. Sosialurin
fyrireika aðalfundin hjá FSF, sum verður síðst í januar, uppá. Hetta segði Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, eftir at fótbóltsfeløgini leygardagin hittust í høvuðsstaðnum at eftirmeta farna kappingarárið [...] róðrið í FSF. ? Tí skilji eg ikki, at onkur av feløgunum ikki vóru umboðað á fundinum, og at onnur feløg ikki vóru umboðað av teimum, sum sita í felagsleiðslunum. Hesir áttu at verið áhugaðir í at mynda [...] vikum síðani boðaði nevndin í HB frá, at teir hava gjørt av at leggja uppskot fyri aðalfundin hjá felagnum, sum verður í komandi viku, um at leggja raksturin av besta liðnum í eitt partafelag. ? Hetta er
við. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini fara framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær skattalætta framum ein annan. Í fjør hóttu tey báði [...] hava skattalætta fyri at forða fyri at teir rýma úr Føroyum í onnur lond at fiska av skattaávum Hóttanin stendur við Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hjá teimum er onki broytt [...] Ikki so avgjørdur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag var heitasti talsmaður fyri verkfalshóttanini, táið arbeiðarafeløgini sendu tinginum ávaringarskrivið í fjør. Og hóast hann sigur, at einki
n og landsstýrismenn vísa útjaðaranum í Føroyum. Tað letur ikki í nøkrum av teimum. Og so løgi tað ljóðar, letur heldur ikki í politikarunum, sum eru valdir í útjaðaranum. Páll Vang sigur, at miðsavningin [...] nakrantíð burturúr skuldini? Tvøroyrar kommuna er í eini serstøðu tí hon er einasta kommuna í landinum, sum hevur verið virkin í vinnulívinum Sjálvur ivist eg í, um tað var rætt. Men av skuldini hjá kommuni [...] á at búgva í eini kommunu við 16% í skatti og einari við 23% í skatti. Taka vit eini hjún, sum forvinna 400.000 krónur um árið tilsamans, hava tey 28.000 krónur minni at liva fyri um árið í teirri dýraru