Tað vóru Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið í Dugna, Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna og John Kári Jacobsen, formaður fyri nevndina í Soli Deo Gloria, sum skrivaðu undir avtaluna um trý ára leigusáttmálan [...] og hetta verður nú veruleiki í Klaksvík, sigur Dugni í tíðindaskrivi. Dugni hevur fingið størri játtan á løgtingsfíggjarlógini, er ein av orsøkunum, at Dugni nú letur upp í Klaksvík. – Vit eru landsstýrinum [...] endamálinum hjá Dugna í Eysturoy og Norðoyggjum. Somuleiðis eru vit hjartaliga takksom til Klaksvíkar kommunu og grannakommunurnar; Viðareiðis kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu og Fugloyar kommunu
tí eru tað í stóran mun bara suðuroyingar, sum fara í skúla. Í so máta má próvtøkan í dag vera eitt undantak, tí hesa ferð er bara ein av teimum, sum hava tikið prógv, úr Suðuroy. Fýra av teimum eru úr [...] Í dag hava 11 heilsurøktarar fingið prógv á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy. Tað hevur onkuntíð verið funnist at, at skúlin er so fjarskotin, at tað eru fá norðan eftir, sum hætta sær suður á skúla og tí [...] Aftara rað frá vinstru eru tey Amanda Askham, Norðoyri, Silja Sivertsen, Norðdepil, Noomi Poulsen, Hvannasund, Marianna Eið Joensen, Skopun, Helen Dam, Vágur og Marta Summer Tausen, Tórshavn. Fremra rað frá
hava kent sviðan av nógvu avlýsingunum. Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sigur, at umframt Rituna, sum røkir farleiðina millum Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík, hava tey eisini [...] út til Fugloyar mikudag, fríggjadag og sunnudag í vetrarhálvuni – og eisini mánadag í summarhálvuni. - Tá tað er ókyrt, og Ritan ikki sleppur til bryggju í Fugloy, sum tað saktans kann vera á vetrardegi [...] vegurin millum bygdirnar í oynni, Kirkju og Hattarvík. Onkrir ábøtur eru gjørdar, men hesar muna alt ov lítið, tí vegurin hevur ligið í órøkt og uttan munandi viðlíkahald og dagføringar í eini 20-25 ár. Bor
alt árið, í vanda fyri at enda í størstu katastrofu - innibrend í TNF!, skrivar Irdi Jacobsen. Irdi Jacobsen er fyrrverandi borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Hon var vald við seinasta val, í 2016, men [...] Telefonsamband fekst ikki í tunnlinum, men tó hendi ongin skaði, og alt endaði væl, tá roykur í dag kom úr einum skúlabussi í øðrum av tunlunum norður um Fjall. Irdi jacobsen skrivar í dag soleiðis á faceb [...] man ikki at møta í sama setningi... Men tað var støðan fyri løtu síðani tá skúlabussurin var á veg norður um fjall. Brádliga var roykur í bussinum og bussførarin valdi at koyra bussin inn í eitt víkipláss
eina kommuna í landinum, ið fekk minni inn í kommunuskatti í mun til undanfarna ár. Tað var Fámjins kommuna, ið fekk 0,9 prosent minni inn í skattainntøkum. Tórshavnar kommuna fekk mest inn í kommunuskatti [...] goldnar í kommunuskatti, sum er 54,5 milliónir krónur meira enn í 2018. Næststørsta kommunan, Klaksvíkar kommuna, fekk 216 milliónir krónur inn í kommunuskatti, sum er 17,1 milliónir krónur meira enn í 2018 [...] størst framgongd í kommunuskatti, tá ið talan er um prosentvísa hækking. Har var hækkingin 20,5%. Nummar tvey er Sands kommuna við 17,7%, nummar trý er Skálavík við 17%, nummar fýra Hvannasund við 16,5 prosent
degnum í dag hevur øll koyring hjá Bygdaleiðum ligið lamin. Einasti bussur, sum koyrdi tíðliga í morgun, var leið 600 í Sandoynni, sum koyrdi til fyrsta túr hjá Teistanum úr Skopun klokkan 06.45 í morgun [...] og millum Skopun og hinar bygdirnar í Sandoynni. Teistin hevur annars siglt í allan dag, undantikið túrin úr Skopun klokkan 22.30 og túrin av Gomlurætt klokkan 23.05 í kvøld. Á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum [...] tí eins og øll koyring hjá Bygdaleiðum yvirhøvur í dag, var eisini hesin bussurin avlýstur. Soleiðis noyddust ferðafólk, sum skuldu um Skopunarfjørð í dag og ikki høvdu bil sjálvi, at finna sær flutning
Tað runnu í fjør 17.069.024 fleiri skattakrónur í kommunukassan í Klaksvík, enn tað gjørdu í 2018. Tað vísir fyribilsuppgerðin hjá TAKS. Skattainntøkan í Klaksvík var í 2019 fyri fyrstu ferð hægri enn [...] vaks úr 146 og upp í 155. Økta virksemið og økta fólkatalið sæst aftur í kommunuskattinum. Í Hvannasunds kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni 16,52 prosent. Hvannasunds kommuna fevnir um [...] enn 200 milliónir krónur. Hon var 215.769.753 krónur. Miðal vøksturin í skattinum í øllum kommununum var í fjør 8,01 prosent. Í Klaksvíkar kommunu var vøksturin 8,59 prosent. Umframt Klaksvík, Norðoyri og
sett borgarstjóranum í Hvannasunds kommunu, Ingrid Petersen. - Tá sitandi bygdaráð tók við í 2016, vóru vit samd um, at vit vildu arbeiða við at betra um trivnaðin hjá barnafamiljum í kommununi og royna [...] at alt lívrunnið verður gjørt til mold í staðin fyri, at tað skal koyrast til brennistøðina í Leirvík, og vit miðja eftir, at øll húski í kommununi skulu verða við í einari sankutøðskipan innan fá ár, sigur [...] fyri ungar familjur at seta búgv í kommununi. Serliga vildu vit royna at fyribyrgja, at tær ungu familjur, sum eru í kommununi, velja at flyta. Borgarstjórin vísir á, at tey í bygdaráðnum hava kjakast nógv
sær av stálarbeiðinum. Byrjað verður um hálvan januar, og eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt fyrst í september 2020. Arbeiðið er mett at kosta tilsamans 3 milliónir krónur. Bátadrátturin verður har, sum
seta pening av til forkanningarnar. Hetta sæst í fíggjarlógini, nú fíggjarnevndin hevur viðgjørt hana, og hevur lagt álitið fyri Løgtingið aftur í kvøld. Í hesum sambandi sigur samgongan, at nú verður [...] Men ætlanin er at broyta linjuføringina, so at ein tunnil verður ímillum Hvannasund Árnafjørð og hin tunnilin verður av Gerðabøi í Klaksvík til Árnafjarðar. Tilsamans kosta teir 450 - 475 milliónir. Eisini [...] verður bæði farið undir at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað er samgongan samd um, nú hon er í ferð við at leggja seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár. Og samgongan er eisini samd um at stovna