Næsta ár verður bæði farið undir at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað er samgongan samd um, nú hon er í ferð við at leggja seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Og samgongan er eisini samd um at stovna partafelag, sum skal standa fyri at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar, og at seta pening av til forkanningarnar.
Hetta sæst í fíggjarlógini, nú fíggjarnevndin hevur viðgjørt hana, og hevur lagt álitið fyri Løgtingið aftur í kvøld.
Í hesum sambandi sigur samgongan, at nú verður farið undir at gera tunlarnar norður um Fjall, sum fólkið eystan Múla hevur gjørt vart við í mong ár. Og næsta ár verða 15 milliónir settar av til endamálið.
Gongst sum ætlað verður liðugt at bora Hvalbiartunnilin næsta summar og tað hevur verið ivingarsamt um farið verður undir tunlarnar norður um fjall tá, ella um teir verða at bíða til 2021.
Men nú er greitt, at farið verður undir teir næsta ár og endamálið er at bjóða teir út beinanvegin næsta ár, so at farast kann undir boringina seinna hálvár næsta ár.
Men ætlanin er at broyta linjuføringina, so at ein tunnil verður ímillum Hvannasund Árnafjørð og hin tunnilin verður av Gerðabøi í Klaksvík til Árnafjarðar.
Tilsamans kosta teir 450 - 475 milliónir.
Eisini verður peningur settur av í álitinum til at gera neyðugar forkanningar til at projektera Suðuroyartunnilin. Samgongan sigur, at næsta ár er ætlanin at stovna eitt partafelag, sum skal standa fyri tunlinum, og á fíggjarlógini fyri næsta ár verða fimm milliónir krónur settar av til forkanningar.
Tað hevur verið ført fram, at skal nakar møguleiki vera fyri at fara undir Suðuroyartunnilin, tá ið tað er liðugt at bora Sandoyartunnilin, er neyðugt at seta peninga av til fyrireikingarnar komandi ár, og at halda fram tey næstu árini eisini.
Tosað varð um at seta 6-7 milliónir av til fyrireikingar næsta ár, men upprunaligu boðini frá samgonguni vóru, at tað var ikki rúm fyri at seta pening av til endamálið næsta ár. Men nú í seinastu løtu, er samgonga so samd um at seta fimm milliónir av til Suðuroyartunnilin næsta ár.