Tað runnu í fjør 17.069.024 fleiri skattakrónur í kommunukassan í Klaksvík, enn tað gjørdu í 2018. Tað vísir fyribilsuppgerðin hjá TAKS. Skattainntøkan í Klaksvík var í 2019 fyri fyrstu ferð hægri enn 200 milliónir krónur. Hon var 215.769.753 krónur.
Miðal vøksturin í skattinum í øllum kommununum var í fjør 8,01 prosent.
Í Klaksvíkar kommunu var vøksturin 8,59 prosent. Umframt Klaksvík, Norðoyri og Ánir fevnir Klaksvíkar kommuna um Árnafjørð, Svínoy og tær fýra bygdirnar í Kalsoy – Trøllanes, Mikladal, Húsar og Syðradal.
Lutfalsliga var størsti vøksturin av øllum í Kunoyar kommunu – 20,49 prosent ella 1.017.028 krónur. Skattainntøkan í Kunoyar kommunu var í fjør 5.980.571 krónur.
Stóra virksemið í sambandi við nýggju smoltstøðina á Strond man vera høvuðsorsøkin til, at fólkatalið í Kunoyar kommunu – í bygdunum Kunoy og Haraldsundi – í tíðarskeiðnum 1. november 2018 og fram til 1. november 2019 vaks úr 146 og upp í 155. Økta virksemið og økta fólkatalið sæst aftur í kommunuskattinum.
Í Hvannasunds kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni 16,52 prosent. Hvannasunds kommuna fevnir um bygdirnar Hvannasund, Norðdepli, Depli og Norðtoftir.
Í Fugloyar kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni 12,41 prosent. Fugloyar kommuna fevnir um bygdirnar Hattarvík og Kirkja.
Í Viðareiðis kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni 3,08 prosent.