Nú koyra bilar við nummarplátum í Fugloy

- Farleiðin er altíð ein avbjóðing hjá fólki sum búgva á útoyggj – við veðri, vindi og brimi, sigur borgarstjórin í Fugloyar kommunu, Amalia í Frammistovu.

 

 

Higartil í ár hevur óstøðuga og harðføra veðrið í fleiri umførum lagt samferðluna kring landið lamna. Hetta hevur gingið út yvir bæði koyring hjá Bygdaleiðum og skipini hjá Strandfaraskipum Landsins. Flestu øki, sum eru knýtt at almennu sjóvegis-ella landvegis farleiðunum, hava kent sviðan av nógvu avlýsingunum.

Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sigur, at umframt Rituna, sum røkir farleiðina millum Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík, hava tey eisini tyrluna, sum kemur út til Fugloyar mikudag, fríggjadag og sunnudag í vetrarhálvuni – og eisini mánadag í summarhálvuni.

- Tá tað er ókyrt, og Ritan ikki sleppur til bryggju í Fugloy, sum tað saktans kann vera á vetrardegi, tekur tyrlan postin við. Siglir Ritan ikki um morgunin, fer posturin vanliga yvir í tyrluna, sigur hon.

Amalia í Frammistovu sigur, at hetta vísir seg at rigga væl, tó at farleiðin altíð er ein avbjóðing hjá fólki sum búgva á útoyggj – við veðri, vindi og brimi. Tyrlan tekur ikki fraktina hjá Rituni, tá strandfaraskipið ikki fær siglt vegna veður ella brim, men bara postin.

- Uppgávan hjá tyrluni er í fyrsta lagi at seta ferðafólk av og taka ferðafólk uppí, men tyrlan flýgur bara ein túr hvønn dagin teir dagar, hon flýgur, sigur borgarstjórin.

Í Fugloy eru tey annars rættiliga fegin um Rituna sum ferðamannaskip, og tey halda, at hon er eitt óføra gott skip.

- Vit hava eina ávísa tilkalliskipan, tá farast skal av oynni, og tá veður er, leggur Ritan at bæði í Svínoy, Kirkju og Hattarvík á sama túri. Men, skalt tú úr Hvannasundi við Rituni er bara at møta upp, sigur borgarstjórin.

Eitt, sum leingi hevur fylt nógv hjá teimum, sum búgva í Fugloy, er vegurin millum bygdirnar í oynni, Kirkju og Hattarvík. Onkrir ábøtur eru gjørdar, men hesar muna alt ov lítið, tí vegurin hevur ligið í órøkt og uttan munandi viðlíkahald og dagføringar í eini 20-25 ár.

Borgarstjórin vísir á, at sum árini ganga, og veður, vindur, regn og frost seta síni spor, hevur leingi verið harðliga tiltrongt, at vegurin – allur, sum hann er – verður asfalteraður av nýggjum.

- Tað hevur verið gjørt burtur úr, at bilar í Fugloy ikki koyra við nummarplátum og tískil ikki rinda vektgjald, men soleiðis er ikki longur. Teir bilar og akfør, sum eru í oynni, koyra nú við nummarplátum, leggur hon aftrat.

Fólkatalið í Fugloy er rættiliga fáment, og tí er tað ikki stórt, sum kommunan einsamøll megnar at gera við tí skattagrundarlagi sum er. - Vit eru nú færri enn 50 fólk í Fugloyar kommunu, og tað merkir, at hóast kassin eftir okkara mátistokki er fullur, røkka pengarnir ikki langt kortini, sigur Amalia í Frammistovu, borgarstjóri.

##med2##