Kommunuskatturin vaks við 150 milliónum

Í fjør vórðu góðar tvær milliardir krónur goldnar í kommunuskatti til tær 29 kommunurnar í landinum. Skattainntøkurnar vuksu við 150 milliónum, ið svarar til 8 prosent

Kunoyar kommuna hevði størst framgongd í kommunuskatti, tá ið talan er um prosentvísa hækking. Har var hækkingin 20,5%. Nummar tvey er Sands kommuna við 17,7%, nummar trý er Skálavík við 17%, nummar fýra Hvannasund við 16,5 prosent og nummar fimm Húsavíkar kommuna við 13,5%.

Tað var bara tann eina kommuna í landinum, ið fekk minni inn í kommunuskatti í mun til undanfarna ár. Tað var Fámjins kommuna, ið fekk 0,9 prosent minni inn í skattainntøkum.

Tórshavnar kommuna fekk mest inn í kommunuskatti. Har vórðu 827 milliónir krónur goldnar í kommunuskatti, sum er 54,5 milliónir krónur meira enn í 2018.

Næststørsta kommunan, Klaksvíkar kommuna, fekk 216 milliónir krónur inn í kommunuskatti, sum er 17,1 milliónir krónur meira enn í 2018.

Triðstørsta kommunan, Runavíkar kommuna, fekk 171,2 milliónir krónur inn í kommunuskatti, sum er 15,3 milliónir krónur meira enn í 2018.

Her sæst listin yvir kommunuskattin 2019.

##med2##