Nýggjur bátadráttur gerast í Leirvík

Fyrradagin varð sáttmáli undirskrivaður við Kanjon og KSS um arbeiði at gera ein nýggjan bátadrátt í Leirvík

Bátaeigarar kunnu sostatt síggja fram til at fáa munandi betri umstøður til at draga bátar sínar upp á turt. Møguleiki er eisini at hála bátin upp og gera lætt viðlíkahaldsarbeiði, meðan báturin stendur á bátadráttinum, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Sp/f Kanjon ger jørð-, betong- og el-arbeiðið, meðan KSS tekur sær av stálarbeiðinum. Byrjað verður um hálvan januar, og eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt fyrst í september 2020. Arbeiðið er mett at kosta tilsamans 3 milliónir krónur.

Bátadrátturin verður har, sum gamla bátabrúgvin lá, millum kaiina og nýggja fjøruvegin.