umfatandi repertoire, so tað er ilt at ætla um, hvat teir fara at spæla hetta kvøldið. Men at tað verður dygd, er ongin ivi um, tí tað er ótrúliga dugnaligir tónleikarar, sum fara at standa á pallinum. Okkurt gott [...] sær. Vit hava tað stuttligt saman, sigur Edvard, men fyri at vera eggjaðir til at venja hart og miðvíst mugu vit út at vísa, hvat vit duga og fáa aftursvar frá áhoyrarum, og tað hava vit ikki møguleika [...] elgittara og Jónleif trummar. Teir avgjørdu at venda sær til trioina og spyrja, um teir vóru áhugaðir í, at koma til Føroyar at skipa fyri einum skeiði. At halda verkskeið í tónleiki er ikki ókent. Ofta
tær at vísa henni býin. So tað gekk væl at falla til, sigur hon. Sólgerð heldur, at íslendingar hava betri sans fyri klæðum, enn føroyingar. Men tað er dýrt. Hon sigur, at teir tora eisini betri at ganga [...] Ásgerisdóttir, leiðara. Á Sjómansheiminum siga tey, at roynt verður at fáa fleir føroyingar at arbeiða har yviri um summarið, men tað gongur ikki betri enn væl at fáa nakran. Hendan dagin, Sosialurin vitjaði [...] til at fáa eyga á hesar báðar bygningarnar, er lætt at navigera til Brautarholt nummar 29, sum er adressan hjá Ørkini. Sjómansheimið varð vígt í 1991. Og hóast tað ikki var líka drúgt sum hjá Nóa at byggja
slagi. T.v.s. at stuldurin kann vera eitt tekin um ávísar trupulleikar tann ungi hevur at dragsast við. Eitt tekin um mistrivna, um sálarliga órógv, um at eingin gevur teimum gætur, og at tey tí eru farin [...] seinasta enda eisini hava verið nøgd og fegin um tað. Samstarvið millum barnaverndina og løgregluna fer altíð fram í vissuni um, at vit umboða hvør sín part, men at vit vilja tað sama, at bæði børn og familjum [...] eisini, at tað eru ymiskar orsøkir til at ung fólk viðhvørt taka vøru ella annað uttan at gjalda fyri tað, og at tey allar flestu munnu hava roynt tað á ein ella annan hátt. Vit eru eisini vitandi um, at tey
vildi siga var, at hann í vár gavst á HF í Klaksvík aftaná tilburðin, orsakað av fólkatosinum, og nú er hann farin til Havnar at fáa sær útbúgving. Toldi ikki at drekka Hann segði eisini, at hann nakrar ferðir [...] endaði á Helnabrekku, har teir báðir settu seg at drekka og sovnaðu í bilinum. Út á fyrrapartin var pápi hin ákærda komin og hevði deilt hann fyri at hava koyrt fullur og var farin við billyklunum. Politiið [...] politiið støðu og handtók teir báðar. Tann ákærdi segði seg ongantíð hava sæð mannin, sum var offur fyri harðskapinum. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Rætturin visti, at hin ákærdi, ein 26 ára gamal maður
á kostskúla í Danmørk. Bókin endar við, at hon siglir út av Havnarvág á veg til USA. Umframt at geva eina frálíka, brotakenda tíðarmynd, er bókin fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur [...] og sorgum, sum ungdómar til alla tíð fara at dragast við. Hjá henni fáa barnaárini, ið ikki hava verið so sorgleys altíð, ein brattan enda, tá ið hon skilir, at vaksnamannaheimurin er ikki altíð soleiðis [...] sum hon ikki hevur dugað at sett orð á. Og eins og hon munnu nógv onnur ung hava upplivað nakað tað sama ? og gera tað enn. Tí fara hesar avbera væl skrivaðu endurminningarnar at geva afturljóð hjá nógvum
eina heilhjartaða roynd uppá. Ber so til at grumsa málið uppaftur meira við at taka partapolitikk uppí, ja so er spælið vunnið. Gamalt er at siga, at ikki eigur at verða kastað við gróti, tá ein sjálvur [...] frøast um, uttan mun til, hvat viðkomandi annars heldur um tvørafólk og politisku flokkarnir, sum har hava búleikast. Eyðun tykist vera sera illa kunnaður um hesi viðurskifti og enntá roynir at siga tað [...] kommunumál. Serliga eru tað viðurskiftini, sum hava nakað við Tvøroyri at gera, sum fyri henda bygdaráðsformann eru serliga áhugaverd. Hann skal eitast at royna at vera ein neutralur eygleiðari, sum frá síðulinjuni
skuldi hava verið við til nakað yvirfall, men hann mintist, at hann hevði koyrt í bili saman við hinum, men hann mintist væl, at teir um náttina høvdu sett seg at drekka í bilinum, vóru sovnaðir og vaknaðu [...] tá pápi hin kom at deila og tók billyklarnar. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Hin ákærdi noktaði fullkomiliga at siga nakað, sum hann hevði rætt til. Menninir eru ákærdir fyri at hava tikið ein 51 ára [...] Sjálvt um Føoya Rættur hevði sett tað mesta av týsdagnum av til at viðgera revsimálið móti teimum báðum monnunum, so eydnast ikki henda dag at fáa málið avgreitt, so tað kundi takast upp til dóms. Neyðugt
eg gingu um beinini á hvørjum øðrum uttan, at eitt øvugt orð fall. Ístaðin fyri at práta við meg um hetta, so fær tú bræv í hondina við eini uppsøgn. Um tað er so, at løgmaður metti meg hava sagt nakað [...] tunnilsmálið og siga, at tað er hetta, sum løgmaður hevur sagt meg úr starvi uppá, so er til tað stutt at siga. Eftir at hava verið í Íslandi og kunnað meg um tunnilsarbeiði har, varð farið at gera kanningar [...] leiðir í at velja. Antin at brúka umleið 90 mill kr. til ferju og ferjulegu, at brúka tvær minni ferjur ella at seta arbeiðið uppá tunnilin í gongd aftur. At enda skrivar landsstýrismaðurin, at rættast
Nú jólahátíðin stundar til, eru skúlarnir farnir undir at skipa fyri jólaspølum og tilíkum, sum hoyrir jólini til. Á skúlanum á Trøðni hava tey gjørt nógv burturúr. Ein myndaligur leikur við tónleiki sum [...] Joensen, sum hava staðið fyri leikritinum. Eini 20 - 30 næmingar á skúlanum framførdu, tvær ferðir í vikuni. Fyrstu ferð fyri næmingum á skúlunum í Havn, og aðru ferð fyri foreldrum og avvarðandi at næmingunum [...] Sjónleikurin ?Súsanna³ er um tíðina, tá nebokanesar fóru úr Juda. Teir tóku bert teir ríku borgararnar við sær til Babilon, har teir dusaðu sær í ríkidømi, ótu og drukku og hildu sær at gaman. Súsanna er kvinna
eru 21 ár. Hjørdis og Katarina lata væl at flokkinum, so væl tey hava møtt, og so góðan hug tey hava at spæla. Tey hava verið ótrúliga tolin. Tær báðar valdu, at tær skuldu ikki sjálvar skriva handritini [...] sær sjálvum, og børnini uppliva tað, sum hava tey sjálv gjørt leikirnar. Tað økir um hug teirra at vera við. Fitt við tey smáu Ikki er vanligt at hava so smá børn at spæla saman við teimum so eldru, tí tey [...] Hesin fasti jólasiður verður ikki niðurlagdur í bræði, tí børnini flokkast um at sleppa at spæla við, og ikki plagar at stanmda á at fáa áskoðarar. Í ár eru tað Hjørdis Johansen og Katarina Nolsøe, sum stjórna