Teir ákærdu søgdu einki

Annar maðurin mintist einki, og hin nokataði at úttala seg um ráa yvirfallið, teir eru ákærdir fyri at hava framt í Klaksvík í vár

Tað gekk illa hjá Føroya rætti í gjár at koma í gongd við revsimálinum, har tveir ungir menn eru ákærdir fyri eitt serliga rátt yvirfall í Klaksvík 26. mars í ár.

Tá rættarfundurin skuldi byrja kl. 10, var hvørgin møttur, men løtu seinni kom annar.

Fundurin varð settur, og hesin 25 ára gamli maðurin, sum gongur á HF í Klaksík, varð avhoyrdur. Hetta var tó ikki nøkur drúgv avhoyring, tí maðurin mintist so lítið frá mikunáttini 26. mars. tá hann hevði koyrt runt í býnum saman við hinum ákærda. Hann mintist hvørki, nær hann varr farin í bilin, ella hvar teir høvdu koyrt, hvørjum klæðum hin var í ella annað.


Sovnaðu í bilinum

Hann hevði drukkið, áðrenn hann fór í bilin, og biltúrurin endaði á Helnabrekku, har teir báðir settu seg at drekka og sovnaðu í bilinum.

Út á fyrrapartin var pápi hin ákærda komin og hevði deilt hann fyri at hava koyrt fullur og var farin við billyklunum.


Politiið broytti støðu

Síðan kom politiið, og ein politistur bað fyrst henda mannin fara, men so broytti politiið støðu og handtók teir báðar.

Tann ákærdi segði seg ongantíð hava sæð mannin, sum var offur fyri harðskapinum. Hann noktaði seg sekan í ákærunum.

Rætturin visti, at hin ákærdi, ein 26 ára gamal maður, var í Havn, so farið varð eftir honum.

Tá hann umsíðir kom, vildi verji hansara fyrst tosa við mannin, og tá tann samrøðan var av, gjørdi verji hansara rættinum greitt, at tann ákærdi als ikki vildi úttala seg um hendingina, ið hann áður yvirfyri politinum hevur noktað seg sekan í. Nú vildi hann ikki siga, um hann viðgekk ella noktaði seg sekan.

Tað einasta hann vildi siga var, at hann í vár gavst á HF í Klaksvík aftaná tilburðin, orsakað av fólkatosinum, og nú er hann farin til Havnar at fáa sær útbúgving.


Toldi ikki at drekka

Hann segði eisini, at hann nakrar ferðir hevur gjørt ymist skeivt, og hann sá nú væl, hvussu býtt tað var. Men nú hevði hann broytt kós. Hann hevði lagt av at drekka, tí hann sá, at tað gekk fyri hjá honum, tá hann drakk.

Síðan hendingina í mars mánaði hevði hann ongantíð drukkið, segði hann.

Teir báðir menninir eru ákærdir fyri náttina 26. mars í ár at hava tikið ein mann upp í bilin í Klaksvík og koyrt hann í bagagurúmið. Sambært ákæruritinum koyrdu teir út í grótbrotið við manninum, hølvaðu hann av við at sláa og sparka høvdið og kroppin á manninum. Síðan varð maðurin aftur koyrdur í bagagurúmi, og kl. hálvgum fimm um morgunin varð hann tveittur úr bilinum.


Lá á sjúkrahúsi

í ein mánað

Tann bukaði maðurin breyt fýra rivjabein og fekk blóðhóping við annað eygað. Aftaná fekk hann lungnabruna og lá fyrst á Klaksvíkar sjúkrahúsi og síðan á Landssjúkrahúsið í ein mánað.

Maðurin hevur sett fram eitt minni endurgjaldskrav móti teimum báðum ákærdu.

Seinnapartin skuldi rætturin avhoyra vitnini í málinum.