Føroyska sjómansheimið Ørkin

Lutaseðlar, kvinnuringur og sjálvboðin arbeiðsmegi eru nakrar av fyritreytunum fyri, at Sjómansheimið Ørkin varð veruleiki eftir at hava verið 18 ár ávegis

Mitt í býnum í Reykjavík liggur føroyska oasan Sjómansheimið Ørkin.

Rímuliga nær við havnina og við útsýnið yvir víkina, sum ikki gevur nøkrum sum helst nakað sum helst eftir.

Ein tvítornað kirkja, Háteigskirkjan, og ein sjómansskúli við høgum torni eru grannar hjá føroyska Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Ber til at fáa eyga á hesar báðar bygningarnar, er lætt at navigera til Brautarholt nummar 29, sum er adressan hjá Ørkini.

Sjómansheimið varð vígt í 1991. Og hóast tað ikki var líka drúgt sum hjá Nóa at byggja sína ørk, tók tað langa tíð at fáa Ørkina í Reykjavík »flotaða«.

Tað gingu 18 ár, frá tí, grundarsteinurin varð lagdur, til sjómansheimið varð vígt.


Summarið er álitið

Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum eigur heimið, og dagligur leiðari er Eirný Ásgeirsdóttir, sum er íslendsk.

Í september mánaða varð Havstein Ellingsgaard, sum í mong ár hevur sitið í stýrinum fyri Sjómansheimið, av Sjómansmissiónini sendur til Reykjavíkar at hjálpa til á Sjómansheiminum. Hann skal verða har yviri til jólar.

Havstein Ellingsgaard sigur, at tað hevur borið til at rikið heimið, síðan tað lat upp í 1991. Tað hevur ikki altíð verið líka lætt, sigur hann, men tað hevur so borið til.

Um summarið er rættiliga nógv fólk á Sjómansheiminum, sigur Havstein Ellingsgaard, meðan veturin er heldur slakari.

Tað er summarsesongin, sum tíverri er alt ov stutt, sum avgjørt skal bera raksturin.

Nakrir fastbúgvandi gestir eru kortini á Sjómansheiminum um veturin. Tað eru fyri tað mesta skúlanæmingar. Og onkur føroyingur er eisini ímillum.

Í løtuni býr bara ein føroyingur fast á Ørkini. Tað er Tórur Restorff Jacobsen úr Hvalvík, sum gongur á tónleikaraskúla í Reykjavík. Hann lærir á øðrum ári at spæla cello.

Annars hava tað verið føroyskir listaskúlanæmingar í Reykjavík, og fleiri teirra hava búð á Ørkini.


Væl útgjørt

Sjómansheimið er nýtt og tí, sum vera man, sera væl útgjørt.

Rúmini eru ljós og hugnalig, og allastaðni er alt sera væl hildið. Rúmini eru útgjørd við øllum tí, eitt nútímans hotel eigur at hava. Bað, telefon, og sjónvarp er standard útgerð.

Av teimum 20 vanligu hotelrúmunum, sum eru á Ørkini, er helvtin upptikin um veturin. Umframt eru tvey størri rúm, sovisalar, har størri ferðaløg kunnu húsast.

Eisini er ein salur, har ymiskar samkomur kunnu haldast.

Hvønn sunnudag seinnapart, klokkan 17, verður hildin kristiligur fundur.

Men eisini aðrir aktivitetir so sum borðtennis og billard eru í hesum salinum.

Og er talan um veitslur av einumhvørjum slagi, ber til at borðreiða fyri 80 fólkum.


Av Skála

til Reykjavíkar

Um summarið arbeiða fleiri fólk á Sjómansheiminum Ørkini. Men nú í vetur eru bara tvær føroyskar gentur, sum arbeiða á Sjómansheiminum, umframt Havstein Ellingsgaard og Erný Ásgerisdóttir, leiðara.

Á Sjómansheiminum siga tey, at roynt verður at fáa fleir føroyingar at arbeiða har yviri um summarið, men tað gongur ikki betri enn væl at fáa nakran.

Hendan dagin, Sosialurin vitjaði Ørkina, stóð hin 19 ára gamla Sólgerð Davidsen av Skála í móttøkuni.

Hon hevði bert verið har yviri í tríggjar vikur, segði hon. Hon er sjálvonnur føroysk genta á Sjómansheiminum í løtuni. Hin er Marianna Vang úr Leirvík.

Umframt at sita í móttøkuni gera tær alt fyrifallandi arbeiði á Sjómansheiminum. Vaska, reiða upp og so framvegis.

Sólgerð sigur, at hon varð liðug við FHS útbúgving í summar og hevði hug at royna okkurt nýtt. Og hon valdi so at royna hetta.

Hon sleppur heim á jólum, sigur Sólgerð. Og tað gleðir hon seg longu til.

Tað er nokk at takast við uttan fyri arbeiðstíð í Reykjavík, sigur Sólgerð. Hon hevur longu hitt einar fimm - seks føroyskar gentur í Reykjavík.

Tær flestu teirra arbeiða eisini har yviri, men onkur gongur í skúla.

Tær vóru óførar, sigur Sólgerð.

Longu fyrsta dagin, hon kom yvir, komu tær at vísa henni býin. So tað gekk væl at falla til, sigur hon.

Sólgerð heldur, at íslendingar hava betri sans fyri klæðum, enn føroyingar. Men tað er dýrt. Hon sigur, at teir tora eisini betri at ganga í sjáldsomum klæðum. Slíkum, sum føroyingar neyvan høvdu farið í, heldur hon.

Íslendingar eru blíðir, sigur Sólgerð. Fólk tykjast hava stóran áhuga fyri Føroyum.

Enn hevur hon ikki lært málið nóg væl, sigur hon, men væntar, at tað man fara at koma.

Annars heldur Sólgerð, at tað virkar heimligari í Íslandi enn í Danmark. Tað er rúmligari og lættari fyri andanum.