Sjálvt um Føoya Rættur hevði sett tað mesta av týsdagnum av til at viðgera revsimálið móti teimum báðum monnunum, so eydnast ikki henda dag at fáa málið avgreitt, so tað kundi takast upp til dóms. Neyðugt var at útseta, og næsti rættarfundur verður neyvan fyrr énn í nýggja árinum.
Sum nevnt í blaðnum í gjár, vórðu teir báðir ákærdu avhoyrdir fyrrapartin týsdagin. Annars mintist einki til, at hann skuldi hava verið við til nakað yvirfall, men hann mintist, at hann hevði koyrt í bili saman við hinum, men hann mintist væl, at teir um náttina høvdu sett seg at drekka í bilinum, vóru sovnaðir og vaknaðu, tá pápi hin kom at deila og tók billyklarnar.
Hann noktaði seg sekan í ákærunum.
Hin ákærdi noktaði fullkomiliga at siga nakað, sum hann hevði rætt til.
Menninir eru ákærdir fyri at hava tikið ein 51 ára gamlan mann upp í bilin, at hava koyrt hann út í gamla grótbrotið, har maðurin varð sparkaður og sligin, og síðan koyrdu teir runt í býnum við honum í fleiri tímar, áðrenn teir tveittu hann úr bilinum á gøtuna.
Seinnapartin vórðu trý vitni avhoyrd, men vitnisfrágreiðingarnar gjørdu ikki málið stórt greiðari.
Fyrta vitnið var ein maður, sum hesa náttina hevði verið uppi og úr vindeyga sínum hevði hann sæð ein bil, einar 500-600 metrar frá húsum sínum. Sambært politifráreiðingini hevur hesin maður nakrar dagar eftir hendingina greitt politinum frá, at hann við bilin hevði sæð tveir menn, sum tóku ein triðja úr bagasjurúminum.
Tað mintist hann einki til nú.
Annað vitni var maðurin, sum var bukaður.
Hann hevði hetta kvøldið verið í føðingardegi, gekk sær ein túr, og áðrenn hann visti av varð hann trýstur inn í ein bil, sum við nógvari ferð koyrdi út í grótbrotið, har hann varð drigin úr bilinum og avhølvaður. Síðan høvdu teir aftur koyrt hann í bagasjurúmið og varð sum ein eplasekkur tveittur hann í býnum.
Báðir menninir høvdu sparkað og sligið seg, segði maðurin, sum fekk so nógv mein, at hann aftaná lá næstan ein mánað á sjúkrahúsi.
Hann kendi hvørgan mannin í bilinum, men tá politiið dagin eftir kom við teimum báðum handtiknu, kendi hann báðar aftur.
Men tað løgna var, at maðurin ikki kendi menninar aftur í rættinum týsdagin.
Tá maðurin var tveittur av ta náttina, fór hann grulvandi inn í húsinum hjá einum sykinabarni, sum var tann, ið meldaði hendingina.
Hesin maðurin var triðja vitnið.
Hann greiddi frá, at úthurðin hjá teimum hevði staðið opin, og hann vaknaði við, at tann illa viðfarni maðurin stóð í kamarshurðini.
Hann fór beinanvegin upp og hjálpti hinum, og meldaði.
Konan var eisini farin upp , og tá hon kom niður í køkin, sótu tveir menn har við fløsku. Vitnið hevði sagt teimum, at høvdu teir nakað við yvirfallið at gera, so hevði hann longu meldað.
Annan av teimum ákærdu, sum báðir vóru í rættarsalinum, kendi vitnið aftur frá tí náttini, og hann kendi hann eisni frammanundan, men hin kendist hann ikki við. Hann upplýsti annars, at hann ta náttina hevði spurt hin mannin, hvør hann var, og hevði fingið navnið á honum. Á rætttarfundinum varð vitnið ikki spurt, um hetta skuldi skiljast sum, at hann meinti tað var ein annar maður enn tann ákærdi.