Í ár eru 10 ár liðin, síðan Havnar Sjónleiakrfelag á fysta sinni framførdi Leikhús Jól.
Hesin fasti jólasiður verður ikki niðurlagdur í bræði, tí børnini flokkast um at sleppa at spæla við, og ikki plagar at stanmda á at fáa áskoðarar.
Í ár eru tað Hjørdis Johansen og Katarina Nolsøe, sum stjórna. Hjørdis var eisini við í fyrstu Leikhús Jólum fyri 10 árum síðan.
Tað eru tveir leikir í Leikhús Jólum í ár. Annar er ein nissuleikur, sum tey nevna Gívurin og jólini, og hin eitur Lítli Gutti. Lítli Gutti hevur áður verið við í Leihús Jólum og er sloppin við aftur nú, men søgan er ikki heilt tann sama sum í upprunaligu søguni um jólaeingilin og Lílta Gutta.
Umstøðurnar at venja Leikhús Jól hava ikki verið tær bestu, tí pallurin í Sjónleikarhúsinum hevur verið upptikin líka til nú av leikinum Ísblomstrið. Tey hava tí verið noydd at venja í øðrum hølum.
- Men tað hevur gingið ótrúliga væl, siga Hjørdis og Katarina.
Tað krevur ikki sørt av hegni at fyriskipa einum slíkum tiltaki, tí 26 børn eru við, og tey yngstu eru fimm ár. Elstu leikararnir eru 21 ár.
Hjørdis og Katarina lata væl at flokkinum, so væl tey hava møtt, og so góðan hug tey hava at spæla. Tey hava verið ótrúliga tolin.
Tær báðar valdu, at tær skuldu ikki sjálvar skriva handritini. Tær byrjaði við dramavenjingum, og út frá hesum formaðu børnini sjálv leikirnar. Hugskotini koma frá tí, sum børnini sjalv gjørdu spontant undir venjingunum.
Upp á tann mátan blivu leikirnir til av sær sjálvum, og børnini uppliva tað, sum hava tey sjálv gjørt leikirnar. Tað økir um hug teirra at vera við.
Fitt við tey smáu
Ikki er vanligt at hava so smá børn at spæla saman við teimum so eldru, tí tey smáu fata ikki tað sama sum tey størru. Men tað hevur gingið ómetaliga væl, og tey stóru hava verið einastandandi fitt við tey smáu, sum spæla nissupinkur og einglapinkur.
Tær hava lagt tað soleiðis til rættis, at berst teimum smáu frá onkran dag, er tað eingin ólukka. Tey heilt smáu skulu siga siga nakað, men afturfyri hava tey úr at gera, tí tey somum spæla bæði einglar og nissur, skulu skifta, og tey noyðast at tuska aftur og fram.
Tey størru hava skyldu til at møta til hvørja vending og sýning.
Umframt teir 26 leikararnar, kemur Jógvan Telling eisini við sínum barnakóri frá Tórshavnar Muikkskúla. Tey børnii eru 15-20 í tali.
Leikhús Jól er ein familjusýning,og tað merkir, at eisini heilt smá børn fáa nakað burtúr at síggja leikin. Stórur dentur er lagdur á, at gera søgurnar einfaldar. Tað verður ikki sagt so nógv, har er meira við rørslum. Og nógvir sangir.
Leikirnir er eisini einfaldir á tann hátt, at lítið og einki er gjørt burtur úr pallinum, sum Annika á Lað hevur fyriskipað.Flestu klæðini, sum børnini eru í, eru úr húsinum, men okkurt hevur Hjørdis tó seymað.
Haraftrat hava tær valt at halda leikinum undir einum tíma, tí longur orka smá børn ikki at sita.
Upp á henda máta eru Leikhús Jól eisini væl egnað at vitja hjá fólki, sum kunnu enda túrin í býnum saman við børnunum í Sjónleikarhúsinum.
Flestu sangirnir í leikinum eru jólasangir, sum børnini kenna.
Leikhús Jól verða fyrstu ferð framførd mikudagin kl. 18, og framførslur verða síðan gerandisdagar kl. 18 og sunnudagar kl. 16, hvønn dag fram til 21. desember - um fólk halda fram so leingi við at koma til sýningarnar. Men tað verður neyvan nøkur neyð, tí Leikhús Jól plaga at verða væl vitjað.
Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan hvørji sýning. Atgongumerki kunnu ikki leggjast av.
Atgongumerkið kostar 30 krónur fyri bæði stór og smá.
Stórur áhugi
Sjónleikarhúsið lýsir ongantíð eftir børnum at spæla við í Leikhus Jólum, tí so hevði verið heilt galið. Áhugin er frammanundan so stórur, at øll ikki sleppa við.
Tær hava roynt at velja út sum frægast, so nøkur roynd eru við, men samstundis eru Leikhús Jól fyrsta høvi hjá fleiri børnum at royna seg á pallinum.