Næmingarnir á Skúlanum á Trøðni framførdu jólaleik

Í vikuni eru tey farin undir jólastakið á Skúlanum á Trøðni. Í vikuni var sjónleikurin ?Súsanna³ framførdur fyri fullsettum sali. Anna Sofía Restorff og Sólmundur Joensen hava skrivað og lagt leikin til rættis. Aftaná var krubbuspæl



Nú jólahátíðin stundar til, eru skúlarnir farnir undir at skipa fyri jólaspølum og tilíkum, sum hoyrir jólini til.

Á skúlanum á Trøðni hava tey gjørt nógv burturúr. Ein myndaligur leikur við tónleiki sum fylgispæl er skrivaður í ár. Umframt tað var krubbuspæl.

Tað ery tey bæði Anna Sofía Restorff og Sólmundur Joensen, sum hava staðið fyri leikritinum.

Eini 20 - 30 næmingar á skúlanum framførdu, tvær ferðir í vikuni.

Fyrstu ferð fyri næmingum á skúlunum í Havn, og aðru ferð fyri foreldrum og avvarðandi at næmingunum á Trøðni.

Tá myndamaðurin á Sosialinum vitjaði, framførdu næmingarnir fyri fullsettum sali.

Sjónleikurin ?Súsanna³ er um tíðina, tá nebokanesar fóru úr Juda. Teir tóku bert teir ríku borgararnar við sær til Babilon, har teir dusaðu sær í ríkidømi, ótu og drukku og hildu sær at gaman.

Súsanna er kvinna, sum dómarar í Babilon dømdi at verða steinað til deyðis.

Tá kemur Dánjal, profetur henni til hjálpar, og Súsanna sleppur undan deyðadóminum.

Hóast ógvusligu og hendingaríku søgugongdina, so endar alt í øllum góðum, verður sagt á Skúlanum á Trøðni.

Jólaframførslan á skúlanum á Trøðni var í tveimum pørtum. Tá leikurin var av, var krubbuspæl, har Jósef, Maria og jesusbarnið vóru høvuðsleikarar.