neystunum á havnarlagnum í heimbygdini. Ætlanin er, sum vera man, at gera neystið til ein bát í niðaru hæddini, meðan ætlanin er at nýta ta ovaru hæddina til eitt stað at hugna sær í. Júst hvussu, er ikki endalig [...] heima í summarfrí. Hjá Magnusi og Jacobi var tað so, at neystagrundin varð stoypt í fjør, og hevur arbeiðið ligið so at siga stilt fram til í farnu viku. - Vit byrjaðu faktiskt at arbeiða aftur í gjár. [...] hevur lært í praksis, sigur Magnus. Hann lesur í løtuni til sivilverkfrøðing, men hevur eisini onnur áhugamál. Saman við pápa sínum, Jacob, sum er útlærdur timburmaður, vóru teir til arbeiðis í Hvalvík hósdagin
luttók hann nevniliga í DM í lættvekt í U19-aldursbólkinum. Kappingarnar eru deildar upp í U15, U17 og U19, men av tí at Tór seinni í ár verður 17 ár, slapp hann ikki at luttaka í U17. Men tað bilti kanska [...] millum fremstu boksararnar í ríkinum, og tað gongur væl. Um páskirnar gjørdist 16 ára gamli Tór Norddahl, sum er hálvur havnarmaður, danmarksmeistari í lættvekt í U19-aldursbólkinum. Í fótasporum Kesslers Tað [...] vinna gull og varð krýndur bestur í Danmark í U19-aldursbólkinum. - Tað vóru fimm við í mínum vektklassa. Lutakastið fall soleiðis, at eg skuldi vinna ein dyst fyri at koma í finaluna. Vit boksa trý umfør
hallarpolitikki, er í holt við at undirgrava amboðsfimleikin í Føroyum? Eg havi ringt við at trúgva hesum, men tað var júst ta fatan eg fekk, tá eg sá ítróttatíðindi í sjónvarpinum fyrst í vikuni. Ávaringarljós [...] venjingar í flest øllum hallunum. Serfrøðin innan fimleikin, t.d. venjarin, kann væl fylgja við yvir í hesar hallir. Ja sjálvt stór-trampolinir finnast ymsa staðni runt í landinum, sum kunnu setast upp í nærum [...] na í FIMI at venja styrki og smidigheit hjá hondbóltsspælarum. Serliga tá hugsað verður um, at amboðshøllin í FIMI enn er einasta høll í Føroyum, sum er bygd og serliga útgjørd til amboðsfimleik. Í hesum
efer í Danmark. Endamálið við stovningini er, at hetta felagið skal bøta uppá tað vánaliga lagið, sum valdar millum kommunalu sløkkiliðini í Føroyum. Eg síggi eisini í eini grein í einum blaði í Danmark [...] herfyri í Dimmalætting um eitt nýstovnað felag fyri sløkkiliðsmanningum í Føroyum, so er støðan tann, at leiðarin á brandstøðini í Tórshavn nú hevur stovnað eitt nýtt felag fyri sløkkiliðsleiðarum í Føroyum [...] eina ferð um mánaðin í 8500 eintøkum, at Føroyar verða ikki júst róstar fyri síni avrik í tíðarrokningini »áðrenn ein ávísur maður kom higar«. Greinin sigur millum annað, at sløkkiliðið í Tórshavn er sum »pigerne
hevur als ikki verið uppi í hesum máli, og heldur tað eisini hevði verið skeivt, um hann hevði lagt seg út í eitt mál hjá limunum í Uttanlandsnevndini. -Eg haldi allir limir í Uttanlandsnevndini eru búnir [...] -Nevndarval og formansskipan í løgtinginum eigur ikki at verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er [...] og samgongan sum so eiga einki í hesi prosessini. Teir hava als ikki verið við í henni. -Men tá tit hildu tað vera gott, at størsti andstøðuflokkurin nú fekk formanssessin í hesi nevnd, hví hava tit so ikki
um er í stuttum at flyta nakrar av pengunum, sum føroyska samfelagið í dag brúkar til at keypa olju, til íløgur í varandi orkukeldur. - Brúka til dømis 400 milliónir krónur um árið til íløgur í varandi [...] sum dømi íløgur í vindmyllulundir, í vind/vatn orkuskipanir og íløgur í jarðhita og sjóvarhita. Suðuroy Av nevndu orsøkum er Kári M. Mortensen ein íðin forsprákari fyri at gera íløgu í eina varandi orkuskipan [...] hjá Suðuroynni. Í stuttum snýr verkætlanin seg um at brúka vindorku til at pumpa vatnið úr Ryskivatni niðanaftur í Miðvatn fyri á tann hátt at endurnýta og økja vatnorkuna í orkuverkinum í Botni. Sambært
tosað um at gera umhvørvið í Tórsgøtu til ein miðdepil í Havnini, og forkvinnan í mentanarnevndini í býráðnum, ivast ikki í, at nýggja spælistaðið kann vera við til at savna fólk í Tórsgøtu. - Eg rokni við [...] vera eitt hús við lívið í bæði um dagin og um kvøldið, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráðið. Komandi tíðina verður tað ítøkiliga innihaldið í spælistaðnum orðað. Fyri [...] gera Reinsaríðið í Tórsgøtu til eitt spælistað. Við 7,1 millión krónum, sum eru settar av í hesum fíggjarárinum, er ætlanin at umvæla húsið, soleiðis at tað kann gerast eitt livandi stað í miðbýnum. - Ætlanin
kloakkviðurskiftini í rættlag, har tað serliga í teimum smærru bygdunum ikki er komið á mál. Innan sosiala økið er kommunan júst farin í gongd við at byggja tveir nýggjar barnagarðar. Annar í Søldarfirði og [...] 90 mió. krónur. Stórur partur av skúlanum er tikin í brúk, og tað sum manglar at gera liðugt, er í høvuðsheitum aulan, matstovan og bókasavnið. Júst bókasavnið ætlar nývaldi borgarstjórin at leggja stóran [...] arbeiða undir. Nógv vinnulív er í kommununi, og eisini her ætlar Magnus Rasmussen at virka fyri góðum kørmum. Á íbúðarøkinum er støðan tann, at ov fá grundøki eru í miðstaðarøkinum í kommununi – sum eru Runavík
vinnandi felagið í føroysku 1. deildini, KÍ. Tá ið HB seinast gjørdist føroyameistarar í 1990, var tað júst á triðseinasta leikdegi í Klaksvík hin 16. september 1990. Ta ferðina vann HB 3-0 í Klaksvík, og [...] tann stinnasta í landinum. Haraftrat var miðjan stak góð, serliga eftir at Rói Árting kom á vøllin tíðliga í fyrra hálvleiki. Í álopinum spældi Súni Fríði Johannesen helst sín besta dyst í ár. VB liðið var [...] minuttirnar HB helt fram í seinna hálvleiki, har sum teir sleptu í fyrra. Bara tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið einir fýra HB?arar spæla ímillum sín inni í brotsteiginum hjá VB. Bólturin
– Eg havi verið í fyritøkuni í eitt hálvt ár, og noyðist at seta meg inn í nógv viðurskifti. Millum annað hvussu okkara deildir kappast við aðrar handlar. Eg má skilja kappingina her í Føroyum eisini, [...] virksemið uttan fyri Danmark. – Vit merkja undanvind í løtuni í fyritøkuni, og ynskja at víðka um virksemi. Til hetta hava vit eitt gott grundarlag í fyritøkunum í bæði Danmark og Føroyum, sigur Simon Stampe, [...] komin inn í fyritøkuna við altjóða royndum. Síðani hann kom hevur hann vitjað nógv í teimum ymsu deildunum hjá fyritøkuni. Hann skal vera við at lyfta, menna og vaksa um virksemi hjá fyritøkuni, sum í dag hevur