Undirgravar Tórshavnar Kommuna amboðsfimleikin?

Anni Kyster
----

Skal amboðsfimleikurin víkja fyri at aðrar ítróttargreinar kunnu venja styrki og smidigheit í einastu serbygdu amboðsfimleikahøll í landinum?
Hetta var tað fyrsta eg hugsaði, tá eg fyrr í vikuni sá eitt innslag í sjónvarpssendingini ‘3-2’, sum snúði seg um eina avtalu millum eitt hondbóltsfelag og eitt fimleikafelag, har hondbóltsspælarar kunnu koma inn í fimleikahøllina FIMI at venja styrki og smidigheit.

Gott hugskot - skeivt stað!
Sjálv havi eg ikki nakað ímóti, at hondbólturin fær møguleikan at útnytta ta vitan um grundvenjing, sum finst innan fimleikin. Faktiskt haldi eg, at eitt slíkt tvørítróttarligt samstarv er eitt sera gott hugskot.
Tí var eg eisini eina løtu eftir innslagið í ‘3-2’, eitt sindur ørkymlað av, at eg, sum havi brúkt stóran part av lívi mínum at arbeiða fyri fimleiki og breiða (vitan um) fimleik til øll, kundi loyva mær at reagera so negativt upp á slíkt samstarv. Kjarnin, fann eg útav var, at eg ikki haldi, at FIMI er rætta staðið at fremja slíkt samstarv, í hvussu so er ikki, so leingi amboðsfimleikinum vantar venjingartímar.
Tí eri eg ímóti, at amboðsfimleikurin skal svíða fyri, at aðrar ítróttargreinar brúka venjingartíðir í amboðshøllini í FIMI, at venja nakað, sum kann venjast stórt sæð alla aðrastaðni í Føroyum. Tað er einki, sum talar fyri at hetta skal fyriganga í FIMI. Tí er tað sjálvandi eyka keðiligt, at ein annars mennandi tvørítróttarlig avtala skal undirgrava amboðsfimleikin við at fyriganga í FIMI. – Amboðsfimleikurin, serliga úrvalsamboðsfimleikurin, kann nevnliga ikki fyriganga aðrastaðni.

Hví styrkivenja í einastu amboðshøllini?
Men hví haldi eg so, at tað ikki er neyðugt hjá hondboltsspælarum at venja styrki og smidigheit í amboðshøllini í FIMI?
Sum sagt kann styrki og smidigheit venjast stórt sæð allastaðni. Nógvar hallir eru í kommununi, bæði ítróttarhallir, har hondbolturin jú hevur forrætt, og fimleikahallir á øllum skúlunum, har flest øll sleppa framat. Eisini finst útgerð til styrkivenjing og aðrar venjingar í flest øllum hallunum. Serfrøðin innan fimleikin, t.d. venjarin, kann væl fylgja við yvir í hesar hallir. Ja sjálvt stór-trampolinir finnast ymsa staðni runt í landinum, sum kunnu setast upp í nærum øllum hallum. – Tí er als ikki neyðugt at brúka amboðshøllina í FIMI at venja styrki og smidigheit hjá hondbóltsspælarum. Serliga tá hugsað verður um, at amboðshøllin í FIMI enn er einasta høll í Føroyum, sum er bygd og serliga útgjørd til amboðsfimleik. Í hesum sambandi er týdningarmikið at minnast til, at amboðsfimleikur kanska er tann ítróttargrein, sum krevur flest venjingartímar fyri veruliga at kunna mennast.

Undirgravandi kommunalur hallarpolitikkur?
Fyri mær virkar tað upplagt, at tað er amboðsfimleikurin, sum fyrst fær sín tørv nøktaðan í amboðshøllini í FIMI, áðrenn høllin verður brúkt til onnur endamál enn tað, sum høllin veruliga er bygd til. Tí siti eg eftir við einum spurningi: Er tað so, at Tórshavnar kommuna, við sínum hallarpolitikki, er í holt við at undirgrava amboðsfimleikin í Føroyum?
Eg havi ringt við at trúgva hesum, men tað var júst ta fatan eg fekk, tá eg sá ítróttatíðindi í sjónvarpinum fyrst í vikuni.

Ávaringarljós blinkað – glíðibreyt hómast
Nú, tá eg ikki longur eri so aktiv innan fimleikin, er tað ikki líka nógv, sum ‘fær mítt piss í kók’ á hesum øki. Tó má sigast, at júst hetta mál er eitt undantak. Eg haldi at hetta er so langt úti, at ein og hvør, sum er góður við amboðsfimleikin, ja við ítróttin sum heild, eigur at fara upp í tað ‘reyða feltið’.
Vit eru tí fleiri, verið tað fimleikarar, hallarumsiting ella politikarar, sum eiga at seta okkum nakrar grundleggjandi, prinsipiellar spurningar:
Skulu vit fimleikarar (fyrrverandi og núverandi), sum í so nógv ár hava arbeitt fyri at fáa eina serliga amboðsfimleikarhøll, leggja okkum skerfløt og góðtaka, at aðrar ítróttargreinar fáa framíhjárætt í hesi høll, framum amboðsfimleikin?
Skulu hallarmyndugleikarnir, sum áður hava sett karmar fyri hallarbrúk, grundað á serlig prinsipp um menning og javnstøðu, lata hesi prinsipp fara fyri bakka, og spakuliga máa grundarlagið undan menningini av amboðsfimleikinum?
Kunnu politikarar, bæði teir, sum standa á odda fyri hesi kommunu og teir sum hava ábyrgdina fyri mentanar- og ítróttarøki hjá kommununi, liva við at teirra eftirmæli verður, at teir hugdu passivt at, meðan grundarlagið varð tikið undan amboðsfimleikinum í Havn?
Ávaringarljósini eiga at blinka hjá einum og hvørjum, sum hevur við amboðsfimleikin at gera. Faktisk eiga tey at blinka so ógvusligt, at eingin fær frið fyrr enn henda glíðibreytin vit nú eru á veg inn á, verður beind burtur, skjótast til ber.