Lambamaður avloysir lambamann

Atkvøðuslúkurin á kommunuvalinum í Runavík, Magnus Rasmussen, verður nýggjur borgarstjóri fyri landsins triðstørstu kommunu. Líka sum undanmaður hansara, Hans Jacob Lamhauge, ið ikki stillaði uppaftur, er komandi borgarstjórin ættaður úr Lamba

Kommunuval

 

Nýggja kommunala kometin í Runavík er ein 45 ára gamal lambamaður, sum eitur Magnus Rasmussen. Við sínum 219 atkvøðum fekk hann 57 atkøvður fleiri, enn næstvaldi á listanum. Eitt sera flott úrslit, tá hugsað verður um, at lambamaðurin er fullkomiliga nýggjur í politikki og stillar upp fyri fyrstu ferð.

Lærarabygdin Lamba hevur havt fleiri borgarstjórar. Undanmaðurin á borgarstjórasessinum, Hans Jacob Lamhauge, sum tók yvir mitt í valskeiðinum, tá Rodmund Nielsen legði frá sær, er eins og 45 ára gamli Magnus Rasmussen, bæði lambamaður og lærari.

Umframt hetta er nýggi borgarstjórin bóndi í heimbygdini, har hann eisini býr saman við konu síni Eydnu, ið er ættað úr Fuglafirði, og børnum teirra, Jákupi, sum er 13 ára gamal, og Kirstin, ið er 10 ár.

Sum borgarstjóri lovar Magnus Rasmussen hvørki gull ella grønar skógir, tí hesum loyva fíggjarligu karmarnir ikki í løtuni, sigur hann. Hann fer at leggja stóran dent á at reka ein skynsaman fíggjarpolitikk, eins og at arbeiða fyri at fáa kommununa at virka sum eina eind. Runavíkar kommuna fevnir um heilar 14 bygdir, ið strekkja frá Æðuvík fyri sunnan til Funnings fyri norðan. Tað vil siga næstan alla longdina á Eysturoynni eftir miðjuni á Føroyakortinum. Tær flestu bygdirnar, sum eru komnar upp í Runavíkar kommunu tey seinnu árini, hava eina staðarnevnd, har áhugamálini hjá tí einstøku bygdini verða viðgjørd. Sum borgarstjóri verður Magnus Rasmussen fastur limur í hesum nevndum saman við einum bygdaráðslimi afturat, meðan hini trý í nevndini eru úr einstøku bygdunum.

Onnur hjartamál hjá nýggja borgarstjóranum eru umhvørvis-, sosiala- og mentanarøkið. Á umhvørvisøkinum fer Magnus Rasmussen at arbeiða fyri at fáa kloakkviðurskiftini í rættlag, har tað serliga í teimum smærru bygdunum ikki er komið á mál.

Innan sosiala økið er kommunan júst farin í gongd við at byggja tveir nýggjar barnagarðar. Annar í Søldarfirði og hin á Skála.

 

Nógv hjartamál

Sum lærari hevur Magnus Rasmussen stóran áhuga á mentanarliga økinum, har skúlamál er ein týdningarmikil partur. Kommunan er í ferð við at byggja nýggjan skúla í Runavík, sum upprunaliga varð mettur at kosta 85 mió. krónur. Síðani eru onkrar broytingar gjørdar. Millum annað er aulan gjørd eitt sindur størri, so samlaði kostnaðurin helst verður einar 90 mió. krónur. Stórur partur av skúlanum er tikin í brúk, og tað sum manglar at gera liðugt, er í høvuðsheitum aulan, matstovan og bókasavnið. Júst bókasavnið ætlar nývaldi borgarstjórin at leggja stóran dent á at fáa so gott og vælútbygt sum møguligt. Eftir ætlan skal skúlin helst verða heilt liðugur til várs. Dýra skúlabyggingin avmarkar sjálvandi samlaðu íløguorkuna hjá kommuni, vísir hann á.

Eisini hevur Magnus Rasmussen alsk til tað søguliga og siðsøguliga og vil arbeiða fyri, at feløg, ið virka á hesum økinum – til dømis Forni og Høganes – fáa bestu møguligu karmar at arbeiða undir.

Nógv vinnulív er í kommununi, og eisini her ætlar Magnus Rasmussen at virka fyri góðum kørmum. Á íbúðarøkinum er støðan tann, at ov fá grundøki eru í miðstaðarøkinum í kommununi – sum eru Runavík, Saltangará og Glyvrar – hóast trýstið frá bíðilistanum er minkað í takt við, at peningastovnarnir hava strongt í, og at tað tí er verri hjá fólki at fáa húsafígging. Uttanfyri miðstaðarøkið er grundstykkjatørvurin nøktaður.

Eins og undanmaður hansara sum borgarstjóri gongur Magnus Rasmussen inn fyri fleiri kommunusamanleggingum og ætlar sær at taka stig til samráðingar við grannakommunurnar, Nes- og Sjóvar kommunur, so kommunan, ið hevur upp ímóti 4000 íbúgvum, gerst uppaftur sterkari. Koma hinar báðar kommunurnar við Skálafjørðin uppí, verður talan um ein kommunu við 6000 íbúgvum, ið harvið gerst landsins næststørsta.

 

Tvær ferðir í farloyvi

Hóast lærari síðani 1986 hevur Magnus Rasmussen eisini roynt seg aðrastaðni, tí hesi 22 árini hevur hann í tveimum førum tikið farloyvi í tilsamans trý ár. Tvey av árunum arbeiddi hann sum fiskasøluseljari og eitt ár í alivinnuni og við fyrifallandi arbeiði hjá kommununi.

Nývalda býráðið í Runavíkar kommunu skipaði seg á felags fundi fyri allar ellivu býráðslimirnar seinnapartin í gjár. Nýggjur næstformaður er Sæunn Ó. Hansen í Saltangará. Eins og Magnus Rasmussen er hon eisini nývald, men hevur fyrr sitið í býrðanum undan valinum í 2004.

Til valið vóru tríggir ópoltitiskir listar at velja ímillum. Listi A, sum bæði borgastjórin og varaborgastjórin vórðu vald á, fekk seks fólk inn, listi B fekk fýra og listi C ein býráðslim. Nyggja býráðið í Runavíkar kommunu sær soleiðis út: Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Arnfinn Langaard, Kristian Gaardbo, Beinta Olsen, Magnus Rasmussen, Bjarni Kjeld, Kári Jacobsen, Hans Jákup Johannesen (vann í lutakasti við Bárð K. Nielsen), Karl Rasmussen, Klæmint Østerø og Fríðbjørg Weihe.