Viðvíkjandi viðmerkingum og greinum, sum hava staðið í bløðunum Brandværn og Dimmalætting um m.a. nýstovnað felag fyri sløkkiliðsleiðarar, loyvi eg mær at gera hesar einastu og endaligu viðmerkingar.
Soleiðis, sum eg síggi gongdina út frá eini grein herfyri í Dimmalætting um eitt nýstovnað felag fyri sløkkiliðsmanningum í Føroyum, so er støðan tann, at leiðarin á brandstøðini í Tórshavn nú hevur stovnað eitt nýtt felag fyri sløkkiliðsleiðarum í Føroyum. Felagið er ein partur av Foreningen af Kommunale Beredskabschefer í Danmark. Endamálið við stovningini er, at hetta felagið skal bøta uppá tað vánaliga lagið, sum valdar millum kommunalu sløkkiliðini í Føroyum. Eg síggi eisini í eini grein í einum blaði í Danmark, sum eitur Brandværn, ið kemur út eina ferð um mánaðin í 8500 eintøkum, at Føroyar verða ikki júst róstar fyri síni avrik í tíðarrokningini »áðrenn ein ávísur maður kom higar«. Greinin sigur millum annað, at sløkkiliðið í Tórshavn er sum »pigerne i Nyhav« og gera, hvat tað skal vera fyri at tjena pengar. Hetta nýggja felagið vil við hjálp frá meginfelagnum eisini virka fyri at gera seg galdandi, eitt nú við at ávirka lógarreglur fyri byggingum í Føroyum, sum sambært greinini skulu vera so mangulfullar.
Eg havi annars roynt at fáa orðið á stigtakaran til nýggja felagið at spyrja nærri um hetta, men hann er vist nokk staddur í Danmark, har hann á kredsformansfundi í móðirfelagnum umboðandi Føroyar.
Mín viðmerking, sæð frá mínum sjónarhorni er, at forvirringurin verður totalur, tá íð tílíkar løgnar konstruktiónir verða gjørdar. Støðan er einfalt, at ein maður fær arbeiði á brandstøðini í Tórshavn, sum síðani ferðast oyggjarnar runt og kemur helst fram til, at her er einki líkinda skil á og tekur síðani stig til, at tað gjøgnum felagið fyri Kommunalar Beredskabschefar í Danmark, skal setast skil á her heima.
Hetta minnir um son Dávid kong, Absalom í bíbliusøguni, sum í síni trongd at sleppa at upp í part at ráða, setti seg so uttarlaga í borgshøllini, at fólk, ið komu at vitja myndugleikarnar, noyddust at hitta hann fyrst. Á henda hátt bleiv hann landsins ráðgevi, og Absalom fekk stilla sína trongd. Ein sera talandi mynd!!
Persónliga meti eg avgjørt hetta verða nakað rót, tí hetta merkir, at vit nú hava tvey feløg fyri sløkkiliðsmanningar. Annað teirra er eitt danskt filial, hitt er reint føroyskt. Tað føroyska felagið, íð telur fleiri hundrað limir er myndugleika-viðurkent og luttekur á ymsan hátt í tí almenna tilbúgvingarliga arbeiðinum her heima. Hvat nú við hesum alternativa felagnum, ið telur einar 13 limir, og sum kanska er íkomið av at stigtakarin hevur betri stundir at vera brunaligur ráðgevi kring oyggjarnar enn onnur?
Skal hetta alternativa felagið nú eisini uppí part ?
Tað Føroyska felagið er væl umboðað í síni nevnd av fólki kring um í landinum. Eg kann nevna, at Landsfelag Sløkkiliðsmanna (tað føroyska felagið) virkar aktivt fyri allar oyggjarnar, millum annað hetta, at landið setir skipaða útbúgving á stovn til tess at menna bæði støði og samstarv. Høvuðsumboðanin í kreds 15, sum er tað føroyska liðið í tí danska felagnum, virkar av royndum fyri, at Tórshavnar Sløkkilið skal útbúgva, menna, og ráðgeva okkara sløkkiliðum og kommunum, eins og gjørt var herfyri í einum tiltaki í samstarvi við Beredskabsstyrelsen í Danmark.
Spola vit nú eitt sindur aftur, so eru tað skjótt 25 ár síðani, at øll fakfeløg og faklig áhugafeløg (t. d. verkfrøðingafelagið og tílík) valdi at blíva føroysk burturav. Man tók ábyrgd av sær sjálvum og sínum egnu viðurskiftum og hevur hetta síðani, eftir vanligum byrjanartrekleikaum, virkað sera væl.
Hondina á hjartað, - Hetta nýggja lagið er ikki vegurin fram. Hetta er klandur, spjaðing og tann reini forvirringur.
Eg meini heilt avgjørt, at hetta við kommunalari tilbúgvingin, menning av sløkkiliðunum, samstarvi og útbúgvingum o.t. er ein uppgáva, sum má og skal lyftast av okkum sjálvum heima - hjá okkum sjálvum. Tað eru vit, sum her búgva, ið skulu mynda samfelagið. Tað er ikki gott, um tað er so, at fólk kanska við turistinnliti og við hópin av hugskotum um, hvussu vit skulu innrætta okkum, taka og kontra tær ofta veiku royndirnar, sum vit sjálvi royna at fáa upp at standa.
Eg vil mæla til, at sløkkiliðsmanningar stuðla tí føroyska felagnum, gera sína ávirkan galdandi í felagnum og syrgja fyri, at júst hetta felagið ger eitt so gott arbeiði í okkara samfelag sum tilber. Tað eru ríkir møguleikar at virka fyri menning, við útgangsstøði í okkara egna felag.
Petur Olsen
Mikkjalstrøð 8
Tórshavn










