Nú verður Reinsaríið tónleikahús

Farið verður nú av álvara undir at gera gamla Reinsaríðið í Tórsgøtu til eitt nýmótans spælistað. Býráðið hevur játtað pening til endamálið, og gongur arbeiðið sum ætlað, kann tónleikahúsið takast í nýtslu fyrst í komandi ári

Rannvá G. Fossaberg

Nú skal ferð setast á arbeiðið at gera Reinsaríðið í Tórsgøtu til eitt spælistað. Við 7,1 millión krónum, sum eru settar av í hesum fíggjarárinum, er ætlanin at umvæla húsið, soleiðis at tað kann gerast eitt livandi stað í miðbýnum.
- Ætlanin er, at tað skal vera eitt hús við lívið í bæði um dagin og um kvøldið, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráðið. Komandi tíðina verður tað ítøkiliga innihaldið í spælistaðnum orðað.
Fyri einum góðum árum síðani varð avgerð tikin um, at Reinsaríðið skuldi verða spælistað hjá føroyskum tónleikarum, men ikki fyrr enn nú kemur ferð á arbeiðið at umvæla húsið.
Arbeiðið at umvæla Reinsaríðið er so smátt farið í gongd, og longu nú er farið undir at lækka og grava gólvið upp. Í næstum fer kommunan at fáa tilboð inn um tær ymsu uppgávurnar, og so verður byrja tær stóru umvælingarnar av álvara.

Fleiri funktiónir
Reinsaríðið verður eitt rútmiskt spælistað, men júst hvussu tað skal brúkast og rekast, er ikki endaliga avgjørt enn.
- Vit hava havt eitt neyvt samstarv við tónleika- og áhugafelagið Mentón. Tey hava í fleiri ár gjørt vart við tørvin á einum spælistaði, og vit ætla framhaldandi at hava samband við tey, nú Reinsaríðið skal gerast til tónleikahús, greiðir Helena Dam á Neystabø frá.
Ikki bert tónleikarar skulu brúka spælistaðið.
- Hetta skal vera eitt hús, sum hevur fleiri funktionalitetir í sær. Eg ímyndi mær, at skúlaungdómar kunnu koma í húsið um dagin, har tey kunnu fáa innlit í tónleikalív, ungdómar kunnu húsast á loftinum, har til ber at hava teldukafé og annars smáar verkstaðir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ætlanin er, at húsið skal vera bundið við Perluna, og á tann hátt ber til at hava ymiskt virksemi í spælistaðnum.
- Húsið skal kunna tæna nógvum, bæði tónleikarum, teimum vaksnu, børnunum og eisini ferðavinnuni.


Varðveita tað gamla
Fyri at Reinsaríðið skal kunna liva upp til tey krøvini, ið verða sett til eitt nýmótans tónleikahús, er neyðugt við umfatandi umvælingum av tí gamla húsinum. Men sambært Helenu Dam á Neystabø verður dentur lagdur á, at partar av tí gamla í húsinum skulu kunna síggjast aftur, tá spælistaðið stendur klárt at brúka fyrst í komandi ári.
- Hetta er ein gamal bygningur, og stórar broytingar mugu gerast, um bygningurin skal tæna sínum endamálið til fulnar. Tí vera verður í løtuni kannað, hvat skal gerast fyri at varðveita tað serliga við húsinum samstundis sum tað verður gjørt til eitt nútímans og fjølbroytt spælistað, sigur Helena Dam á Neystabø.
Leingi hevur verið tosað um at gera umhvørvið í Tórsgøtu til ein miðdepil í Havnini, og forkvinnan í mentanarnevndini í býráðnum, ivast ikki í, at nýggja spælistaðið kann vera við til at savna fólk í Tórsgøtu.
- Eg rokni við, at hetta kann vera við til at fáa lív aftur í býin. Spælistaðið skal fáa fólk at fjølgast í gøtuni og geva teimum innlit í mentan, heldur Helena Dam á Neystabø og leggur afturat:
- Mentanarvinna og tað at skapa mentanarframleiðslu er tann framleiðslan, sum vaksur skjótast, og tað skulu vit sjálvandi vera partur av. Hetta kann kasta nógv annað av sær vinnuliga og eisini ferðavinnuliga.




Mentón fegnast um nýtt spælistað
- Vit hava víst á tørvin í meir enn tíggju ár, og tí er gleðiligt, at Havnin loksins fær eitt spælistað, sum Reinsaríðið verður umvælt til at vera. Tað sigur Rógvi á Rógvu, sum sjálvur er tónleikari og hevur sitið sum formaður í tónleika- og áhugafelagnum Mentón.
Hann vísir á, at stórur tørvur er á einum spælistaði, tí tónleikamentanin er nógv broytt seinastu árini.
- Fyrr høvdu vit eina dansimentan við nógvum dansihølum, har fólk koma inn og dansa til tónleiki, ið verður spældur. Í dag er annarleiðis. Vit eru farin frá dansimentanini til nakað sum er meira, har fólk skapa sín egna tónleik og ynskja meir við tónleikinum. Og til júst tað endamálið manglar ein pallur, sigur Rógvi á Rógvu.
Hóast tónleikarar kunnu spæla tónleik í støðum sum eitt nú Norðurlandahúsið og Sjónleikarhúsið, vísir Rógvi á Rógvu á, at tørvurin er so mikið stórur, at brúk er fyri fleiri spælistøðum.
- Tey hølini kunnu avgjørt brúkast, men tað er ikki nokk. Tónleikarar kunnu spæla á barrum, kaféum, í kirkjum og samkomuhúsum og so framvegis, men tað hevur øll hesi árini mangla ein pallur, har tónleikurin er í hásæti. Tú kanst samanbera tað við at fara til sjónleik. Tá fert tú fyri at hyggja eftir leikinum og ikki fyri at práta við fólk ella drekka øl, sigur Rógvi á Rógvu.
- Við nýggja spælistaðnum verður nógv lættari at skipa fyri konsertum og gera konsertskráir, tí nú veit mann, at eitt høli er tøkt. Eisini verður lættari at gera longri konsertferðir, og eisini at fáa útlendskar tónleikarar hendavegin.