Vestmanna Tó at tíðirnar knappliga eru broyttar, hava vestmenningar ikki slept ætlanunum um at byggja eitt røktarheim í bygdini. Kortini ætlar kommunan sær ikki at leypa fram av, nú vánirnar á ymiskan [...] var ískoyti úr landskassanum ein hálv miljón fyri hvørt búpláss. Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, vísir á, at heimið, sum vestmenningar hava fingið teknað, rúmar 24 fólkum. - Metti kostnaðurin [...] vissu, hvussu landsstýrið ætlar, at kommunurnar skulu síggja út frameftir, sigur borgarstjórin í Vestmanna.
inni á Fjørð í Vestmanna ikki farin aftur til hús enn. Suni Vinther sigur annars, at tað sær út til at hesin skalvurin er minkaður, hóast mesti kuldi annars er máldur á Høgareyni við Vestmanna. Leygardagin [...] skalvalop vóru um vikuskiftið, og eisini har var løgreglan í myndini. Fríggjakvøldið leyp ein skalvur í Vestmanna. Tá kannað varð eftir, vísti tað seg, at bert helmingurin av skalvinum var farin á rull, og restin
Drotningin hevði sjálv biðið um at sleppa upp á unga garpin úr Vestmanna, sum herfyri fekk Ingebøl-steypið fyri bragdið, ið hann framdi ólavsøkudag í fjør. Hennara hátign er verji hjá Ingebøl-grunninum [...] tað ikki hevði verið ein skelkandi uppliving fyri familjuna, og tað játtaðu tey bæði. Alt húski í Vestmanna var við til hátíðarløtuna, og bæði Magnus, yngri bróðurin Tórur, og tey bæði foreldrini vóru í føroyskum [...] Nú vóru fleiri fjølmiðlafólk til staðar, og tað er neyvan lætt hjá einum 9 ára gomlum drongi úr Vestmanna at skula svara spurningum frá eini 10-15 nærgangandi journalistum. Magnus segði eisini, at hann
Toppdystur er í Vestmanna leygardagin, tá fremstu liðini í kvinnudeildini, VB og VÍF, bresta saman. Í løtuni eru fýra stig ímillum liðini, og vinnur VB leygardagin, skal eitt undur til, um tær ikki gerast [...] steypafinaluni var tað eisini VB, sum stóð seg best, og tí eru tær lítil favorittur undan dystinum í Vestmanna. Hjá VÍF er dysturin seinasta útkall, um liðið skal endurvinna meistaraheitið. Tær hava verið nakað [...] kemur rættiligur spenningur í kvinnukappingina aftur. VÍF vann stórsigur á VB í grundspælinum í Vestmanna, og um tað skal endurtakast, so er av stórum týdningi at tær megna at taka broddin av Daivu Tuomaite
Leivur er vestmenningur, sonur Jóhannu, f. Olsen, og Hans Guttesen, bæði úr Vestmanna. Sum 15 ára gamal fór hann í desember 1948 at sigla sum messudrongur við gamla vestmannatrolaranum, Gullfinni. Hann [...] Hann sigldi við Gullfinni í 1949, til hann fór í læru sum maskinsmiðjur á Vestmanna Skipasmiðju. Í 1954 fór hann til Danmarkar at ganga á maskinmeistaraskúla. Eftir at hava tikið fyrra part av útbúgvingini [...] Havn. Har arbeiddi hann til 1979, tá hann fekk starv sum maskinmeistari á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna. Hetta starv røkti hann til 1985. Frá 1985-88 var hann verkførari á verkstaðnum hjá Demich í Havn
mánavís til hátíðarhaldið, og Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum, váttar, at Vágakórið og Vestmanna Sangkór skulu syngja eina kantatu, sum Heini F. Petersen í Sandavági hevur gjørt orð til, og Kári [...] Umframt skal eitt barnakór úr Vágum syngja við tunnilsmunnan, eins og Sørvágs Tónleikarafelag og Vestmanna Hornorkestur í felag skulu framføra okkurt tónleikaverk. Meira við tunnilsstjórin ikki upplýsa, [...] aðrastaðni frætt, at talan er um eitt fylgi av ellisakførum, sum skal við Ternuni seinasta túr av Vestmanna yvir á Oyrargjógv, haðani fylgið tekur VIP'arar, sum har eru komnir, uppí, og flytir fyrst suður
nú tað kom fram, at høllin inni á Fjørð í Vestmanna ikki verður keypt til endamálið, sum annars varð ætlað. ? Ætlanin um at keypa høllina inni á Fjørð í Vestmanna gjørdist tíverri av ongum, orsakað av, at [...] um eina loysn á hølistrupulleikanum hjá skúlanum, soleiðis at ein varandi loysn kann finnast í Vestmanna, sigur hon. Til tann loysnin er funnin, verður arbeitt við at útvega neyðugu hølini, ið kunnu hýsa
10. desember Daniel Petur Jensen, Sumba, 80 ára gamal. 11. desember Alex Nicolajsen, Vestmanna, 75 ára gamal.
hava Johild og Niels Durhuus, Vestmanna, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum og ommu- og abbabørnunum.
Bilsmiðir. Rúni Patursson, Kirkjubøur (Reyni Service), Elin Djurhuus, Vestmanna (Auto Service), Hans Kári Hansen, Sørvágur (Berg Motors)