Nógvir eru um FM boðið

Einki einvíst og greitt tilmæli er hjá kappróðrarfeløgunum at taka støðu til, tá ið tey á ársaðalfundinum í dag skulu gera av, hvar sjeyndi FM kappróðurin skal vera í framtíðini

KAPPRÓÐUR

Róðrarsambandið hevur ársaðalfund fyrrapartin í dag. Málið á skránni, sum hevur fingið mestu viðgerðina, er spurningurin um, hvar sjeyndi FM kappróðurin skal vera í framtíðini.
At tað skulu vera sjey FM kappróðrar í summar og í framtíðini er greitt frammanundan. Tað varð samtykt á útsetta ársaðalfundinum fyri einum ári síðani. Tá hevði kappróðrarfelagið NSÍ eitt uppskot frammi um, at róðrarnir á Eystanstevnu og Varmakeldustevnu skuldu telja við í FM kappingini á hvørjum ári. Síðani tað í 1974 varð farið undir FM kappingina í verandi líki hava Fuglafjørður og Runavík skiftst um at hava ábyrgdina av FM kappróðri.
Aðalfundurin fyri einum ári síðani samtykti, at FM stevnurnar skuldu vera sjey í tali. Men spurningurin, um hvar og hvussu tað skuldi verða við sjeyndu FM stevnuni, varð ikki avgreiddur ta ferðina. Tað var ikki hildið, at málið var búgvið at avgreiða, og tað varð útsett.
Á fundinum í dag skal málið avgerast, men hálvt annað samdøgur undan aðalfundinum vóru ongar ábendingar um, hvørja avgerð limafeløgini í Róðrarsambandi Føroya, RSF, fara at taka. Møguleikarnir eru nógvir at velja í, og einki tilmæli er komið frá nevndini í RSF um, hvat hon heldur vera besta loysnin.

Uppskotini
Á fundinum fyri einum ári síðani fekk nevndin í RSF álagt at koma við einum útspæli til feløgini í seinasta lagi 31. oktober í 2002. Tað gjørdi nevndin. RSF sendi feløgunum fýra møguligar loysnir upp á spurningin.
Tann fyrsta var, at Runavík verður FM vertur á hvørjum ári, at Vestmanna og Fuglafjørður skiftast um eina FM kapping, og at tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum skiftast um Vestanstevnuna.
Tann næsta var, at Vestmanna hevur FM róður annaðhvørt ár og at Skála og Strendur eru vertir hitt árið. Runavík og Fuglafjørður skulu framvegis skiftast, og tær tríggjar bygdirnar í Vágum skulu eiga Vestanstevnuna.
Tann triðja møguliga loysnin var, at Vestmanna og Kollafjørður skulu skiftast um, at Runavík og Fuglafjørður skulu skiftast um, at Vágarnar skulu eiga Vestanstevnuna, og at Skála/Strendur skulu skiftast við Hvalvík og Hósvík.
Fjórða møguliga loysnin hjá RSF var, at Runavík og Fuglafjørður skulu eiga hvør sína FM kapping á hvørjum ári, og at allar hinar kappingarnar verða, sum tær hava verið higartil.

Fimm feløg hava bjóðað seg til
Upprunaliga var tað altso Kappróðrarfelagið NSÍ, sum hevði uppskot um, at tann fjórði av omanfyri nevndu møguleikum gjørdist permanentur. Síðani sendu fuglfirðingar RSF bræv, har teir bjóðaðu seg fram at hava FM kapping á hvørjum ári.
Fyri einum ári síðani sendi SÍF RSF bræv, har teir komu við einum mótuppskoti, sum teir nevndu tað. Uppskotið líkist triðja møguleikanum, sum er nevndur omanfyri. Men talan er kortini um frávik. Sandavágsmenn skjóta upp, at Vestmanna og Kollafjørður skulu skiftast um eina FM kapping, at Hósvík og Hvalvík skiftast um eina stevnu, og at Vágarnar einsamallar skulu eiga Vestanstevnuna.
Í heyst boðaðu ítróttarfeløgini á Skála og Strondum frá, at tey taka undir við næsta møguleikanum, sum RSF hevur nevnt. Og í skrivi 14. mars í ár hava vestmenningar boðað frá, at teirra uppskot er, at fyrsti møguleikin hjá RSF gerst veruleiki. Tað vil siga, at Runavík skal hava sína FM kapping á hvørjum ári, at Vestmanna og Fuglafjørður skiftast um, og at Vágarnar eiga eina FM kapping. Vestmenningar halda,at stevnan hjá vágamonnum skal kallast Vágastevnan, og at vestmenningar framvegis skulu kalla sína stevnu fyri Vestanstevnan.