Herðaklapp til vestmenningar

Herðaklapp til vestmenningar fyri Bátastevnuna 2010

Farna vikuskiftið var árliga bátastevnan, fyribils tann 9. í røðini, í Vestmanna. Stórfingið tiltak, góð fyrireiking, óførur blíðskapur og ikki minst við trygdini í hásæti. Har var nakað fyri øll: børn, ung og eldri, á báti so væl sum á landi og tað uttan møðandi stevnuskrá at reika til og frá, men miðsavnað á bryggjuøkinum og har á leiðini umframt at dansa uppi í ítrottarhøllini.


Tað er undrunarvert, at eitt hissini hugskot hjá einum klaksvikingi í Vestmanna skuldi festa í eina slíka góða og støðugt mennandi mentunarsiðvenju, sum árliga bátastevnan í Vestmanna má sigast at vera. Tó so, at til slíkt krevst serligt áræði, nógv fyrireikingararbeiði, seiggj, hugflog, samhaldsfesti og nógvar hjálpandi hendur.


Havi frætt at sjálvboðin fyrireikingarnevnd í longri tíð hevur strevast við hesum, men eftir avrikinum at døma munnu so mong onnur eisini hava latið sítt íkast, eins og kommunan sjálv. Og ikki minst vóru konufólkini óføra kvik at matgera og borðreiða til so mong fólk. Og soleiðis eigur tað at vera, tá tað er best og uttan óneyðugt roks. Saman og í felagi bera fleiri herðar nógv.


Gamaní er báta- og húsvagnamentanin lutfalsliga nýggj í Føroyum, men tað legst alsamt afturat, og tí hava slík bygdasamtøk allan heiður uppibornan fyri at leggja sjálvbodnan rygg til at skapa góðar, tryggar og virðiligar karmar fyri slíkar fólkasamverur í egnum landi. Gamaní fara møgulig yvirskot vanliga til okkurt gott, lokalt endamál og í Vestmanna til bygdarítrótt, men við tí ovurstóra ókeypis blíðskapinum, man her ikki liggja tað stóra eftir, tó dansibilettirnar sjálvsagt muna nakað.


Tað, sum tó mest hugtekur nú aftaná, er hvussu ómetaliga væl var fyriskipað í minstu smálutir og við trygdini í hásæti bæði á sjógvi og á landi. Eitt serprent í Sosialinum við skrá og hentari almennari kunning gjørdi tað ikki verri. Sama við myndafrásagnum hjá kommununi.


Veður og streymur má sær ráða, tó innsigling og atløga var væl fyriskipað við sum vant gamla postbátinum á odda. Gamaní vilja altíð onkur ósmæðin troðka seg fram, eins og onnur gera seg upp við at fresa aftur og fram og inn í millum hóvlig før, so at tað órógvar og elvir til óneyðugan ampa. Hugsaði mítt har úti í sundinum á 90 ára gamlari skútu við javngomlum róðurgangara.


Í tungari undangongu, har tað rak hart upp í ættina, var undir slíkum umstøðum nóg trupult at halda báti beinan og leysan av øðrum.Undir slíkum umstøðum, eins og annars altíð, mátti tað verið óneyðugt hjá onkrum serliga skjótgangandi at fresa upp í bógalduna fram fyri stevnið og tann vegin draga bátar av kós.

Ovurstór maskinorka afturvið erpni og minimalum sjómansskapi rigga illa saman, tó at slíkt kunnu fyrireikarar ikki gera nógv meira við enn sum longu gjørt: at veita góða forhondskunning og at fáa staðkend saman við heima- og avbygda bjargingarbátum at fylgja og halda skil á.


Í ivaveðri kennist tað trygt at hava slík før í fylgi, eins og felags heimferð burdi verið skipað á líknandi hátt, tó tað hjálpir væl, at bátafólk avráða sínamillum, nær og hvussu siglast skal í felagi aftur til húsa heim.


Samanumtikið enn ein góð uppliving á bátastevnu í Vestmanna og latið vestmenningar framyvir eiga sína bátastevnu sum eina fasta og góða, árliga siðvenju, eins og norðoyingar skulu eiga sín sjómannadag, eysturoyingar sína bátastevnu, sundalagsfólk og nólsoyingar sína regatta o.s.fr.


Takk fyri á hesum sinni.


Eyðun Joensen, Tórshavn