Sunnudagin 24. august 2014 verður Daniel Jacob Olsen, vanliga nevndur Dalli, 90 ár.
Dalli er føddur í Havn, men vaks upp á Deild í Vestmanna. Pápin var Óli á Deild úr Vestmanna og mamman var Maria f. Mikkelsen úr Hovi.
Dalli var næsteldstur av 11 børnum. Hugurin stóð til sjógvin, men fyrstu árini árini eftir skúlagongdina arbeiddi hann við fyrifallandi arbeiði. Hetta var undir 2. veraldarbardaga. Seinni fór Dalli at sigla við Smyril, har pápabeiggi hansara Lítli Pól var hovmeistari.
Seinni fór Dalli til Noregs at læra til maskinmeistara. Eftir lokna útbúgving helt Dalli út í stóru verð sum maskinmeistari umborð á norskum farmaskipum. Hann sigldi um allan heimin í góð 20 ár til hann tíðiliga í 70'unum mynstraði við Skipafelagnum. Hann sildi við teimum flestu av skipunum hjá Skipafelagnum, men longst mundi hann tó verða umborð á Lómi.
Seinastu tíðina til sjós silgdi Dalli við danska reiðarínum Copenhagen Reefers. Har var silgt við frystigóðsi millum Evropa og Grønland, Canada og USA.
Dalli fór í land fyri góðum 20 árum síðani og hevur brúkt tíðina heima til ymiskt ítriv og familjuna.
Dalli giftist við Paulu Mariu f. Jacobsen av Eiði í 1961. Tey fingu børnini Jytte, Óla og Magna. Í 1965 settu tey búgv á Suðuroyavegi 5, har tað tá var mest sum óbygt.
Dalli misti konuna í 2011, tá Paula Maria andaðist á Tjarnargarði 81 ára gomul. Teimum eydnaðist at halda gullbrúdleypsdag 23. mars sama ár.
Dalli hevur altíð verið serliga áhugaður í slekt og hevur í fleiri ár gingið til ættargransking. Burtur úr hesum eru komin nógv sokallað stamtrøð, sum familjan hevur notið gott av.
Minnið hevur Dalli sum fáur. Hann minnist hvønn føðingardag hjá øllum í familjuni og eisini hjá kenningum. "Nær var tað" kappingarnar í Útvarpinum hevur honum altið dámað væl, og hevði hann luttikið, hevði hann helst verði ringur at syft.
Vestmanna hevur altíð átt eitt serligt pláss hjá Dalla, og hóast bæði foreldur og systkin fluttu úr bygdini fyri nógvum árum síðani, vitjar Dalli javnan í Vestmanna, har hann vitjar familju og vinir.
Seinastu tíðina hevur hann luttikið í hugnaløtum saman við øðrum eldri vestmonnum í Norðurlandahúsinum har teir hittast at tosa um gamlar dagar.
Í sambandi við stóra dagin, hevur Dalli opið hús í heiminum á Suðuroyavegi 5 í Havn leygardagin 23. august frá klokkan 16:00, har øll eru vælkomin.
Vit ynskja babba hjartaliga til lukku við stóra degnum.
-----
Børnini