Farmahavnir - ferjuhavnir

So vóru tær kommunalu ferjuhavnirnar aftur frammi í fjølmiðlunum. Í Sosialinum 30. januar var grein um hetta evnið, og hefti eg meg serliga við ein setning, har sagt varð: Vestmanna kommuna fær hóast alt vanligt havnargjald fyri báðar ferjurnar.

So vóru tær kommunalu ferjuhavnirnar aftur frammi í fjølmiðlunum. Í Sosialinum 30. januar var grein um hetta evnið, og hefti eg meg serliga við ein setning, har sagt varð: Vestmanna kommuna fær hóast alt vanligt havnargjald fyri báðar ferjurnar.

Ein kundi spurt seg sjálvan, hvat er vanligt havnargjald?

Eg kenni ikki so nógv til viðurskiftini í Vestmanna, men eg kenni nakað til viðurskiftni í Leirvík og tey eru helst ikki ólík.

Fyrst í 70 árunum varð farið undir havnargerð í Leirvík, og skuldi ferjulega gerast har eisini. Ternan I, sum tá røkti siglingina um Leirvíksfjørð, skuldi kunna venda inni í havnini. Kommunan var ikki nøgd við verkætlanina og vildi hava tvørgarðin at liggja væl ytri fyri at fáa eina rúmligari havn. Hetta vildu myndugleikarnir á økinum ikki hoyra talan um, og so hart leikaði á, at kommunan fekk at vita, at tóku teir ikki av hesi verkætlan, varð eingin havn gjørd.

Havnin var liðug í 1973, og um somu tíð ella beint eftir fóru leirvíkingar at fáa sær ísfiskatrolarar. Hetta broytti munandi um arbeiðsumstøðurnar í havnini, men tá Strandferðslan nøkur ár seinni bygdi núverandi Ternuna, ið eisini skuldi venda inni í havnini, gjørdust umstøðurnar heilt út av lagi. Eingin kann lasta kommunustýrið fyri, at teir nýttu møguleikan at fáa nýggja ferjuhavn, tá bergholið fór í gerð, og alt tað grótið kundi fáast fyri lítlan kostnað. Teir mettu helst, at tað var nú ella ongantíð, og tað var tað væl eisini. Í Leirvík eins væl og í Vestmanna er fiskivinnan lívæðrin í bygdini, og tað má kommunan fyrst hugsa um.

Meðan gamla ferjulegan enn var í nýtslu, hevði Føroya Bjór í nøkur ár sítt egna skip at flyta framleiðslu sína út um landið. Hetta skip sigldi á Leirvík tveir túrar um vikuna og nýtti somu atløgusíðu sum Ternan. Skipið Føroya Bjór setti ein og ein platt upp á land, sum trukkurin tók niðan í pakkhúsið. Ferjan nýtti alt havnarøkið, og ofta stóðu bilarnir langt norður eftir vegnum. Føroya Bjór rindaði millum 160.000 og 170.000 kr. árliga í havnargjaldi fyri tveir túrar um vikuna, meðan Ternan rindaði 216.000 kr. árliga fyri 54 túrar um vikuna. Tað er nevniliga so, at meðan farmahavnir taka heilt upp í 900 kr. fyri tonsið, umframt lossing, fyri at loyva vøruni um bryggjukantin, so sær ikki út til, at at nøgdin, ið fer um ferjuhavnina, hevur ávirkan á havnargjaldið. Hetta tykist løgið, tá vit hugsa um tær nøgdir av farmi, sum í dag verða fluttar við ferjum. Eisini krevja hesar havnir so stórt pláss á landi, at tað í øðrum føri skuldi ein sera stór og inntøkugevandi verkætlan til, áðrenn farið varð undir at gera eitt slíkt øki klárt.

Mín metna er, at høvdu ferjurnar goldið vanligt havnargjald, so høvdu ferjulegurnar í Vestmanna og í Leirvík verið góð íløga fyri hesar kommunur. Onkur spyr helst, hvat orsøkin er til henda mismun. Mítt besta boð til eitt svar er, at viðvíkjandi ferjuhavnum, er tað brúkarin, ið ásetir havn-argjaldið. At eingin ætlan er um veruliga broyting í hesum, váttaði Finnbogi Arge landsstýrismaður í sjónvarpinum seinasta týskvøld, har hann segði, at møguliga kundu teir hækka havnargjaldið í Vestmanna til einar 500.000 kr. árliga. Tað samsvarar framvegis á ongan hátt við ta nøgd, ið fer um hesa ferjuhavn. Men vit kunnu loyva okkum at spyrja: Hví skal brúkarin avgera hetta?


Edvin Joensen