Okkurt hendir hóast alt í Leynum

Borgarstjórin í Kvívíkar, Boje Christensen heldur ikki, at tær smærru bygdirnar í kommununi hava verið fyri vanbýti.

Ein kann heldur ikki taka seg úr einum kommunufelagsskapi soleiðis uttan víðari.

 - Alt tekur sína tíð. Ikki minst tá ein skal ogna sær jørð til útstykkingar, sigur borgarstjórin í Kvívík.
Hann var fyrr í mánaðinum kunnaður um borgarafundin í Leynum, sum umrøddur varð í blaðnum í gjár. Sjálvur var hann ikki við til fundin.
Hann hevur tó trupult við at skilja tosið á borgarafundinum um, at tær smærru bygdirnar í Kvívíkar kommunu umhugsa at taka seg úr hesi og heldur vilja leggja saman við grannakommununi í Vestmanna.
- Tað skal helst meiri pappírsarbeiði til eitt slíkt stig, enn til at báðar kommunurnar leggja saman, staðfestir hann í stuttari viðmerking.
Tað vóru annars fólk á Leynum, Stykkinum og á Skælingi sum 11. apríl tóku stig til borgarafundin á Leynum. Á fundinum kom týðiliga fram ein misøgd við samstarvið og menningina við hesar smáu bygdirnar í kommununi.
 
Grundøki í umbúna
Umrøddi borgarafundurin fyrr í mánaðinum staðfesti, at sera lítið er hent í hesum trimum bygdunum í Kvívíkar kommunu.
Borgarstjórin í Kvívík heldur tó, at hetta er kanska í so rívan tikið til. Arbeitt verður nevniliga við m.a. útstykkingum í øllum hesum bygdum  bæði í Leynum, Stykkinum og Skælingi.
- Tá ein arbeiðir við slíkum útstykkingum, har neyðugt er at keypa jørð til endamálið, so tekur tað altíð sína tíð.
- Slíkt má fyrireikast til fulnar, og má taka ta tíð, sum krevst til slíkt, sigur Boje.
Hesar ætlanir hjá kommununi fevnar m.a. um eina stóra útstykking í Leynum har eini 20 grundøki skulu útvegast og eina størri útstykking á Stykkinum og eina á Válunum.
- Haraftrat hava vit omanfyri 15 fólk, sum ynskja sær grundøkir, sigur borgarstjórin.
 
Semja má til
Á borgarafundinum í Leyna skúla var eisini nortið við møguleikan hjá teimum trimum bygdunum at taka seg úr Kvívíkar kommunu.
Víst varð á, at tað longu er eitt gott samstarv við Vestmanna kommunu. Hetta mátti tí metast at vera tann mest natúrliga kommunan at samstarva við og helst eisini leggja saman við í framtíðini.
Sambært løgtingslógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar er ein slíkur møguleiki til staðar, um ávísar treytir verða fylgdar.
Ein av treytunum í hesi ætlan er, at bæði Kvívíkar kommuna og Vestmanna kommuna eru samdar um hetta.
Sjálvur vil Boje Christensen ikki gera viðmerkingar til ætlanirnar um at taka seg úr Kvívíkar kommunu, men vísir til tað sum á sinni varð sagt frá politiskari síðu.
Her varð sagt, at sum kommunal eind vóru hesar báðar kommunurnar ov smáar til at leggja saman. Skuldi talan gerast um samanlegging so var tann natúrliga eindin øll Vágoyggin, Vestmanna og Kvívík.
Meiri er ikki at siga um tað!
 
 
FAKTA
 
Løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
Borgararnir á Leynum, Stykkinum og Skælingi umhugsa at taka seg úr heimkommununi og heldur leggja saman við grannakommununi í Vestmanna.
Skal slíkt gerast, má gongdin verða eftir Løgtingslóg nr. 77 frá 08.05.2001, undirskrivað av Anfinni Kallsberg, løgmanni. Henda lógin sigur soleiðis, tá talan er um Heimildir:
 
§ 4. Avtalur um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skuldu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, eftir góðkenning frá viðkomandi kommunum, umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti. Eru ivamál um kommunumark, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum.
Stk. 3. Avgerðir sambært stk. 1 og 2 eru endaligar innan fyrisitingina.
 
§ 5. Uttan mun til, um talan er um kommunusamanlegging, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina umskipan av markinum í millum kommunur, um semja er í millum hesar (t.v.s. kommunurnar, blaðm.).