missir, so ræður um at skilja, hvat tað er, sum síðani hendir við hesum barni. Samstundis er tað sera týdningarmikið, at hugsað verður um hini, sum eru rundan um hetta barnið til dagligt. ? Um nú eitt barn [...] missir antin mammu ella pápa sín brádliga, so er ongin ivi um, at hetta barnið upplivir djúpa sorg og stendur eftir við nógvum spurningum. Tað ræður um at lurta eftir hesum barninum, men so sanniliga eisini [...] eisini at vísa fyrilit fyri hinum børnunum í flokkinum, greiðir hann frá. Um tað ikki verður tosað opið við børnini um, hvat er hent, so sleppur hugaheimurin hjá barninum at ferðast frítt, og tað kann hava
øllum førum so gleddi greinin meg mikið. Takk Fritz, um tú ert her. Mamma bant langar føroyskar undirbuksur Hugleiðingarnar skuldu snúgva seg um túrarnar um Skarðið, ja teir hava verið mangir. - Eg byrjaði [...] hevði eg lovað Katrin, dóttruni við, hon mundi vera um 10 ár tá. Tá vit komu til Hellurnar á veg heim aftur, møttu vit einum Hellumanni, sum júst var komin um Skarðið. Hann bað okkum vælsignaðar ansa okkum [...] Eg takki Fuglafjarðar Fornminnisfelag fyri at hava litið mær upp í hendur at hava hugleiðingar um ferðir um Skarðið og vil nýta høvið til at takka tykkum so hjartaliga fyri tíðina, eg livdi saman við tykkum
geva sjúklingunum eina betri og skjótari viðgerð - í øllum førum, tá ið tað ræður um blóðtøpp í hjartanum, og harvið minka um deyðsvandan av hesum, er samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum komið [...] dygt herðaklapp fyri gott samarbeiði á hesum økinum. Bøta um heilsustøðuna hjá sjúklinginum Høgni Joensen, heilsumálastjóri, gleðist eisini um, at tað hevur latið seg gjørt, at samanbinda tey trý sjúkrahúsini [...] bestan hátt, samstundis sum øll fólk í landinum - og ikki bara miðstaðarøkið - nú hava so at siga sama tryggleika. Jóannes vísir á, at í dag eru nógv fleiri serlæknar, enn tað vóru áður. Teir fáa sær
Ministeriet, kom Ditlev at frætta um, at ætlanin var at skipa undirvísing fyri deyvum í Føroyum. Ditlev varð uppringdur fleiri ferðir av Sosial Ministeriet. Í fyrstu atløgu um at fara til Føroya fyri at kanna [...] Danmark. Byggja skúla Av ríkisumboðnum varð ein nevnd sett í 1969 at skriva eitt álit um skúlan í Føroyum. 28. oktober sama ár var álitið liðugt, har ein samd nevnd mældi til at byggja nýggjan skúla. Tað fór [...] er, tí sprongt var næstan beint uttanfyri. Eingin skaði kom tó. Hvørki á hús ella fólk. Um hetta mundið gingu um 100 næmingar á skúlanum. V.B.V bygningurin var ikki so væl egnaður, og borð og onnur amboð
samstundis fingu tey gylt lyfti frá Fiskavirking um alt arbeiði, tey skuldu fáa. Fingu bara avlopið ? Men kjótt fingu vit annað at síggja. Vit komu í sama pott sum virkið í Runavík við felags virkisleiðari [...] Helgi Hansen sigur, at so kom tað upp fyrst í nítiárunum, at øll fiskavirki í landinum skuldu undir sama hatt. Og hóast virkið í Miðvági gekk væl, vórðu vit tvingað uppí fiskavirking. Hann sigur, at tað [...] ari, sum bleiv Jónsvein Knudsen í Saltangará. ? Jónsvein Knudsen hevði sína bygd at hugsa um. Og eg tori at siga, at hann altíð tók virkið í Runavík framum okkara. Tað bleiv sera rupult at fáa fisk til
Kappingin um farmin harðnar í hvørjum. Í nógv harrans ár kappaðist Skipafelagið Føroyar við Star Line um farmin, sum varð fluttur til og úr Føroyum, og tann kappingin endði við, at Star Line »breyt hálsin« [...] leingi. Íslendska reiðaríið, Eimskip tók kappingina upp um farmin á Føroyaleiðini og tann kappingin koyrir enn. Hvør fer at vinna ta kappingina, ella um nakar vinnari verður yvirhøvur, er ilt at siga, men [...] greitt frammanundan, at Eimskip endar ikki sínar dagar á sama hátt sum Star. Til tað eru teir fíggjarliga ov sterkir. Spurningurin er so hinvegin, um Skipafelagið er tað. Hækkað partapeningin Tað er ikki
Tá kom eg í tankar um trolaran. Vit gjørdu av at seta okkum í samband við hann gjøgnum sendaran og finna út av, um teir høvdu bensin umborð. Hetta var ikki sørt snópisligt, men um tað eydnaðist at fáa [...] framferð. Okkurt var í luftini rundan um okkum, sum var ikki til at kenna aftur. Tað ræddi meg eitt sindur. Eg var ófyrireikaður til hesa broyting. Vit sigldu skjótt um Streymoynna og fóru fram við vestu [...] teimum frá, at sjálvt um tað eydnaðist at skifta bløðini út uttan at missa týdningarmiklar partar av skrúvunum, var tað als ikki vist, at vit kundu heinta inn nóg mikið av kilometrum um tíman fyri at vinna
i? ? Eg veit ikki hvussu nógv tey eru um alt landið, men her í suðurstreymoy eru tey 11 og eg haldi at tað eru 20 ungfólk í allari Streymoynni. ? Tey eru fegin um at hava møguleikan fyri at vinna sær nøkur [...] eisini tá kreppan var, og tí er eingin broyting á tí økinum. ? Talan er um eitt stutt tíðarskeið, og tað er heldur ikki talan um tær ógvusligu upphæddirnar, sigur Álvi Olsen. Men fyri tey, sum fáa arbeiði [...] hava roynt tað í summarfrítíðini. Tað, at »arbeiða í vegnum« ella at arbeiða hjá landinum. Og tað mundi ikki verða so galið hóast alt, tí somu fólk vendu aftur ár undan ári. Tað gera tey eisini í dag -
líknandi. ? Tað skal ikki vera soleiðis, at talan er um eitt savn, har møguleiki er at hyggja at gomlum fólki, sigur hon. Wanja vil heldur, at talan skal vera um eitt vanligt samskifti millium ættarliðini. Í [...] eina konu við heilt gráðum hári og spurdi hana, um hon livdi fyrr í tíðini. Tá konan svaraði, at tað gjørdi hon, var drongurin skjótur at spyrja hana, um dinosaurar eisini vóru til tá. Men neyvan var konan [...] sær eina løtu við einum elektróniskum kabali á telduskíggjanum. - Lív er í Tilhaldinum; eingin ivi um tað. Fjølbroytt virksemi Eingin orsøk er hjá teim vitjandi at keða seg í Tilhaldinum í gamla Føroya
Strondum. - Mál mítt er at hava einar 40 framførslur um árið, men tað veldst sjálvandi alt um, hvussu ofta ein verður biðin, sigur hann. Í fjør hevði Ásbjørn um 30 framførslur, sum líkasum fullu í tveimum árstíðum [...] uppá teir fýra dagarnar, túrurin vardi, eins og hann undirhelt við borðini um kvøldarnar. Og hóast hvør fram-førslan tekur um hálvan tíma, so hevði hann nýtt tilfar við hvørja ferð. Áhugin vaktur Ein [...] hesum. - Tá eg so varð eitt sindur eldri, fór eg á bókasavnið at lána mær nakrar bøkur um gyklarar úti í heimi, og um tað at gykla, sigur Ásbjørn, sum kortini ikki byrjaði at gykla av álvara fyrrenn í 1996