stuttleikabáti, er ongantíð komin eftir bátinum, sum nú er liðugur og klárur at lata. Hóast maðurin hevur goldið eina miljón krónur í bátinum, er maðurin ikki at finna, nú báturin er liðugur á verksmiðjuni [...] Báturin, sum er 16,28 metrar langur og 4,78 metrar breiður, er verdur 9 miljónir krónur, men verður nú seldur fyri 4,9 miljónir krónur í Føroyum og Íslandi. Tað er Bátatænastan, sum hevur fingið høvi at [...] Føroyum og Íslandi. - Báturin er á nógvan hátt serligur og bygdur til júst hendan kundan í Dubai, men nú hann er liðugur, er maðurin burtur, sigur Birgir Johannesen. Hann vísir á, at tey, sum hava áhuga fyri
torført. Men hvat, tryggingin er nú ikki kend fyri at vera serliga góð til at greiða kundunum frá, um sítt virksemi. Føroya Brunatrygging hevur ikki monopol meira, tíbetur, og nú teir fáa kapping frá P/f Trygd [...] tryggingarnar nú P/f Trygd er komið. Hvar er vinningurin av hesum yvirprísi farin? 1. januar 1993, álegði Føroya Brunatrygging øllum tryggingartakarum kr. 3.000,- í sjálvsábyrgd fyri stormskaða og nú í 1998 koma [...] eldi verið munandi minni, hevur Føroya Brunatrygging lækkað tryggingargjøldini síðani hesi krøv eru komin? Finnleif Guttesen Tvøroyri
undan kavi alla tíðina, so tað sum verður skrivað nú, er gamalt um nakrar tímar. World Trade Center Regluligar sendingar eru um uppruddingararbeiðidð, sum nú gongur á triðja mánada. Í gjárkvøldi var ein samrøða [...] fyrstani higani av 18 hædd. Vit fingu boð um at ringja heim beinanveg og boða frá, at alt stóð væl til, og at ongin frá donsku sendinevndini hevði fingið skaða. Ikki aftur nú Flogferðslan er eisini støðgað [...] reglulig. Fyribils eru metingarnar, at til tað øvugta er prógvað, er talan um eina syrgiliga flogvanlukku sum kann henda. Empire State Building, sum liggur heilt nær vid hotellið vit búgva á, er afturlatin
við 100 fólkum umborð veiðir svartkjaft, sum verður viðgjørdur umborð. Vit hoyra, at útlitini eru góð fyri árinum, sum vit eru komin inní. Bankar og sparikassar geva út av trumluni fyri at nótin kann søkka [...] inn í tað ókenda tíðarinnar hav, har mangan er illa sjógvað og nógvar ýðir eru uppi á leiðini, sum vit við egnari hjálp ikki eru før fyri at koma ígjøgnum. Gud hevur ongantíð lovað at leitt okkum uttan um [...] Vit liva í eini tíð, har alt skal ganga við rúkandi ferð, alt skal ganga so skjótt. Men spurningurin er so bara, um vit fáa meira tíð til næsta okkara, sum er tað vesentliga við lívinum, hugleiðir Malmberg
at samanleggingin var komin heilt undir land. Men nú er greitt, at ætlanin er útsett í óasetta tíð og tað verður í øllum førum ikki í ár, at nøkur samanlegging verður. Tað eru serliga tvær orsøkir til [...] felagið og sostatt er tað greitt, at sum kommunubygnaðurin er nú, verða tað ikki allar kommunurnar, sum verða umboðaðar í stýrinum. - Vit búgva 20.000 fólk í Tórshavnar Kommunu og tað má onkusvegna avspeglast [...] Samanlegging Tað er nú greitt, at ætlanin at leggja tey bæði kommunufeløgini saman, er útsett í óasetta tíð. Tey bæði kommunufeløgini, Kommunusamskipan Føroya, KSF, sum umboðar tær stóru kommunurnar og
pensjónir« verið samtykt og komin í gildi 1. januar 1999 og »lógin um javning av almannaveitingum«, somuleiðis samtykt at koma í gildi 1. januar 1999. Kristian Magnussen sigur, at tey nú høvdu roknað við, at [...] ? Pensjónirnar og aðrar veitingar eru ikki javnaðar síðani 1993, tá danska prístalsviðgerðin av hesum veitingum helt uppat. Fyri at málið um »javning av almannaveitingum« skal verða samtykt og sett í gildi [...] gildi 1. januar 1999, so m´ða tað fyri løgtingi nú, soleiðis at Almannastovan hevur møguleika at javan ymsu veitingarnar, tá stovnurin vanliga umroknar pensjónir fyrst í árinum. Hetta sigur Kristian Magnussen
Sólfríða, fødd í 1948 og Sigurd, føddur í 1954. Øll børnini vórðu inngift í heimið hjá Lenu. Seinni eru komin níggju ommubørn, 16 langommubørn og 3 oldurommubørn. Lena bleiv einkja í 1956, men við hjálp frá [...] aðrari væl, eitt nú í arbeiðinum í Missiónshúsinum. Lena flutti á Vesturskin á sumri í 2017, og har hevur hon trivist væl saman við hinum búfólkunum. - Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu hátíðarhalda [...] mammu síni. Í 1960-unum gjørdist Sanna sjúk, legði frá sær og flutti út til Lenu at búgva. Lena yvirtók nú handilin og rak hann saman við børnunum fram til 1995. Í 1960-unum hevði Lena boðstøð eina tíð. Tað
-Tá eg fann útav, at eg hevði nokk av tilfari til eina fløgu, hugsaði eg við mær sjálvum, at nú var tíðin komin til at royna eina fløguútgávu. Eg setti meg í samband við Finnur Hansen, útvarpsteknikara, [...] og húsanum. Allir 14 sangirnir á fløguni hjá Hjalta eru á føroyskum máli. Finnur Hansen, útvarpsteknikari, hevur sum framleitt fløguna. Tónleikarar eru: Hjalti Skaalum: Sang Rógvu á Rógvu: Trummur Ólavur [...] nógvar góðar fløgur út, og hann heldur tað vera undrunarvert at hoyra, hvussu nógvar góðar tónleikarar vit hava. Útlendsk løg í føroyskum búna. Sjálvur hevur hann í nógv ár havt eitt ítriv, sum hevur við tónleik
og skrivað um teir, sum eru frammi á vøllinum, og sum leggja upp til og skora málini. Men at FCK er fremst í superliguni eru tað fyrst og fremst tvær orsøkir til. Onnur er, at vit fingu Roy Hodgson sum venjara [...] við føroyskum eygum var tað bæði gott og ilt. AB sigurin ber við sær, at teir nú eru átta stig frammanfyri Herfølge. Tað eru bara trý umfør eftir, og tískil hevði AB sigurin næstan við sær, at Herfølge [...] tá tað gongst so mikið væl í dystunum, heldur Todi Jónsson. Todi heldur, at tað er akkurát nú, at hann er komin fyri seg eftir skaðan, sum fyrr í vár helt honum burtur frá besta liðnum í fleiri vikur:
motorsúkklu ymsastaðni í heiminum, eitt nú í Suðuramerika, á Kuba og í Sovjettsamveldinum. Saman við fyrilestrinum sýna tey myndir av tí, sum tey siga frá. Vit hava ferðast ymsastaðni í heiminum, og uppdaging [...] motorsúkkluferðum við børnum í Suðuramerika til Irak og onnur lond. Vit hava nógvar søgur at siga tykkum. Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin, siga tey bæði. Hjalte og Nina fara annars at ferðast kring [...] vitja tey hjá Føroya Ellisakførum og týsdagin 19. mai kl. 16 verður eitt tiltak hjá MC-Søluni, har øll eru vælkomin.