Samanlegging
Tað er nú greitt, at ætlanin at leggja tey bæði kommunufeløgini saman, er útsett í óasetta tíð.
Tey bæði kommunufeløgini, Kommunusamskipan Føroya, KSF, sum umboðar tær stóru kommunurnar og Sands Kommunu, og Føroya Kommunufelag, sum umboðar tær smærru kommunurnar, hava leingi arbeitt við eini ætlan at leggja bæði feløgini saman í eitt felag.
Herfyri ljóðaði, at samanleggingin var komin heilt undir land.
Men nú er greitt, at ætlanin er útsett í óasetta tíð og tað verður í øllum førum ikki í ár, at nøkur samanlegging verður.
Tað eru serliga tvær orsøkir til, at samanleggingin er útsett.
Bæði Heðin Mortensen, formaður KSF, og Asbjørn J. Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, siga, at orsøkin til útsetingina er, at feløgini vilja bíða eftir at fáa eina greiða fráboðan frá landsstýrinum um, hvørjar ætlanir eru við leggja kommunur saman og hvussu ábyrgdarbýtið skal vera ímillum landið og kommunurnar.
Tað er ein spurningur, sum landsstýrið viðgerð í løtuni og í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur, sum arbeiðir við øllum kommunubygnaðinum og hann skal verða liðugur seinni í summar.
Men semja er eisini ímillum tey bæði kommunufeløgini um, at bíða við samanleggingini, til allir teir nýggju kommunustýrislimirnar, sum vórðu valdir á kommunuvalinum í heyst hava fingið høvi til at seta seg inn í málið.
Eftir summarfrítíðina fara umboð fyri KSF og Kommunufelagið sostatt at ferðast kring landið at kunna kommunustýrislimirnar um, hvat ein samanlegging ber í sær.
Har fáa kommmunustýrislimirnir eina frágreiðing um, hvat tað ber í sær fyri hvørja einstaku kommunu og hvørt einstakt øki, at feløgini leggja saman.
Vald og fólkatal
Í sambandi við samanleggingina hevur ein av ivaspurningunum verið um, hvussu stórt vald og hvussu nógvar atkvøður í stýrinum og á aðalfundinum, at tær ymsu kommunurnar skulu hava.
Heðin Mortensen vísir á, at sum er, betala kommunurnar limagjald í feløgunum eftir fólkatalinum og hann heldur, at valdsbýtið í einum samanløgum kommunufelag, má eisini onkusverga avspegla fólkatalið.
Hinvegin hevur talan verið um, at tað skulu í mesta lagi vera 13 limir í stýrinum fyri tað samanlagda felagið og sostatt er tað greitt, at sum kommunubygnaðurin er nú, verða tað ikki allar kommunurnar, sum verða umboðaðar í stýrinum.
- Vit búgva 20.000 fólk í Tórshavnar Kommunu og tað má onkusvegna avspeglast í tí nýggja felagnum, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hann nevnir at við tað, at Tórshavnar Kommuna er so stór, bealir hon eisini næstan helvtina av teimum gjøldum, sum verða álagdar og tí vil høvuðsstaðarkommunan eisini hava eitt orð at siga, tá ið útreiðslur verða álagdar.
Tí verður tað neyðugt at finna útav, hvussu tey ymsu økini skulu skipa seg innanhýsis um at velja felags limir í stýrið.
Asbjørn J. Djurhuus staðfestir, at semja er framvegis um at leggja saman, men semja er eisini um at taka sær tað tíð, sum er neyðug fyri at fáa undirtøku fyri samanleggingini, so at ikki alt dettur á gólvið, bara tí, at samanleggingin skal skundast ígjøgnum.