? Pensjónirnar og aðrar veitingar eru ikki javnaðar síðani 1993, tá danska prístalsviðgerðin av hesum veitingum helt uppat. Fyri at málið um »javning av almannaveitingum« skal verða samtykt og sett í gildi 1. januar 1999, so m´ða tað fyri løgtingi nú, soleiðis at Almannastovan hevur møguleika at javan ymsu veitingarnar, tá stovnurin vanliga umroknar pensjónir fyrst í árinum.
Hetta sigur Kristian Magnussen, sum hevur lagt fyri tingið uppskot til samtyktar um løgtingslóg um sosialar pensjónir og javning av almannaveitingum.
Kristian Magnussen vísir á, at endurskoðanin av allari almannalóggávuni í Føroyum byrjaði longu í 1989, men tær fyrstu nevndirnar, ið settar vóru, komu ikki á mál, og arbeiðið datt niðurfyri aftur.
? Í 1993, tá danska stjórnin kravdi, at vit sjálv tóku alla umsitingarliga ábyrgd av almannalóggávu okkara, og ymsar endurgjaldsskipanir vóru lagdar í blokkin, kom gongd á, og byrjað varð við endurskoðan av pensjónslógunum, sigur Kristian Magnussen.
Edmund forðaði málinum á triðja sinni
Nýggj lóg um sosialar pensjónir varð orðað og løgd fyri løgtingið á vári 1996 og 1997. Tá skábráið at viðgera lógina var ov stutt, til tingsetan endaði, duttu málini burtur.
? Nakrar broytingar vórðu síðan gjørdar, og málið varð aftur lagt fyri tingið og var til 1. viðgerð 17. februar 1998 og varð beint í trivnaðarnevndina. Arbeiðið í trivnaðarnevndini var so at siga liðugt, og álit skuldi skrivast, tá løgmaður skrivaði út val, og málið datt burtur á 3. sinni. Hevði tingið ikki verið tarnað í arbeiðinum í vár av táverandi løgmanni, so hevði »lógin um sosialar pensjónir« verið samtykt og komin í gildi 1. januar 1999 og »lógin um javning av almannaveitingum«, somuleiðis samtykt at koma í gildi 1. januar 1999.
Kristian Magnussen sigur, at tey nú høvdu roknað við, at samgongan raðfesti hesi mál og longu hevði lagt tey fyri løgtingið aftur, men landsstýrið tykist ikki at hava skund.
? Fyri at fáa landsstýrið at bera skjótari at verður hetta uppskotið til samtyktar tí lagt fyri tingið.
Uppskotið er stutt og greitt: »Løgtingið samtykkir at heita á landsstýrið um í hesum álmanakkaári at leggja framaftur uppskotini til løgtingslóg um sosialar pensjónir og løgtingslóg um javning av almannaveitingum.«
Einki broytt síðani 1993
Kristian Magnusssen leggur dent á at minna á, at pensjónir og aðrar veitingar ikki eru javnaðar síðani í 1993, tá danska prístalsviðgerðin av hesum veitingum helt uppat. Um málið um »javning av almannaveitingum« skal verða samtykt og sett í gildi 1. januar 1999, so má tað fyri løgtingið nú, soleiðis at Almannastovan hevur møguleika at javna ymsu veitingarnar, tá stovnurin vanliga umroknar pensjónir fyrst í árinum.
Um lógin um »sosialar pensjónir« kann koma í gildi 1. januar 1999 er ivingarsamt, tí lógin førir við sær stórt umsitingarligt byrjunararbeiði á Almannastovuni, og nútíðarhóskandi edv-kerv, ið løgtingið hevur játtað pening til í ár, og sum eisini peningur er settur av til í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár.
Málið var til 1. viðgerð týsdagin 27. oktober 1998, og var tað beint í trivnaðarnevndina.