At upplýsa um, hvat tað er fyri ein príslækking skuldi væl ikki verið so torført. Men hvat, tryggingin er nú ikki kend fyri at vera serliga góð til at greiða kundunum frá, um sítt virksemi.
Føroya Brunatrygging hevur ikki monopol meira, tíbetur, og nú teir fáa kapping frá P/f Trygd, fara teir út og lýsa við príslækkingum. Ein spurningur sum kundin hjá Føroya Brunatrygging kann seta er, hví hava teir ikki lækkað prísin fyrr?
Kundin má hava goldið ov nógv higartil, tá í Føroya Brunatrygging hevur ráð til at lækka tryggingarnar nú P/f Trygd er komið.
Hvar er vinningurin av hesum yvirprísi farin?
1. januar 1993, álegði Føroya Brunatrygging øllum tryggingartakarum kr. 3.000,- í sjálvsábyrgd fyri stormskaða og nú í 1998 koma teir so galantir og siga at sjálvsábyrgdin er lækkað heilt niður í kr. 1.000,- Hvat við at taka sjálvsábyrgdina heilt burtur?
1. apríl 1993 hækkaði Føroya Brunatrygging tryggingargjøldini fyri stormskaða heili 67%, og hendan hækking stendur við enn.
Tryggingargjaldið móti eldi í einum neysti er heili 225%, (jú tað passar), hægri enn í einum sethúsum, sjálvt um brunaumsjón landsins metur, at vandin fyri eldi í einum neysti er minni enn í einum sethúsum.
At gjaldið er hægri, tá vandin er minni er ringt at skilja.
Tað er komið krav um at allir skorsteinar skulu reinskast, og harvið skuldi vandin fyri eldi verið munandi minni, hevur Føroya Brunatrygging lækkað tryggingargjøldini síðani hesi krøv eru komin?
Finnleif Guttesen
Tvøroyri