hava fullkomiliga misskilt hetta við liðformonnum. Ein liðformaður hevur rætt til at spyrja dómaran um ymiskt, men hann hevur ikki rætt til at spilla fólk út og mótmæla hvørji einastu avgerð, dómarin tekur [...] vikur upp í slag. ? Tá KÍ og TB spældu í Klaksvík, fekk Kurt Mørkøre reytt kort, tí hann sjálvur bað um tað. Spælarir eru jú farnir at spekulera í kortum, og tað loysti seg hjá Kurt at fáa eitt gult kort [...] hann við at kalla meg fyri ein HB-fanatikara og alt møguligt annað. Birgir Sondum sigur, at av tí sama skuldi nærum einki til, áðrenn tað bleiv rok í Runavík sunnudagin. ? Eg skilji heldur ikki, at tað
upp á kappingarárið, sær tað nú út til, at B36 hevur fingið gongd á spælið hjá sær í 1. deild. Tað sama kann sigast at vera galdandi fyri næstbesta liðið hjá felagnum, sum eisini fekk eina vánaliga byrjan [...] sníkja seg upp eftir stigatalvuni. Leygardagin vóru klaksvíkingar á vitjan, og tá var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. Tað var bert eitt korter leikt av fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg [...] tá ið málverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, kom út ímóti honum, lyfti Tórálvur bóltin hegnisliga upp um málverjan. Gunnar Nielsen stýrdi við pannuni bóltin tann síðsta teinin inn í málið, men bólturin hevði
Leygardagin hevði FS Vágar vitjan av LÍF og í sambandi við stevnuna í Sandavági um vikuskiftið varð dysturin spældur har ístaðin. Tað hevur gingist illa í hond hjá FSVágum í ár. Undan dystinum leygardagin [...] so alt kundi henda í Sandavági. Vildi væl til, so kom FS Vágar væl upp í stigatalvuna, meðan teir, um tað vildi illa til, komu hóttandi nær botninum. Mótstøðumenninir úr LÍF eru hinvegin betri staddir [...] byrjaði annan hálvleik betri enn leirvíkingarnir. Teir vóru ágrýtnari og vunnu nógvar nærdystir av tí sama. Verjan læsti rættiliga av á kantunum og tá LÍF spældi meir eftir miðjuni, so gjørdist enn lættari
Skála. B36-ÍF 7-0 (2-0) Hetta mundi vera mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið. Fuglfirðingar hava ligið upp ímóti næstfremsta plássinum, sum gevur rætt til at spæla um eitt pláss í 2. deild, men nú [...] betri, enn hann er hjá hinum báðum liðunum, so kunnu vit rokna hann sum eitt eyka stig til oddaliðið. Um Skála fær javnleik, tá FS Vágar kemur at vitja í vikuskiftinum, so er uppflytingin ein veruleiki, og [...] mest sum alt gekk fyri seg á heimahálvuni, so gekk ein løta, áðrenn hol kom á. Bogi Gregersen styrkti um sína støðu sum toppskjútti, tá hann eftir tíggju og tjúgu minuttir sleyt seg leysan í brotsteiginum
at bjarga Jóhannus umborð á »Iris«. Tað eydnaðist honum at fáa ein enda um armin á Jóhan. Hann fekk kortini ikki hálað hann inn um lúnningina. Men hetta eydnaðist, tá Rúni Nielsen, ið hevði ligið og fiskað [...] á VHF?inum, kom til hjálpar og somuleiðis uttan á hugsa um egið lív leyp umborð á bátin hjá Jacob Alfred Olsen. Og nú bar til at fáa mannin inn um lúnningina. ? Í 41 ár havi eg verið á sjónum, 29 ár sum [...] Poulsen mánadagin bjóðaðir til Havnar at móttaka heiðursprís frá ríkisumboðnum Vibeke Larsen. Talan er um »Kaptajn Johan Valdemar Witthusens Mindelegat«, sum varð handað á lítlari samkomu á Ríkisumboðsskrivstovuni
runt vøllin ristu við høvdinum og hildu lítið um tína døming. Áhugavert verður at vita, hvussu reellur tú klárar at verða í tínari raportering til FSF um dystin og tínari, longu fráboðari innrapportering [...] frætt sum næm við teg. Tá tú longu sama hvøld boðar frá via útvarpið at tú ætlar at »melda« klaksvíksingin fyri óhøviskan atburð, so eri eg sera áhugaður eftir at vita, um tú klárar at vera so reellur at [...] spælinum, hvar FM-heitið skuldi enda ella rættari; ikki skuldi enda. Ikki fari eg at koma her við detaljum um, hvat eg meini við, tí tað vita flest øll fótbóltáhugað, men at tú hevur álvrsligar trupulleikar við
rætt, um politikarar við lóg ella á annan hátt krevja, at júst Føroya Banki skal fremja avskrivingar eftir einum ávísum leisti, sigur Astrup Hansen. Hvat fara kappingarneytar okkara at siga, um bankin [...] skilir heldur ikki, hví fyrispurningurin hjá Jenis av Rana bert fevnir um Føroya Banka: Húsalánsgrunnurin útvegaði eisini í sama tíðarskeiði stórar lániupphæddir móti 3. veðhaldi, sum oftast eingin trygd [...] Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, heldur ikki at spurningurin um at hjálpa sethúsaeigararum, ið mistu húsini orsakað av kreppuni, er so einfaldur, sum Jenis av Rana vil gera hann til. Hann heldur umframt
ið ringdu inn, vóru eisini nøkur, sum sendu okkum spurningar um faxið. Ein teirra var Edvard Nielsen í Tórsbyrgi í Havn. Hann spurdi, um tað ber til at bera saman íslendsku skipanina frá 1918 við Føroyar [...] at lesa í øðrum londum. Hann spyr síðani um vælferðina. ? Tað stutta svarið er, at tað verður longdin ella dygdin á skiftistíðini, sum verður avgerandi fyri, um vælferðin verður skerd og møguleikin at útvega [...] ikki kann berast saman við føroyska samfelagið í dag. Íslendska sambandið við Danmark var ikki tað sama, sum vit hava í dag, tí teir í veruleikanum høvdu yvirtikið fleiri øki, enn vit hava, og teir høvdu
oljukelda Noreg í mun til Føroyar hava eina heilt aðra støðu tá tað snýr seg um samráðingar um mark, serliga tá prinsippið um strandalond kemur inn í myndina. Har eru vit nógv verri fyri og tí kunnu vit [...] londini hava sera týðandi ressursir í havinum og í undirgrundini, sum vit fegnir vilja samvinna um So talan er ikki um annað enn at hava góð viðurskifti við sín granna ñ at vit hava gjørt eina so fjølbroytta [...] líknandi samráðingar við russar um markið í Barentshavinum Kjell Magne Bondevig vildi á tíðindafundinum eftir samráðingarnar við løgmann ikki gera viðmerkingar til, um hann hevði givið løgmanni góð ráð
tað er greitt, at tíðindini um nýggju flogrutuna hava fingið nógvar norðmenn at leita til básin. Heri Niclasen sigur við Sosialin, at nógv fólk hava vent sær til hansara um nýggju flogrutuna. Sjálvur hevur [...] umframt Føroyar eisini fevna um Skotland og Ísland. Verður t. d. flogið týsdag, so ber tað við sær, at norðmenn kunnu fara úr Stavanger týsdag til Føroya og víðari til Reykjavíkar sama dag. ? Hetta kann vera [...] lagi, tí eitt nú nógvir føroyingar arbeiða í Noregi. Handilstrafikkurin er har altíð, tað ræður bara um at fáa fatur á honum. Síðani er tað at byggja upp ein ferðavinnutrafikk í og við, at hetta verður ein