Klaksvíkingar vóru ikki sørt ónøgdir við dømingina í dystinum millum NSÍ og KÍ í Runavík sunnudagin. KÍ fekk bæði Zoran Mancic og Harley Bertholdsen riknar av vølli, og úrslitið 0-0 merkti helst, at KÍ misti sín FM-møguleika.
Birgir Sondum stóð fyri dømingini í Runavík sunnudagin, og hann sigur, at kortini vóru rættvís.
? Eg haldi ikki, at kortini vóru skeiv, sigur Birgir Sondum.
? Tað sum hendi var, at Zoran Mancic fyrst fekk eitt gult kort fyri at toga ein NSÍ-leikara niður á miðjuni. NSÍ-arin var á veg fram, tá Zoran rætti armin út og tók í økslina á honum. Tað fekk hann so gult kort fyri, og tað var heldur eingin, sum mótmælti tí, greiðir Birgir frá.
? Tað var í 37. minutti, og í 61. minutti fær hann so eitt afturat, tá hann tók bóltin við hondini. Eyðstein Skipanes spældi bóltin framvið honum til vinstru og fór sjálvur til høgru. Zoran rætti við fríum vilja hondina út og steðgaði bóltinum. Soleiðis sá eg tað, hóast KÍ-ararnir vóru ósamdir. Men eg má døma, so sum eg síggi tað, og ikki sum onnur síggja tað, sigur Birgir Sondum.
? Harley Bertholdsen var liðformaður, men summi hava fullkomiliga misskilt hetta við liðformonnum. Ein liðformaður hevur rætt til at spyrja dómaran um ymiskt, men hann hevur ikki rætt til at spilla fólk út og mótmæla hvørji einastu avgerð, dómarin tekur, sigur Birgir Sondum.
? Tað fekk hann so kort fyri í 68. minutti, og í 77. minutti feldi hann so ein NSÍ-leikari við at fara beint inn á øklarnar á honum, tá hesin var farin framvið honum, og so fekk hann eitt gult kort afturat.
Spekulera í kortum
Birgir Sondum vísir eisini á tað óhepna í, at hann verður settur at døma KÍ tvær vikur upp í slag.
? Tá KÍ og TB spældu í Klaksvík, fekk Kurt Mørkøre reytt kort, tí hann sjálvur bað um tað. Spælarir eru jú farnir at spekulera í kortum, og tað loysti seg hjá Kurt at fáa eitt gult kort afturat, tá hann fyrst hevði fingið eitt, so tað gjørdi hann við at kalla meg fyri ein HB-fanatikara og alt møguligt annað.
Birgir Sondum sigur, at av tí sama skuldi nærum einki til, áðrenn tað bleiv rok í Runavík sunnudagin.
? Eg skilji heldur ikki, at tað skal kunna bera til hjá spælarum at spekulera í kortum, so sum teir gera.
Aftan á dystin í Runavík vóru KÍ-leikarar og -viðhaldsfólk í øðini, og onkur av KÍ-leikarunum sparkaði hol á hurðina til dómararúmið.
? KÍ-formaðurin Svenn og venjarin Jóannes royndu at sissa fólk, og tað skulu teir hava takk fyri. Men eg ivist ikki í, at KÍ noyðist at rinda NSÍ endurgjald fyri brotnu hurðina.