FS Vágar vann stevnudystin

Fótbóltur: Hóast Sandavágur ikki eigur heimadystirnar hjá FS Vágum í ár, so fingu teir ein kortini og hann vunnu vágamenn.

Leygardagin hevði FS Vágar vitjan av LÍF og í sambandi við stevnuna í Sandavági um vikuskiftið varð dysturin spældur har

ístaðin.

    Tað hevur gingist illa í hond hjá FSVágum í ár. Undan dystinum leygardagin lógu teir á sjeynda plássið við 14 stigum, men tað vóru bert fýra stig niður til NSÍ, sum lá á niðasta plássið. Hinvegin vóru tað heldur ikki meir enn trý stig upp til KÍ, sum lá á fjórða plássi, so alt kundi henda í Sandavági. Vildi væl til, so kom FS Vágar væl upp í stigatalvuna, meðan teir, um tað vildi illa til, komu hóttandi nær botninum.

    Mótstøðumenninir úr LÍF eru hinvegin betri staddir. Teir lógu undan dystinum á øðrum plássið og tað gera teir enn. 

    Rættiliga fitt av fólki var til dystin, sum í fyrra hálvleiki fyri tað mesta gekk fyri seg mitt á vøllinum. Verjurnar hjá báðum liðunum stóðu væl og tóku sær av teimum naskastu atsóknunum.

    Tað, sum mest sermerkti spælið var, at meginparturin av tí, sum hendi var í sjálvdrátti. Alt ov lítil vilji til at spæla saman, tá mest var brúk fyri tí. Sum oftast endaði tað við, at spælarin, sum hevði bóltin, tók eitt trekk ov nógv, og á tann hátt fóru nógvar royndir fyri skeytið.

Annað, sum eisini hongur saman við tí fyrra var, at spælarin, sum hevði bóltin, var ov seinur at leggja avleveringina, og so endaði tað ofta við rangstøðu.

    Hetta var galdandi báðar vegir, og tað sást til tíðir, at spælararnir vóru ikki sørt irriteraðir inn á hvønn annan.

Fyrri hálvleikur endaði málleysur og tað var sum so rættvíst. Har var eingin atsókn!

    FS Vágar byrjaði annan hálvleik betri enn leirvíkingarnir. Teir vóru ágrýtnari og vunnu nógvar nærdystir av tí sama. Verjan læsti rættiliga av á kantunum og tá LÍF spældi meir eftir miðjuni, so gjørdist enn lættari hjá miðverjuni at halda málfrían dag. Men hetta var tó nær við at miseydnast. Tá leirvíkingar mitt í seinna hálvleiki sendu ein bólt avstað fram eftir vøllinum var aftasti maður hjá vágamonnum so óheppin, at hann ikki rakti bóltin. Ein leirvíkingur streyk avstað við bóltinum, men skot

hansara var ikki nóg gott. Málmaðurin hjá FS Vágum tók.

    Hevði LÍF fingið mál tá, so var tað ímóti spælinum, tí FS Vágar hevði tá mestsum yvirtikið alt spælið.

    Tað lá líkasum í luftini, at FSV fór at fáa eitt mál og tað kom.

    Ein bóltur varð spældur út í vinstra borð og síðani lagdur inn fyri. Leirvíkingar fingu beint bóltin eitt sindur burtur, men ikki nóg langt, tí hann kom út til John Johansen, sum ikki ivaðist, men smekkaði til.Og tað var bara væl gjørt, tí bólturin fleyg í kassan uttan at málmaðurin hevði nakran kjans at taka hann.

Vágamenn yvirtóku nú alt spælið og trýstu leirvíkingar í botn, men har spurdist einki burturúr. Vandi var, at LÍF fór at bjarga sær eitt stig við onkrum skjótálopi, men vágamenn høvdu eydnuna við sær, tí onkuntíð vóru leirvíkingarnir nokkso

naskir.

    So varð tann ungi Tór-Ingar Akselsen sendur á vøllin og tað vísti seg skilagott. Tí bert tveir minuttir eftir at hann var komin inn, rann hann frá verjuni hjá leirvíkingum og setti bóltin í netið uttan nakran møguleika hjá málmanninum at bjarga.

Lítið var nú eftir av dystinum. LÍF royndi at trýsta, men teir fingu einki mál.