Stórur áhugi fyri Stavangerrutuni

Tað hevur vakt stóran ans í Noregi, at Atlantsflog komandi ár ætlar sær at byrja at flúgva millum Føroyar og Stavanger. Norska blaðið Stavanger Aftenblad hevur gjørt nógv burtur úr tíðindunum

Tað var ikki sørt av eini bumbu, tá Atlantsflog týsdagin almannakunngjørdi ætlanir sínar fyri komandi ár - og har flogfelagið, sum nakað heilt nýtt fer at flúgva millum Føroyar og Stavanger.

Stóra norska blaðið Stavanger Aftenblad hevur gjørt nógv burtur úr hesum tíðindum, og ikki kann sigast annað, enn at leiðslan í Atlantic Airways hevur timað hesa nýggheit væl, tí nettup í hesum døgum er altjóða oljumessa í Stavanger.

Heri Niclasen er søluleiðari hjá Atlantsflog og er hann stæddur í Stavanger åi hesum døgum í sambandi við oljumessuna, sum er í hesi vikuni.

Atlantsfolg er millum fyritøkurnar, sum eru við á føroyska bádinum á ONS. Og tað er greitt, at tíðindini um nýggju flogrutuna hava fingið nógvar norðmenn at leita til básin.

Heri Niclasen sigur við Sosialin, at nógv fólk hava vent sær til hansara um nýggju flogrutuna. Sjálvur hevur hann longu havt samband við fleiri túroperatørar. Hann hevur vitja tríggjar av teimum størstu túroperatørunum í Stavangerøkinum, sum allir eru rættiliga spentir uppá nýggju rutuna, tí hon gevur heilt nýggjar møguleikar.

? Sjálvandi hevur tað nógv at siga, at samband nú verður millum Noreg og Føroyar loftvegis, men norðmenn eru eisini áhugaðir at gera kombineraðar ferðir, sum umframt Føroyar eisini fevna um Skotland og Ísland.

Verður t. d. flogið týsdag, so ber tað við sær, at norðmenn kunnu fara úr Stavanger týsdag til Føroya og víðari til Reykjavíkar sama dag.

? Hetta kann vera eitt rættiliga gott tilboð at koma við hjá túroperatørunum, sum alla tíðina leita eftir nýggjum møguleikum. Tað, sum er umráðandi hjá teimum, er hvørt ár at kunna bjóða kundunum eitt nýtt tilboð helst hvørt ár til nýggjar destinatiónir.

Í hesum førinum kunnu teir fara til Ísland t. d. týsdag og vera í Íslandi nakrar dagar, koma aftur til Føroya mánadag og so verða eitt vikuskifti í Føroyum og so aftur til Noregs týsdag. Hetta er tann møguleikin, sum Atlantsflog hevur at bjóða nú.

Heri Niclasen sigur, at tað eru trý element sum skulu bera hesa rutu, tann etniski parturin, tað er businessmannatrafikkurin, tað vil siga oljufólk o. l. og so er tað vanligi turisttrafikkurin.

? Etniski parturin vita vit er í lagi, tí eitt nú nógvir føroyingar arbeiða í Noregi. Handilstrafikkurin er har altíð, tað ræður bara um at fáa fatur á honum. Síðani er tað at byggja upp ein ferðavinnutrafikk í og við, at hetta verður ein nýggj ruta.

Tað er eingin loyna, at tað ikki minst eru útlitini til eina oljuvinnu í Føroyum, sum drívur verkið hjá Atlantsflog. Stavanger er norski oljuhøvuðstaðurin, og nú Atlantsflog eisini flýgur til bretska oljuhøvuðstaðin Aberdeen, verður ringurin nú fullførdur. Flogsamband bæði til Aberdeen og Stavanger fara heilt givið at hava stóran týdning fyri eina komandi oljuvinnu.

Hóast eingin olja enn er funnin, so hevur Atlantsflog tó valt at stinga út í kortið longu nú. Verður ein útbjóðing á føroyskum økií næsta ár, hvatr flestu partar halda, so er greitt, at ruturnar Atlantsflog til báðar hesar oljubýirnar kann blíva ein góð forrætning og sera hent hjá vinnuni.