Birgir Sondum ein fóltbóltskandala: Ein innarlig áheitan á Birgir: Legg floytuna frá tær

Jú hørð orð, men tíðanverri eftir mínari metan tiltrongd. Aftur í ár hevur tú brotið so nógv niður innanfyri FM- kappingina í 1. deild í fótbólti, at tað var betri at føroyskur fótbóltur manglaði ein dómara, enn at hava teg sum dómara í 1. deild menn.

Fyri tveimum árum síðani var tað eisini tú persónurin, Birgir Sondum, sum hevði ein rættuliga stóran fingur við í spælinum, hvar FM-heitið skuldi enda ella rættari; ikki skuldi enda.

Ikki fari eg at koma her við detaljum um, hvat eg meini við, tí tað vita flest øll fótbóltáhugað, men at tú hevur álvrsligar trupulleikar við at døma rættvíst, tá annað liðið eitur KÍ, er sjón fyri søgn. Og tað var dysturin sunnudagin millum NSÍ og KÍ aftur eitt talandi dømi um, møgulig var tað reint tilfeldi, men fakta var, at so sjótt sum klaksvíksdómarin, sum dømdi í Gøtu millum Gí og HB, dømdi straffi til Gí, so tað bleiv 1-1 í Gøtu, so gekk tú berserkaragongd í Runavík og veitraði vilt við reyðum og gulum kortum, bert ein Kí-ari nam við ein NSÍ-ara so at sjálvt NSÍ-viðhaldsfólk runt vøllin ristu við høvdinum og hildu lítið um tína døming.

Áhugavert verður at vita, hvussu reellur tú klárar at verða í tínari raportering til FSF um dystin og tínari, longu fráboðari innrapportering, av »óhøviskum atburi av Kí-viðhaldsfólkið« Sjálvur var eg staddur bert 1 metur frá tær, tá ein Klaksvíksingur rætti annan armin inn millum mannamúgvuna, har tú var staddur, og segði nøkur »borgarlig orð« við teg, hann ikki so frætt sum næm við teg.

Tá tú longu sama hvøld boðar frá via útvarpið at tú ætlar at »melda« klaksvíksingin fyri óhøviskan atburð, so eri eg sera áhugaður eftir

at vita, um tú klárar at vera so reellur at tú samstundis eisini boðar frá, at tað var formaðurin í felagnum KÍ saman við øðrum KÍ-viðhaldsfólki sum skúgvaðu mannin burtur, so hann ongantíð nam við teg, og at tað vóru klaksvíksingar, á útivølli, sum vardi teg móti eventuellum óhøviskum sum man kann vænta at ein dómari fær yvir sín kropp, eftir at hava veri so skandaleysur í sínari døming sum næstan bert tú Birgir klárar at vera og sum tú aftur hendan sunnudag var.

Legði til merkis at útvarpsmaðurin, sum eg og fleiri onnur, at hettar var ein spakur dystur. Men at tú Birgir kláraði at geva klaksvíksingum 10-11 kort í einum tomum dysti, og tað nærum øll eftur at GÌ hevði javnað í Gøtu móti tínum liði-HB, tað loyvur mær at seta spurnartekin við tíni evni at døma dystir, har KÍ er annað av liðunum.

Tá ein lesur hesar skørpu reglur so kundi ein trú, at hettar var ein óður og fanatiskur KÍ-ari, men so er ikki, eg havi bæði beinini væl plantað á jørðinini og eri ikki meira fanatiskur enn so, at eg gleðist eisini yvir at síggja eitt vakurt spælt álop við einum vøkrum málskotið - eisni á KÍ-máli.

Eg kundi skriva nógv afturat fyri at undirbygt mítt úttalisi, og um at eg mein,i at støðið hjá nøkrum av dómarunum í 1. deild menn er á einum so lágum støði, at tað í sær sjálvum er ein av teim størstu foringunum fyri at føroyskur toppfótbóltur kann menna seg, tí tað eru longu fleiri ár síðani at føroyskur fótbóltur fór uppum tað støðið, sum nakrir av okkara dómarum eru í dag, men lat tað vera nok skrivað hesaferð.

Bert vil eg enda við einari áheitan á teg Birgir: Legg floytuna ella melda teg sjúkan, tá tú verður settur at døma, tá KÍ er annað liðið.

Skuldi kanska enda við at siga, at hettar er míni persónligu útalisi, og at eg, sum so onki havi við KÍ at gera.

Eri bert ein vanligur áskoðari og eiti.


Anskar Hansen