fýlast at. NÚ er ikki ætlanin á hesum stað at ummæla filmin. Men vit kunnu tó siga so mikið, at talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir Føroyar og føroyingar. Hann er avbera vakur og [...] spenningurin. Tað er sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt ávist eru skrúvaðar so nógv upp, so kanst tú næstan bara gerast vónsvikin. LAT okkum nú síggja og hoyra, hvat útlendskir ummælarar [...] fylgja hesum ummælum og greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja og hoyra um. TAÐ er helst eingin ivi um, at filmurin Barbara kann fáa týdning fyri Føroyar
hesin ótti er ógrundaður - um so er at vit bera okkum rætt at - tí størri ríkidømi frá eini oljuvinnu kann vera við til at geva mentan, list ol. nógv betri gróðrar- og tilverulíkindi enn støðan er í dag! Og [...] vístu á, at samanlegging av kommunum er ein gongd leið. Lat okkum tó her leggja aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess egnu skyld og fyr einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva [...] EFTIR at hava ligið í dvala og løgd lamin í skjótt fýra ár er Sandoyggin raknað við aftur. Tað er sum at síggja blómur spretta móti vári - nú at síggja hesi fryntligu sníðini heiman av Sandi gleðast um
kostnaðarmikla og nærum lidna bankakanning. Hvat við henni! Skal hon bara skrottast, og ein heilt nýggj kanning gerast! Hvat nú um kanningin gevur føroyingum viðhald! Og hvat nú um hon fríkennir bæði Den Danske [...] fundur á hægsta stigi millum landsstýrið og stjórnina. Her er lítið annað at gera enn at viðurkenna, hvat er gingið galið og so royna at fáa tað besta og mest rættvísa burtur úr. EFTIR okkara tykki hava e [...] nevndini hevði arbeiðsuppgávur fyri Den Danske Bank. ER hetta rætt, so má tað sigast at vera einki minni enn ein skandala fyri Tinganes. Men enn er bert talan um óváttað orð í einum samráði í fólkatinginum
hugaheimi er eingin ivi um, at verður Kollafjørður partur av Tórshavnar kommunu, so fer hetta at gagna Kollafirði. Tað er líkasum, at Havnin hervið sleppur burtur úr tí spennitroyggju, sum hon er í, tá hugsað [...] størri eindir. TAÐ er ikki so langt síðani, at Argja kommuna varð løgd saman við Tórshavnar Kommunu. Nú stendur so næsta stóra kommunan og bankar á dyrnar hjá landsins størstu kommunu. TALAN er um at hava eina [...] eina fólkaatkvøðu í Kollafirði um samanleggingina, so tað er ilt at meta um her og nú, hvat úrslitið verður. Bygdaráðið í Kollafirði má sigast at vera sera djarvt og at vísa stóra ábyrgd, tá tað torir at
enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin skilur ein eisini løgmann, tá hann sigur, at málið er so álvarsligt [...] Spurningurin er, hvussu leingi javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin skulu finna seg í at vera stuðlar hjá eini stjórn, sum er so rúkandi ósamd og sum so sjáldan tekur teir við uppá mál! Spurningurin er so, [...] ljóðað, at onkur hevur umhugsað eina slíka, nú meðan hann er burturstæddur. Vit ivast tó stórliga í, um tingmenn tora at taka slíkt stig, hóast tað er hetta, sum ikki minst fleiri fólkafloksmenn innast inni
nógv ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr, eru tað helst fá, sum trúgva, at nakað ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr hesaferð heldur. HÓAST hesa sannroynd, so er tað tó ein kanska ikki so ótýðandi [...] ein veingjaskerdur fuglur. Nettup infrastukturin er ein týðandi partur av framtíðar vinnumøguleikunum á Atlantsmótinum, men fyri at fara undir ein slíkan er tað helst neyðugt, at Hvíta økið og Føroyaøkið [...] tí trýsti, sum oljuídnaðurin leggur á hana. Við øðrum orðum er tað ein góður trumfur hjá føroyingum at vita, at bretska samráðingarnevndin er undir einum øgiligum trýsti frá tí risastóra og búskaparliga
ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar [...] heimastýrislógina. EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara [...] taka á seg ábyrgdina av tí støðu, sum er íkomin í kjalarvørrinum á bankakreppu ol. BANKAKANNINGIN kann neyvan ganga umaftur. Og soleiðis sum støðan er vorðin, er alt trúvirði og álit fokið. Tí vil eitt
millum teirra, sum halda, at tað er ikki rætt at kvetta sambandiðviðDanmark. Men hetta samband kann so heldur ikki halda fram fyri einhvønn prís. Nú er upp til Nyrup, hvat skal henda. [...] halda fram við og byggja eitt framtíðar samstarv á alt tað, sum er komið undan kavi úr donskum ráðharrastovum seinastu árini. Luftin er vorðin so skitin, at her má reinsast út so ella so. Hvør lúturin [...] nýggj kanning skal gerast. Vit siga, at danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram móti Føroyum og sum roynt er at koyra undir teppið, at stjórnin loksins má vísa vilja til at gera eina
at taka av. Tað er óheppið at koma út við ymsum signalum mótvegis bretum svarar tingformaðurin, sum kortini ger vart við, at tað eftir hansara tykki er skeivt at grava seg niður og er hann eisini í iva [...] bakið, tí hann metir marknakrøvini so órímulig er so eitt. Men hann má ikki gloyma , at hann í hesum máli umboðar alt Føroya fólk. Spurningurin er tó, hvat hetta hjálpir - um tað kanska ikki tvørturímóti [...] eini nóg skjótari politiskari loysn! ER tað so, at løgmaður hevur lagt seg út í, hvat tingið ger við eina slíka innbjóðing, so halda vit tað vera skeivt, tí tað er ikki hansara borð. Vit tosa her um eina
so nakkalangir máttu taka sítt egna uppskot aftur. EITT er tað, at tingmenn á henda hátt provokera sín egna landsstýrismann á økinum. Annað er, at teir leypa so fullkomiliga framav og seta uppskot fram [...] fram, uttan so mikið sum at kunna seg við tær ymsu síðurnar í málinum, eitt nú at vita, hvat arbeiðsmarknaðurin sjálvur heldur um slíkt uppskot. Her var í veruleikanum talan um eitt paraduuppskot av all [...] at ein tingmaður sum Bjørn á Heygum letur seg koyra í felluna av Óla Breckmann, sum hundraðtals dømi er um fyrst og fremst brúkar politisku umboðan sína til at seta kílar í. Her var so ein møguleiki at sláa