rendi á eina 38 ára gamla kvinnu á Sandvíkum um hálvgum fýra tíðina sunnumorgunin. Harafturat kann ikki væntast at fólk gongur á vegnum so langt frá bygdum øki mitt um náttina, og tí vísir løgreglan á, at [...] ein kvinna gekk á myrka vegnum uppi í Sandvíkum. Men um somu tíð hendi syndarliga vanlukkan. Ein bilur kom koyrandi norður eftir, og í vánaligu líkindunum á myrka vegnum fær hann ikki eygað á kvinnuna. [...] Hjálpin var skjótt á staðnum, og kvinnan varð beinan vegin førd á Landssjúkrahúsið. Men løsturin, hon fekk, var so mikið álvarssamur, at hon doyði skjótt eftir, at hon var komin á Landssjúkrahúsið.
di sum teir stóru útlendsku bólkarnir, skuldi tað eisini verið gjørligt at havt kostnaðin á atgongumerkjunum á einum rímuligum støði. Hetta tykist í hvussu so er vera gjørligt uttan fyri Havnina, so hví [...] virksemi í høvuðsstaðnum. Hvat sigur býráðið? Vit royndu í gjár at fáa fatur á býráðsformanninum, men við tað at hann var á fundi, eydnaðist tað okkum ikki at fáa nakra viðmerking frá honum. Okkum kunnugt [...] selja eina rúgvu úr barrini, men á onkran hátt mátti hetta borið til. Hvat siga lesarar okkara um hetta? Skrivi inn og sigi tykkara hugsan. Ivaleyst koma tá fleiri góð hugskot á borðið, og møguliga kann hetta
árini so spakuliga er um koma á listarliga pallin her í Føroyum er havnardrongurin, Janus á Húsagarði Seinastu árini hevur hann við jøvnum millumbilum sýnt fram tekningar sínar, á ymsum støðum. Einaferð hevur [...] hevur hann havt egna framsýning, tvær ferðir hevur hann verið við á Ólavsøkuframsýningini í Smiðjuni umframt at tekningar hansara eisini hava hingið aðra staðni. Mánadagin í hesu vikuni opnaði hann so eina [...] Síðani telgdi hann eitt viskuleður, sum hann so nýtti at viska strikur av ymsum slag í myndina við. Alt gekk sum so í fínasta lag, men tá hann so skuldi hyggja at myndini hendi tað. So skjótt sum hann setti
gallapremieru, har modellini og fyrireikararnir annars kundu royna, um alt nú gekk sum ætlað. So at siga uttan undantak gekk alt sum eftir ánni hetta kvøldið, og eftir eina væleydnaða framførslu kundu [...] kvøldini, ið framsýningin varð á skránni. Sunnudagin varð so seinna sýningin, og fór hon fram eftir sama leisti, sum sýningin leygarkvøldið. Góð 200 fólk vóru komin saman á hotellinum hetta kvøldið, og vóru [...] handilsfólkini góvu til kennar, at showið sum heilt var fult á hædd við liknandi sýningar í Danmark, so við tað at talan var um fyrstu slíku framsýning her á landi, kunnu vit ikki annað enn vera sera væl nøgdir
so at kálkskannarin á Landssjúkrahúsinum kann vera standandi á Landssjúkrahúsinum. Hetta váttar Elin Mørkøre, yvirlækni. Skannarin kann staðfesta veikleikar í beinagrindini og á tann hátt kunnu beinbrot [...] vikur afturat og so síggja, hvussu gekk við savningini. Skannarin skuldi farið av landinum aftur, tá henda vikan er farin. Men nú eru so tað gleðiliga hent, at upphæddin á innsavnaða peninginum tykist at [...] feløg og Kvinnusamskipan Føroya. Men dagin eftir ljóðaði, at Ingi Mohr, býraðslimur í Havn, heitti á Tórshavnar Býrað um at keypa skannaran. Støðgur kom tá í ætlanirnar hjá hinum innsavnarunum, men hetta
Erstatningsteologien m.m. Síðan 1974 høvdu tey ikki nakað samband við Ísrael og Jødarnar, men tað gekk ikki long tíð til tey komu í samband við nógvar jødar, og tað blivu nokk so nógv fólk, sum hjálptu [...] til Keypmannahavnar, og sama ár fóru tey fyrstu ferð til Ísraels. Hesar báðar hendingar settu ferð á hendingarnar, og brátt kendu tey eina rúgvu av jødum bæði í Ísrael og í Danmark. Christian C. Svendsen
fyri at basa Fleyr, og ikki kann sigast annað enn at tað eydnaðist til fulnar. Mjølnir legði trýst á Fleyr á øllum støðum, og tað var eftir øllum at døma meir enn havnamenninir megnaðu at standa ímóti. Ì fyrsta [...] teir vóru í fyrru. Álopsspælið var fingið upp á pláss, og tá blokkurin samstundis virkaði eftir vild, gjørdist tað alsamt truplari hjá Mjølnir at halda á við trýstinum. Hjá Fleyr vóru tað serliga Jan Hentze [...] fyri seg aftur aftaná veika seinna hálvleikin, men hóast tað, so gekk ein løta áðrenn teir komu ígongd. Fleyr byrjaði best, og legði seg á odda 7-4, men so kom stígur í. Klaksvíkingarnir komu afturíaftur
suðuri í Vági sunnudagin. Tá 6 minuttir restaðu av dystinum legði heimaliðið seg á odda 17-16, men eftir hetta sat Neistin á øllum, og vunnu við sannførandi tølunum, 22-17. Gott verjuspæl Fyri nøkrum árum [...] nakrar túrar út á beinkin, so var hetta við til at bremsa heimaliðnum. Eisini vóru havnargenturnar sera skjótar, tá rennast skuldi fram, og fingu tær fleiri mál eftir skjót mótálop. Vent á høvdinum Við [...] hevur ávirkað sjálvsálitið á leikarunum. Hesu ferðina fóru tær so niður við nakkanum móti einum neistaliði, sum í løtuni ikki er í nánd av gamlari styrki, men sum hóast hetta fer á vøllin fyri at vinna hvørja
ber at fara út á alnetið, har tú so kanst leita fram upplýsingar, downloada ymiskt áhugavert, spæla, chatta og annað. Eisini ber til at spæla okkurt telduspæl, antin fyri teg sjálvan, ella á einum lokalum [...] Her er Yngd so aftur, og í dag fara vit at hyggja eitt sindur eftir, hvussu tað heila gekk fyri seg, tá Yngd fyri stuttum var niðri í Internet-caféini, Orbit. Orbit var fyrsta Internet-caféin í landinum [...] Fuglafirði og Runavík, og væntandi verður tað ikki leingi, so hava klaksvíkingar eisini høvi til at fara út á internet-café. Hvat er so ein internet-café, ella skuldi ein kanska sagt alneta-matstova? Tað tíma vit
fleiri ferðir hava verið á palli saman, tá Frændur hava spælt til dans. Enn væntaði teimum so at gera eina fløgu saman, men eftir at fløgan við rámandi heitinum »Eyðun og Terji« kom á plátuhyllarnar kl. 10 [...] báðir eisini niðri á Casablanca fríggjakvøldið, har teir spældu unplugged fyri møttu áhoyrarunum. Fitt av fólki var komið saman har niðri, og sum vera man, so hugnaðu tey sær óført. Eisini á Casablanca var [...] har teir báðir signeraðu gløgur, sum gólk so kundu keypa, og ikki aknn sigast annað enn, at hetta gekk stak væl. Úr 3-aranum frættist, at tað løtuna teir vóru í handlinum seldur teir uml. 1 fløgu um minuttin