Nú kann skannarin keypast

Eftir at Vágs Matmøðrafelag saman við øðrum feløgum byrjaði innsavning og eftir at ein privatpersónur eisini fór undir slíkt tiltak, kann kálkskannarin á Landssjúkrahúsinum nú keypast og má ikki av landinum aftur. Peningurn verður møguliga latin Landssjúkrahúsinum mánadagin

- Nóg mikið av peningi er nú komið inn við landsumfatandi innsavningini, so at kálkskannarin á Landssjúkrahúsinum kann vera standandi á Landssjúkrahúsinum.

Hetta váttar Elin Mørkøre, yvirlækni.

Skannarin kann staðfesta veikleikar í beinagrindini og á tann hátt kunnu beinbrot fyribyrgjast.

Landssjúkrahúsið leigaði skannaran, men tá tað kom fram, at skannarin helst mátti av landinum aftur, tí tann hálva milliónin, sum hann kostar, ikki var til taks, so gjørdu fólk vart vð seg og fleiri enn ein tóku ítøkilig stig.

Elin Mørkøre, yvirlækni, segði tá í Degi og Viku, at skannarin óivað mátti av landinum aftur og greiddi annars frá nógvu fyrimununum við at hava slíkan skannara.

Fyrst at ringja til Elin Mørkøre at bjóða stuðul var Vágs Matmøðrafelag. Ætlanin var at seta seg í samband við onnur feløg og Kvinnusamskipan Føroya. Men dagin eftir ljóðaði, at Ingi Mohr, býraðslimur í Havn, heitti á Tórshavnar Býrað um at keypa skannaran.

Støðgur kom tá í ætlanirnar hjá hinum innsavnarunum, men hetta endaði við, at Býraðið setti av 100.000 krónur til keypið.

Síðani fór hin innsavningin aftur í gongd og eisini Hjørdis Háberg Petersen fór í gongd við innsavning.

Sum skilst, hava hesar innsavningar verið samskipaðar.

Tá tíðindini um innsavningina frættust, var gjørt av at leiga skannaran nakrar vikur afturat og so síggja, hvussu gekk við savningini.

Skannarin skuldi farið av landinum aftur, tá henda vikan er farin.

Men nú eru so tað gleðiliga hent, at upphæddin á innsavnaða peninginum tykist at nærkast hálvu milliónini, so skannarin áhaldandi kann standa á Landssjúkrahúsinum.Fleiri feløg hava latið stórar upphæddir.

Føroya Sparikassi og Føroya Lívstrygging fylgdu í gjár spent gongdini í innsavningini og hava sagt seg vilja lata tað, sum restar í.

Vísir tað seg, at hálva milliónin er innkomin, so verður peningurin møguliga latin Landssjúkrahúsinum mánadagin, sigur Hjørdis Háberg Petersen vegna innsavnararnar.