Talan var sjálvandi um tað sonevnda Trend-Showið, sum eisini var tað fyrsta av sínum slag her á landi.
Sum áður nevnt í hesum Sosialinum, so vóru tað ikki føroysku handlarnir, men ístaðin umboð fyri fleiri danskar útvegarar hjá føroysku handilsfólkunum, sum skipaðu fyri framsýningini.
Hetta var eisini orsøkin til at sýningin, umframt at vera vanlig mótasýning, eisini varð eitt sokallað Trend-Show, har trendirnar, t.v.s. rætningslinjurnar fyri mótan komandi tíðina vóru at síggja.
Fyrst handilsfólkini
Fríggjadagin varð fyrsta sýningin, og var henda sýningin fyri føroyskum handilsfólkum. Uml. 140 umboð fyri føroyska klædnahandlarnir vóru á hotellinum hetta kvøldið, og tey kundu so gera sær sínar hugsanir um, hvørji klæði tey skulu bíleggja sær til komandi vár.
Samstundis var henda sýningin eitt slag av gallapremieru, har modellini og fyrireikararnir annars kundu royna, um alt nú gekk sum ætlað.
So at siga uttan undantak gekk alt sum eftir ánni hetta kvøldið, og eftir eina væleydnaða framførslu kundu fyrireikararnir saman við føroysku viðskiftafólkunum enda kvøldið við at fáa sær ein góðan bita á hotellinum.
Góða undirtøku
Leygarkvøldið var so tann fyrra av teimum almennu framsýningunum, og líkt var til, at tiltakið hevði fingið sera góða undirtøku millum manna.
Fleiri vóru tey, sum gjørdi kvøldið til eitt rættuligt hugnakvøld, við tað at Hotel Føroyar í sambandi við tiltakið hevði nøkur góð tilboð í matstovuni.
Salurin var so at siga fullsettur, tá byrjað varð, og tey knappliga 50 modellini fóru at spáka á pallinum, ílatin tað nýggjasta nýggja.
Eftir ein stuttan steðg, har vinningar av ymsum slag vórðu lutaðir burtur, varð so farið undir seinna partin av sýningini, sjálvt Trend-Showið. Hesin parturin tóktist eisini vera sera væl móttikin, og tað skal verða fyrireikarunum til rós, at alt uppi á pallinum tóktist at rigga sera væl saman. Klæði, ljóð og ljós fullu saman í eina eind, og áskoðararnir kundu rætttuliga sita og njóta tað heila.
Áðrenn áskoðararnir fóru heim, fingu øll hvør sín gávuposa, har klædnapløgg av ymsum slag vóru í. Harumframt vórðu ein rúgva av gávukortum, sum vóru latin av ymsum føroyskum handlum eisini í hesum posum. Tilsaman var talan um 300 gávukort, sum vórðu lutaði burtur, so ein fittur partur av áskoðarunum fingu í posa og sekk, tey bæði kvøldini, ið framsýningin varð á skránni.
Sunnudagin varð so seinna sýningin, og fór hon fram eftir sama leisti, sum sýningin leygarkvøldið. Góð 200 fólk vóru komin saman á hotellinum hetta kvøldið, og vóru fyrireikararnir sera væl nøgdir við hetta, við tað at teir framman undan vóru eitt sindur bangnir fyri, at tað kanska fór at verða nokk so tungt at hála fólk heiman í frá hetta kvøldið.
Væl nøgdir
Samanumtikið vóru fyrireikararnir sera væl nøgdir við mótasýningarnar. Sjálvandi viðgingu teir, at okkurt møguliga kundi verið gjørt øðrvísi, soleiðis vil jú altíð verða, men sum heild vóru teir sera væl nøgdir.
Umboð fyri donsku útvegararnar vóru eisini til nakrar av sýningunum, og frá fyrireikarunum frættist, at hesi høvdu bara gott at bera sýningunumDonsku handilsfólkini góvu til kennar, at showið sum heilt var fult á hædd við liknandi sýningar í Danmark, so við tað at talan var um fyrstu slíku framsýning her á landi, kunnu vit ikki annað enn vera sera væl nøgdir, sigur Martin E. Nielsen, sum var ein av fyrireikarunum.
Spurdur, um teir hava umhugsað at skipa fyri einum líknandi tiltaki komandi ár, svarar Martin, at teir sjálvandi hava tosað um hetta. Møguliga verður eisini eitt tílíkt Show einaferð í komandi ári, men talan verður helst ikki um eina so stóra sýning, sum talan var um hesu ferðina.
Minni kann tó eisini gera tað, og at sýningin var somikið stór hesu ferðina komst ivaleyst eisini av, at talan samstundis var um fyrsta showið av sínum slag í Føroyum, eins og nakað varð gjørt burturúr, at vit nú við fullari ferð stevna ímóti einum nýggjum túsundáraskeiði.
At enda bað Martin okkum bera eina tøkk til øll tey, sum á onkran hátt gjørdu tað møguligt hjá teimum at skipa fyri tiltakinum, og nevnir hann í hesum sambandi serliga Vero Moda, Yndi, 3-aran, Føroya Bjór og Hotel Føroyar. Hann leggur afturat, at hevði tað ikki verið fyri stuðulin frá teimum, høvdu teir ongan møguleika havt fyri at skipað fyri eini slíkari framsýning.











