Mjølnir mundi tikið Fleyr á bóli

Flogbóltur: Tað er langt síðani, at føroyskir áskoðarar hava sæð so spennandi og væl leiktan flogbóltsdyst, sum teir gjørdu í Gundadalshøllini leygardagin, tá Mjølnir mundi tikið Fleyr á bóli í einum sera góðum dysti

Fleyr a-Mjølnir 2-1


So nær og tó so langt frá allíkavæl, sigur eitt orðafelli frítt umsett til føroyskt.

Tað er kanska tað nærmasta vit koma upp á avrikið hjá klaksvíkingum í Havn leygardagin.

Teir spældu ein branddyst móti Fleyr, vunnu fyrra hálvleik, men koppaðu í seinastu løtu tá dysturin skuldi avgerast, og tað var óheppið.

Hinvegin kunnu vit so siga, at Fleyrleikararnir vísti sína sonnu styrki, tá teir komu afturíaftur.


Mjølnir væl fyri

Tá Mjølnir kom til Havnar var tað ikki við teimum bestu úrslitunum í viðførinum. Kortini kunnu øll vera vís í, at tá Mjølnir spælir ímóti Fleyr, so eru teir altíð til dystin fús. Uppsettir og avgjørdir.

Soleiðis var eisini leygardagin. Teir gjørdu sítt ítarsta fyri at basa Fleyr, og ikki kann sigast annað enn at tað eydnaðist til fulnar.

Mjølnir legði trýst á Fleyr á øllum støðum, og tað var eftir øllum at døma meir enn havnamenninir megnaðu at standa ímóti. Ì fyrsta umfari í hvussu er.

Borko Ilic er framúrskarandi í álopinum, tí hann dugir væl at lesa spælið hjá verjandi mótstøðuliðnum.

Tá samanspælið við Boga riggar er ilt at verja fyri.

Trygvi var eisini meira við í dystinum enn hann var seinast, og tað ger breiddina í spælinum hjá Mjølnir størri.


Janbardir

Hvat Fleyrleikararnir hava fingið at vita frá Pascu Romica er ikki gott at vita, men teir vóru nógv meira uppsettir í seinnu hálvu enn teir vóru í fyrru.

Álopsspælið var fingið upp á pláss, og tá blokkurin samstundis virkaði eftir vild, gjørdist tað alsamt truplari hjá Mjølnir at halda á við trýstinum.

Hjá Fleyr vóru tað serliga Jan Hentze og Steinar Eirikstoft, sum fingu lagt sítt spæl á eitt hægri stig.

Steinar var ein knassi í verjuspælinum, og Mjølnir leikararnir høvdu trupult at sleppa framvið blokkinum hjá Fleyr.

At Jan er góður leikari vita tey flestu, men í seinnu hálvu leygardagin leikti hann sum á ungdómsins døgum.

Tað er í hvussu er langt síðani at undirritaði hevur sæð hann spælt betri enn hann gjørdi leygardagin.


Havnamenninir kaldari

Sum kunnugt er neyðugt at halda høvdið kalt í teimum avgerandi støðunum og tað snúði seinasti »tie-breakarin« seg um.

Mjølnirleikararnir vóru komnir fyri seg aftur aftaná veika seinna hálvleikin, men hóast tað, so gekk ein løta áðrenn teir komu ígongd.

Fleyr byrjaði best, og legði seg á odda 7-4, men so kom stígur í. Klaksvíkingarnir komu afturíaftur og bardu seg manniliga inn aftur í dystin.

Brádliga var støðan 12-12 og dysturin kundi koppa tann veg tað skuldi vera.

Tíbetur fyri havnamenninar koppaði hann til teirra fyrimun, og tað er serliga Klæminti Isaksen fyri at takka, tí í teimum seinastu løtunum vísti hann hvønn týdning tað hevur at hava eyguni við sær meðan spælt verður.

Blokkur var fyri og í staðin fyri at sláa hart sló hann bleytt í blokkin og út.

Næsti bólturin avgjørdi dystin og frøin á havnamonnum var sera stór tí teir høvdu enn einaferð fingið fatur á tí langa endanum í einum sera spennandi og undirhaldandi dysti.