Hittaði beinanvegin

Fløgan hjá Eyðun og Terja gjørdist beinanvegin nr. 1

Fríggjadagin kom so fløgan, sum nógv hava bíðað eftir í spenningi.

Eyðun og Terji hava í fleiri ár havt nógv til felags tónleikarliga, og eisini hava teir framført okkurt lag saman. T.d. nummar, sum gjørdist ein sonn landaplága, eins og teir fleiri ferðir hava verið á palli saman, tá Frændur hava spælt til dans.

Enn væntaði teimum so at gera eina fløgu saman, men eftir at fløgan við rámandi heitinum »Eyðun og Terji« kom á plátuhyllarnar kl. 10 fríggjamorgunin, liggur hesin partur so heldur ikki eftir.

Sum nevnt, so kom fløgan út fríggjamorgunin, og var hon sostatt bert til sølu í tveir dagar seinastu vikuna. Hesir báðir dagar hava tó verið ríkiligt til at røkka tónleikatindunum her heima.

Í sambandi við útgávuna, var móttøka í 3-aranum, har teir báðir signeraðu gløgur, sum gólk so kundu keypa, og ikki aknn sigast annað enn, at hetta gekk stak væl. Úr 3-aranum frættist, at tað løtuna teir vóru í handlinum seldur teir uml. 1 fløgu um minuttin, og harumframt varð sjálvandi nógv selt leygardagin, tá allir handlarnir høvdu leingi opið.

Sum um hetta ikki var nóg mikið, so vóru teir báðir eisini niðri á Casablanca fríggjakvøldið, har teir spældu unplugged fyri møttu áhoyrarunum. Fitt av fólki var komið saman har niðri, og sum vera man, so hugnaðu tey sær óført.

Eisini á Casablanca var møguleiki at ogna sær fløgur, og sum skilst, so vórðu eisini fleiri fløgur seldar hetta kvøldið. Hetta er kanska heldur ikki so løgi, tí talan er jú um tveir sera væl umtóktar tóneikarar, og harumframt sita hundraðkrónusðlarnir kanska eitt sindur leysari eitt fríggjakvøld, enn teir annars gera.