sirkusi. Í Føroyum eru vit ikki von við sirkus, men hava tó eina mynd av, hvat hetta er. Klovnar og fólk, ið hanga undir loftinum, fílar og hestar. Soleiðis er ikki við Sirkus Cirkör, ið nevnir seg nýsirkus [...] framføra tey fyri fullum húsum. Framførslurnar eru serstakliga egnaðar til eldri børn, ungdómar og vaksin. Nú er Sirkus Cirkör á ferð í Norðurlondum. Áðrenn vitjanina í Føroyum hava tey verið í Vilnius, Malmö [...] gongur leiðin til Bergen, Oslo og Keypmannahavnar. Í september byrja tey eina Europaferð og ár 2000 skulu tey til Asia, New York og til víðagitnu heimsframsýningina í Hannover. Tey, ið ætla sær til hesa
lemjandi undirskot, hitt sleit og bleiv vrak og var av misgáum ikki tryggjað. Stutt seinni doyði pápin, og nú sat sonurin við allari ábyrgdini, men eisini við tilfarinum til ?Den sorte Gryde?. Til lesarar mínar [...] aftan á kríggið ? vildi hava hann at broyta ymiskt. Ímeðan skrivar hann so ?Den sorte Gryde? lidna, men nú er hon øðrvísi enn av fyrstan tíð ætlað. Sambært høvundin er grundin til, at ?Den sorte Gryde? kom [...] ávísur býur, og at eingin av persónunum er gjørdur yvir livandi fyrimynd. Synd er kortini at siga, at fólk í Føroyum fegnaðust um bókina. Kúganin nívir Í bæði ?Blæsende Gry? og ?Den sorte Gryde? var frásøgnin
hotellunum í býnum. Sama er galdandi, um hotellið ringir eftir bussinum til at heinta fólk, sum skulu eitt nú vestur á flogvøllin. Hjørdis Zachariassen, virkandi stjóri á Ferðaráði Føroya metir tað sera óheppið [...] við at lata Snarbussin úr Eysturoynni koyra runt í Havn og seta fólk av við ávís arbeiðspláss. Í øðrum lagi við at lata flogrutuna koyra fólk til og frá hotellunum heldur enn at seta tey av við Farstøðina [...] Fólk, sum koma til Havnar við flogrutuni, verða ikki longur koyrd upp á pláss uttan gjald. Frá 1. juni kostar tað 180,- krónur hvørja ferð, bussurin hjá Bygdaleiðum skal av farstøðini til eitt av hotellunum
tveir til 390 bilar fyri hvørji túsund fólk, og so høgt er tað onga aðra staðni. Fyri 50 árum síðani vóru kvinnur og menn ógvuliga virkin fysiskt í mun til í dag, nú alt er nýtímansgjørt. Nógv hava sitandi [...] siga eingin. - Føroyingar mugu bíða líka leingi sum danir eftir stráluviðgerð. Frá tí fólk eru skurðviðgjørd skulu í mesta lagi tvær vikur ganga, áðrenn tey sleppa í stráluviðgerð, men sum er ganga í minsta [...] Tað eru nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið niðurstøður skulu gerast burtur úr granskingini innan ymsar sjúkur. Sama er galdandi innan krabbamein, ið er orsøkin til fjórða hvørt deyðsfall í Føroyum
vart við vandan. Nú skriftin er sett upp við neonljósi og blinki, má myndugleikin reagera. Myndugleikin má síggja, at tað ber ikki til at leggja størri og nýggjar arbeiðsbyrðar á fólk uttan at gjalda teimum [...] Føroya Lærarafelag at hetta er eitt greitt brot á grein 2 í Høvuðssáttmálanum, sum sigur, at partarnir skulu fremja gott samstarv. Eitt týðiligt tekin um, hvussu út av lagi vánalig arbeiðsviðurskiftini í fó [...] lærarar stúra fyri framtíðini hjá fólkaskúlanum er, at so fá hava hug at søkja skúlastjórastørvini, sum nú eru leys. Undirvísingar- og mentamálastýrið lýsir í hesum døgum størvini leys fyri aðru ferð. Tað er
Hetta má heilt náttúrligt fáa okkum, sum um ikki so langa tíð skulu taka støðu til framtíðarlagnu føroyinga, at spyrja: Hvat gott kann spyrjast burturúr tí, at »serfrøðingar« úr Føroyum fara til Liechtenstein [...] Fúrstadømið er kent fyri frímerkjaframleiðslu og sera lagaligan skattapolitikk. Har arbeiða umleið 20.000 fólk herav 12.000 útlendingar, og av teimum eru 7.000 búsett í Schweiz. Næstan ongin skattur og lagaligar [...] 80-unum játtaði løgtingið árliga 4-5 milliónir til ferða- og dagpening uttanlands, meðan løgtingið nú ikki ræður yvir meira enn 300 túsund um árið til sama endamál? Heri Mohr
hesum. Tað kunnu t.d. vera fólk, ið eru virkin innan ymsar mentunargreinir, og sum kanska liggja inni við eini ella aðrari ætlan, eitt nú innan tónlist, list, litteratur ella eitt nú fjølmiðlavirksemi. Søren [...] fólkatinginum. Norðurlendski Mentunargrunnurin ynskir at vera meiri sjónligur í Norðurlondum, soleiðis at fólk fáa fleiri upplýsingar um grunnin, og tey tiltøk, ið hesin grunnur kann stuðla, sigur Jógvan við Keldu [...] Tey, ið hava áhuga í at vita meira um hvørjum tiltøkum Norðurlendski Mentunargrunnurin kann stuðla, skulu seta sær tíð av komandi fríggjakvøld tann 18. juni klokkan 18, tá ið Søren Hansen fer at halda ein
Ein orsøk til, at fólk fáa í boði fyribyrgjandi kanningar, eitt nú screeningar innan bróstkrabba og lívmóðurkrabba, er at staðfesta krabbamein, áðrenn rættiligur vandi er á ferð. Seinastu fimm árini hava [...] sjúkuavgerð og seinkað sjúkuavgerð. - Fyrr tordu fólk ikki so væl at fara til lækna og bíðaðu nakað leingi, áðrenn tey fóru. Men eg havi ein varhuga av, at yngri fólk í dag tora betur og fara skjótari, um tey [...] munn av munni um, hvussu pínufult tað var at taka onkra roynd, hava stygt fólk burtur frá lækna. Hinvegin er greitt, at nógv fólk fara ov seint til lækna, serliga menn og soleiðis hevur altíð verið. Og tað
nógv fólk til burturav at arbeiða við Føroyaøkinum. Alt hetta vísir, at feløgini taka uppgávuna í størsta álvara og meta Føroyaøkið at goyma møguligar oljukeldur. Tað er umráðandi, at vit hava fólk, sum [...] aftur alt oljumálið. Tað fer ikki dagur, at umboð fyri feløgini vitja á oljumáladeildini á Debesartrøð. Nú um dagarnar vitjaði ein av teimum tungu bólkunum, Esso, Elf og Phillips. Hetta er fyrstu ferð, at umboð [...] hugskotum, hvussu man skal tacla hetta økið. Henda manning kundi verið brúkt aðrastaðni, men beint nú halda vit, at hon er væl brúkt við Føroyar. Tá vit spyrja David Maugham, hvussu høgt feløgini raðfesta
løgið, at oddamaðurin í hesi fyritøku ongantíð hevur verið her áður. Men betri seint enn ongantíð, og skulu vit bjóða Mærsk Mc-Kinney Møller vælkomnan til Føroya. Føroyingar hava altíð dámt væl at verða róstir [...] eyguni eftir gongdini í Føroyum og her ikki minst á oljuøkinum. Alt annað vildi eisini verið løgið, nú tá so nógvir føroyingar eisini eru í starvi í nettup oljupartinum hjá AP Møller. Neyvan verður nógv [...] nevniliga fáorðaður maður. Tað mugu vit so virða, men tá tað er sagt, so eigur AP Møller samtakið og tess fólk at gera sær greitt, at Føroyar eru ikki Danmark. Føroyar eru eitt land, har mytur og gitingar hava