Ósunnir livivanar ein orsøk til høga títtleikan av krabbameini

- Alla staðni í verðini fellur títtleikin av krabbameini í maga og gørnum, uttan í Føroyum, har títtleikin er stórur bæði hjá mannfólki og konufólki. Og tað hevur greitt nakað at gera við ósunnan mat og livivana, sigur Jan Dalberg, lækni og granskari, ið um vikuskiftið helt fyrilestur um krabbameinssjúkur í Føroyum

Tað eru nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið niðurstøður skulu gerast burtur úr granskingini innan ymsar sjúkur. Sama er galdandi innan krabbamein, ið er orsøkin til fjórða hvørt deyðsfall í Føroyum.

- Títtleikin innan krabbamein í langa og baktarmi er lægri í Føroyum enn eitt nú í Danmark. Krabbameinstilburðir innan andarásina liggja um 15% av samlaðu títtleikanum, og tað er á sama stigi sum í Danmark, men í Føroyum er hesin títtleikin nógv vaksandi. Ofta hendir tað sama í Føroyum sum í hinum Norðurlondunum, men bara eitt sindur seinni. Eftir kríggið byrjaðu konufólk at roykja og tað hevur greitt eina ávirkan á vaksandi títtleikan av lungnakrabba eitt nú.

- Vit eiga at gera fyribyrgjandi tiltøk, serliga ætlað ungfólki og skúlanæmingum, og tað eru krabbameinsfeløgini sjálvsagt hugað fyri. Hinvegin síggja vit, at fyribyrgjandi herferðir ikki munað nóg væl, tí vit kunnu staðfesta, at tey ungu halda ikki uppat at roykja hóast tey vita og fáa sagt fleiri ferðir, at tað er skaðiligt at roykja. Sum foreldur noyðast vit at vera ein góð fyrimynd. Eisini politikarar, skúli og samfelag sum heild eiga ein leiklut hesum viðvíkjandi. Tí er tað ein samlað strategi, sum má leggjast, sigur Jan Dalberg, lækni og granskari.


Heimsmet

Krabbamein í maga er nógv hægri millum føroyingar enn millum danir, men títtleikin er uppaftur størri í Íslandi.

- Innan nógvar krabbameinssjúkur líkist føroyska myndin meiri øðrum Norðurlondum enn Danmark. Men innan krabbameinssjúkur millum menn er títtleikin hægri í Føroyum enn í Danmark. Taka vit krabbamein í steinunum til dømis hevur Danmark heimsins hægsta títtleika og tað sær út til, at vit liggja á sama stigi, kanska hægri. Ein teori í Danmark hesum viðvíkjandi er, at danskir menn eru meiri ávirkaðir av hormonum enn aðrir norðbúgvar, eitt nú av skaðakyktaeitri sum verður brúkt í landbúnaðinum. Vit hava ómetaliga góðar møguleikar at kanna hetta í Føroyum í mun til onnur lond, tí vit hava onga dálking sum so av verksmiðjum og øðrum. Í Føroyum er ógvuliga reint og er talan um dálking er tað í sjónum. Har hava vit møguleika at samstarva við Fiskirannsóknarstovuna og kanna fiskin, sigur Jan Dalberg, ið leggur afturat, at krabbamein í steinunum telist millum tær krabbameinssjúkurnar, ið eru lættast at lekja.

- Tað, sum er rættiliga keðiligt, er, at alla staðni í verðini fellur títtleikin av krabbameini í maga og gørnum, uttan í Føroyum, har títtleikin er stórur bæði hjá mannfólki og konufólki. Ein teori kann vera, at føroyingar altíð eru 10 ár seinni enn onnur lond. Hesar krabbameinssjúkurnar hava nakað við livivanar og nýtímans samfelagið at gera. Vit eta feitari og saltari mat enn onnur, tað kann vera ein grund til títtleikan, men ikki til, hví títtleikin ikki minkar. Vistfrøðiliga rákið í Danmark og aðra staðni, ið hevur ført við sær, at fólk eta meiri vistfrøðiliga frukt og grønmeti, er greitt ein frágreiðing til minkandi títtleikan har, umframt reinførið í vatninum. Vistfrøðiliga rákið er ikki rættiliga rinið við her.

- Vit vita, at summar bakteriur í vatninum kunnu elva til krabbamein í maganum og tær bakteriurnar hava vit kannað í Føroyum í fjør, men úrslitið av hesum kanningum vísir, at títtleikin av hesum ávum ikki er hægri enn aðrastaðni.


Fiskur fyribyrgjandi

Títtleikin av krabbameini í langanum í Føroyum er lítil og er væl lægri enn í Íslandi, Svøríki og Noregi. Tað er trupult at siga, um tað at vit eta nógv fisk er orsøkin, tí íslendingar eta jú eisini nógv fisk og har er títtleikin eitt sindur hægri. Tað einasta, vit kunnu vísa á heilt vist, sum er fyribyrgjandi, er fiskaolja. Hinvegin liva føroyingar ógvuliga ósunt og tað ávirkar ymisk sløg av krabbameini. Vit sita nógv í bili sjálvt um talan er um stuttar teinar. Frá 1959 til 1986 vaks talið á bilum tveir til 390 bilar fyri hvørji túsund fólk, og so høgt er tað onga aðra staðni. Fyri 50 árum síðani vóru kvinnur og menn ógvuliga virkin fysiskt í mun til í dag, nú alt er nýtímansgjørt. Nógv hava sitandi arbeiði og íðka ikki motión. Í so máta eru vit ikki serliga tilvitað, sigur Jan Dalberg.

Sum skilst spæla nógv viðurskifti inn, tá ið orsøkir skulu finnast fyri títtleikan av sjúkum. Tá ið so nógv brigdi spæla inn, hvussu verður myndin tá eftirfarandi?

- Hetta er ikki annað enn ábendingar, og út frá ábendingum fara vit víðari. Og har koma vit inn á skráseting, ið er mítt hjartabarn. Hava vit onga skráseting, koma vit ongan veg.


Við sviðusoð

Føroyskir krabbameinssjúklingar eru nær tengdir at danska heilsuverkinum, tá ið tað snýr seg um stráluviðgerð. Men í mun til danir eru føroyingar í eini betri støðu, tá ið tað snýr seg um at koma undir skurð og at fáa kemoviðgerð, tí bíðitíðin er so at siga eingin.

- Føroyingar mugu bíða líka leingi sum danir eftir stráluviðgerð. Frá tí fólk eru skurðviðgjørd skulu í mesta lagi tvær vikur ganga, áðrenn tey sleppa í stráluviðgerð, men sum er ganga í minsta lagi tveir mánaðir, og tað er alt ov leingi. Og tað er orsakað av sparingum í danska heilsuverkinum. Sjálv viðgerðin er góð, men tað munar lítið, um fólk ikki sleppa í viðgerð, sigur Jan Dalberg.

Deyðstíttleikin hjá dønum við krabbameini er 20% hægri í mun til í Svøríki og Noregi.