Tað sæst í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum varð løgd fram í dag. Har sæst, at kortnýtslan hjá føroysku húsarhaldinum var eitt vet hægri fyrra hálvár 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024.
Gongdin mánað fyri mánað í 2025 var meinlík gongdini undanfarin ár.
Í 2024 sæst eitt fall í kortnýtsluni í juni mánaði, ið stavar frá verkfallinum, sum elvdi til, at tað manglaðu vørur í føroysku handlunum.
Tað tykist at vera ein alsamt størri partur av kortnýtsluni, sum verður nýttur uttanlands.
Fyrsta hálvár 2023 varð 28% av kortnýtsluni nýtt uttanlands.
Í fyrra hálvár 2024 var kortnýtslan uttanlands 30%.
Og fyrstu 6 mánaðirnir í 2025 vórðu 32% av kortnýtsluni nýtt uttanlands.
Búskaparráðið vísir á, at havast skal í huga, at kortnýtslan uttanlands ikki bert fevnir um nýtslu í sambandi við ferðing uttanlands, men eisini millum annað um hald av stroymingtænastum, spølum á netinum og vørukeyp á útlendskum heimasíðum, ið bæði kann vera smærri upphæddir og størri keyp, sum til dømis møblar ella køkar, ið verða keyptir beinleiðis á útlendskum heimasíðum.