Góðtaka ikki skerjing um eftirútbúgving

Føroya Lærarafelag kann undir ongum umstøðum góðtaka, at landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur ætlanir um at skerja eftirútbúgvingina av føroyskum fólkaskúlalærarum soleiðis, at ársskeiðini í Føroyum 1999/2000 verða skorin burtur.

Eftirútbúgvingin av lærarum er ein so týðandi partur í fremjanini av nýggju fólkaskúlalógini, at vit vænta, at henda ikki fer at virka, tá so týdningarmikil økir verða skerd.

Vit eru stórliga bangin fyri, at við hesum er nýggja fólkaskúlalógin deyðadømd.

Myndugleikin skal ikki vænta, at Føroya Lærarafelag loyvir limum sínum at taka uppá seg nýggjar undirvísingarhættir, uttan at teir fáa útbúgving í hesum.

Samstundis metir Føroya Lærarafelag at hetta er eitt greitt brot á grein 2 í Høvuðssáttmálanum, sum sigur, at partarnir skulu fremja gott samstarv.

Eitt týðiligt tekin um, hvussu út av lagi vánalig arbeiðsviðurskiftini í fólkaskúlanum eru, og hvussu nógv lærarar stúra fyri framtíðini hjá fólkaskúlanum er, at so fá hava hug at søkja skúlastjórastørvini, sum nú eru leys.

Undirvísingar- og mentamálastýrið lýsir í hesum døgum størvini leys fyri aðru ferð.

Tað er okkara vón, at limir okkara framhaldandi, av sær sjálvum á hendan hátt, fara at vísa á, at leiðsluviðurskiftini krevja stórar ábøtur. Tað er gott, at limir okkara soleiðis vísa á vónleysu støðuna í føroyska fólkaskúlanum.

Føroya Lærarafelag hevur við Høvuðsavtaluni frá 10. juli 1998 bundið seg á hond og fót, so felagið sjálvt kann ikki blokera hesi størv, hóast vit høvdu havt bestan hug til tað.

Hvussu kunnu fólk hava hug at leiða eitt skúlaverk, sum liggur í andaleypi?

Føroya Lærarafelag sá skriftina á vegginum fyri nógvum árum síðani, tá tann nýggja fólkaskúlalógin varð trýst omanyvir okkum, men lítlir og ongir pengar fylgdu við, og vit gjørdu vart við vandan.

Nú skriftin er sett upp við neonljósi og blinki, má myndugleikin reagera.

Myndugleikin má síggja, at tað ber ikki til at leggja størri og nýggjar arbeiðsbyrðar á fólk uttan at gjalda teimum meira í løn. Hetta er ognartøka.

Um hildið verður á fram við hesum framferðarhátti, verður Føroya Lærarafelag noytt at seta tiltøk í verk.


Føroya Lærarafelag

Elsa Birgitta P. Petersen, formaður