Ræður um at hyggja frameftir

Í hesum døgum vitjar ein av teimum kendastu dønunum í Føroyum. Talan er um ongan minni enn stórreiðaran og vinnulívsmannin Mærsk Mc-Kinney Møller, ið eigur ta risastóru AP Møller konsernina. Alment er talan um eina privata vitjan. Møller, sum er vorðin 84 ára gamal, vil innheinta nakað av tí hann hevur ?forsømt? í sínum langa lívi, nevniliga hetta at vitja onnur lond. Og nú stóðu so Føroyar fyri tørni. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at Mærsk Mc-Kinney Møller setur fót sín á føroyska grund.

TÁ hugsað verður um, hvussu stóran týdning AP Møller reiðaríið hevur havt fyri so mong heim í Føroyum, og eisini hvussu stóran týdning føroysku yvirmenninir hava havt fyri hetta reiðarí, so kann tað tykjast løgið, at oddamaðurin í hesi fyritøku ongantíð hevur verið her áður. Men betri seint enn ongantíð, og skulu vit bjóða Mærsk Mc-Kinney Møller vælkomnan til Føroya. Føroyingar hava altíð dámt væl at verða róstir fyri sítt gestablídni, og har tað ikki verður gjørdur munur á høgum ella lágum - á stórkapitali og krabbagoggum. Okkum dámar væl at vísa fram okkara vakra land og at vísa fremmandum, at vit eiga eina livandi og serstaka mentan. Alt hetta fer vónandi eisini at standa einum tí størsta einstaka arbeiðsgevaranum hjá føroyingum gjøgnum tíðirnar í boði. Ikki man tað vera av leið, at AP Møller telist millum teir arbeiðsgevarar, sum hava havt flest føroyingar í arbeiði. Tá er landskassin ikki tikin við.


HÓAST Mærsk Mc-Kinney Møller er komin til Føroya sum ferðamaður, so kunnu vit bara gita, at stórfyritøka hansara eisini hevur eyguni eftir gongdini í Føroyum og her ikki minst á oljuøkinum. Alt annað vildi eisini verið løgið, nú tá so nógvir føroyingar eisini eru í starvi í nettup oljupartinum hjá AP Møller. Neyvan verður nógv at frætta um framtíðar ætlanir hjá AP Møller í Føroyum undir hesi vitjan. Mærsk Mc-Kinney Møller er nevniliga fáorðaður maður. Tað mugu vit so virða, men tá tað er sagt, so eigur AP Møller samtakið og tess fólk at gera sær greitt, at Føroyar eru ikki Danmark. Føroyar eru eitt land, har mytur og gitingar hava góðan gróðrarbotn. Einasti máti at forða fyri slíkum er at vera minni afturlatin - meira opin. Tað skal tí verða okkara ráð til AP Møller fyritøkuna um at vera meira opin og spæla við opnum kortum, um henda fyritøka vil vera við í menningini av Føroyum. Hetta hevði eisini tænt hennara egnu áhugamálum.


HÓAST fortíð er fortíð, so er tað ikki nakað dulsmál, at tað eisini hava verið høgg til eitt nú AP Møllerfyritøkuna frá politiskari síðu. Hetta sóu vit m.a. undir orðaskiftinum um syrgiliga bankamálið.


VIT eiga at hyggja frameftir. Tí tænir tað øllum pørtum, bæði Føroyum og AP Møller, at tað verður spælt við opnum kortum og at framtíðar samstarv á eitt nú oljuøkinum verður at meta sum samstarv millum javnbjóðis partar, ið hava virðing fyri hvør øðrum. Tá hetta er sagt,skal tað vera okkara vón, at vitjan Mærsk Mc-Kinney Møller í Føroyum kann vera við til at knýta bond millum Føroyar og hesa donsku stórfyritøkuna, tó at hon verður at arbeiða undir somu kappingartreytum sum øll onnur feløg. Men við tí renumé fyritøkan hevur bæði hvat viðvíkur professionalismu og kvaliteti annars, er einki at ivast í, at vit fara at síggja meira til hesa fyritøku í Føroyum í framtíðini.